Edward, vit og Jesus

IMG_1772

Fyri nøkrum døgum síðani var eg saman við øðrum og vitjaði Edward Fuglø í Klaksvík.

Ein so góður dagur vóru vit øll samd um aftaná!

Fyrst og fremst skuldu vit hyggja at prenti hjá Edwardi av lundum í klædningi, tí ein dani vildi so gjarna keypa eitt prent.

Vit steðgaðu undir húsunum, sum lógu uppi í einari brekku, og fóru inn í garðin. Ein bleyt hola við alskyns grønum vøkrum og litaðum blómum av ymsum slagi. Fimtan ár helt Edward, at tað hevði tikið honum at fáa henda garðin til tað, hann var í dag. Opið var inn í atelierið, og har sat Edward á gólvinum og málaði nakrar fuglar, sum seinni skuldu gerast úr messingi, minnist meg rætt. Eftir vegginum stóð hin stóri flotti málningurin av føroyingum á mánanum, rúmdarskipið eitur Seagull sjálvandi og føroyingum so líkt, hevði rúmdarfólkið tikið seg saman í ein ring og dansaðu føroyskan dans haruppi.

Eftir at vit høvdu tikið myndir av prentunum at senda til danan, so vórðu vit bjóðað á gátt í heiminum hjá Edwardi, og eg lovaði við trúgv og bót, at eg ikki skuldi taka myndir har inni, men harragud, tað var freistandi: har var eitt satt Eldorado – ein aladdins hola – stutt og greitt. Hugflog, alsk til listina, litirnar, heimin, sást aftur alla staðni. Onki – var almindiligt – onki! Verturin var framúr blíður og bjóðaði kaffi, men vit høvdu sjálvandi verið inni hjá Jórun og leskað okkum áðrenn.

Eitt av endamálunum við ferðini var eisini at síggja træskurðirnar hjá Edwardi í Christianskirkjuni. Hevði hoyrt at teir skuldu vera framúr vakrir, og tað blíða menniskja Edward bjóðaði sær til at koma við okkum, men fyrst fóru vit eitt rend inn á Ósaskúlan at hyggja eftir einum verki, sum Edward er í ferð við at gera fyri skúlan og kommununa. Og sjálvandi fáa tit heldur onga mynd av tí.

Komin í Christianskirkjuni fóru vit inn í kór allarfyrst at hyggja at nýumvældu altartalvuni.

 IMG_1771

Havi verið har fyrr og dugdi væl at síggja mun á, at litirnir vóru nógv bjartari enn fyrr. Vit tosaðu um hetta at kenna bíbulsøguna, um hvussu stóran týdning myndirnar høvdu fyrr, tá fólk ikki dugdu at lesa, bæði tær, vit veruliga vita eru myndir, og tær, sum prestarnir manaðu fram í talu, fyri at fáa fólkið at taka aðrar partar fyri seg.

Síðan fóru vit niður í kirkjukjallaran – og hetta má bara upplivast – dugi illa at siga frá, hvussu fantastisk hetta var. Eg dugi væl at síggja møguleikarnar fyri, at Klaksvíkin fær enn meira fokus, tí hetta er sannliga nakað at visa fram. Skúlaflokkar eiga at gera túr higar at hyggja, tey læra bæði nakað um bíbulsøgu og um list og handverk.

Á veggjunum hingu tíggju sirkulrund relieff í træ, saman við sær í arbeiðinum hevði Edward havt Sjúrð Sólstein, møblasnikkara. Í faldaranum,   IMG_1785 sum Nils Ohrt hevur skrivað til relieffini, verður sagt, at stílurin er “bíbliusøguligur”, við íblástri frá gomlu italsku meistarunum, men at tey ikki bara eru retro, tí har eru abstraktar rytmur í frásøgnini, og merkilig fremmandevni koma fram mitt í øllum.

Edward greiddi væl frá, hvat tilfar var brúkt til relieffini, tað var sanniligi onki tilvildarligt, hvørki av tilfari ella í boðskapinum í myndunum.

Vit, sum kenna Edward bara eitt pikkalítið sindur, vita, at hann er perfektionistur. Alt er umhugsað. Stuttligt var at síggja tey merkiligu fremmanevnini í øllum relieffunum, tað var líka sum ein persónligur boðskapur frá Edwardi um nútíðina.

Yvirav teimum tíggju relieffunum hingu seks smáir træskurðir, teir eru næstan sum ein nærmynd av onkrum smáluti í teimum stóru myndunum, ein stjørna, eitt lamb, ein súla (altso ikki fuglurin), ein fiskur, ein krukka og ein dúgva. Alt slíkt sum eru týðandi súmbolir fyri kristindómin. IMG_1786

Menniskjað livir ikki av breyði eina, verður sagt onkustaðni, men vit gjørdu øvut. Tá vit vóru mett av framúrskarandi list og góðum blíðskapi, fóru vit til Elisabeth á Viðareiði at fáa okkum góðan húsmannskost, og aftaná kláraðu vit akkurát at keypa okkum eina skógvar, áðrenn tað lukkaði, og vit vendu nøsina heim aftur til Sørvágs, framvið húkinum og inn í ta litaðu tunnellina.

Awake my Soul!

image-53834d0cd2f8e9a6d7a1b126c464b5da-BlueLoveHeartCat

I placed all my trust at the foot of this hill
And now I am sure my heart can never be still

 

Fámará sirkusið líkist nú einum blandi av Anniku í Dímun og Titanic.

Øvrigheitin, sum roynir at sleppa sær upp á oynna eftir Anniku, men ikki sleppur upp, og Bjørn Patursson, sum verður vendur í hurðini … og tey bæði umborð á Titanic, sum erklerað sín æviga kærleika líka í deyðan, samanborið við myndina á portalinum hjá Knassum.

Tað líkist sjálvandi ikki akkurát, tí verulekin er mangan ein annar enn glansbílætið, onkur letur ilt av sær og sigur at tey bæði í Fámará eru nøkur reyvarhol, og so royna eini 10. 000 facebookfjepparar at bera í bøtuflaka og siga, at hetta er kolasvørt lygn, Jóhan sum gremur sína neyð, tí Rakul er farin, og tað hjálpti opinbart, tí nú er hon aftur og stendur sum ein onnur Kate Winslett frammi í skuti saman við sínum Leonardo, og tíbetur, tí so verður kanska kortini ein kvinnuleirur har suðuri.

Eitt er vist, Jóhan og Rakul duga sítt kramm. Við fleiri túsund fjepparum á facebook hava tey bergtikið flestu fólk í Føroyum, sum hava kravt, at tey bæði skuldu sleppa at eiga Fámará, kvitt og fritt.

So hattin av fyri tí –  

Hetta miðlasirkusið hevur røtur aftur í Paradise Hotel og Big Brother, tó eru umstøðurnar rundan um kanska ikki so flottar, eg meini so við, hatta húsið í Fámará hevur sæð betri dagar … men tær saftigu søgurnar eru har kortini.

Neyðars vit, at vit skulu belembrast við slíkum idiotiskum møsni sum einum niðurdotnum húsum í Fámará við nøkrum hønum rundan um og kanska einari heimaær. Eg meini so við: kann Búnaðarstovan ella bara onkur ikki royna at finna teimum eini hús, so tey kunnu sleppa at liva eitt romantiskt lív restina av ævini? So kanska eg sleppi at lesa onkur tíðindi aftur, sum hava nakað við veruleikan at gera og ikki okkurt uppstyltað miðlastunt.

Til dømis um øll tey, ið eru handtikin í Egyptalandi í nátt, um verkfallið í Grikkalandi, um nýggja aðalin í Kina, um at Spania hevur biðið bolivianska forsetan um umbering, um at Stevie Wonder biður listafólk um at boykotta Florida, vegna nýggja lóg um sjálvtægt (Zimmermann), um boykottið hjá ES, um prideparaduna sum verður á ólavsøku osfr osfr

Kanska er tað veðrið, sum ger tað – so nú fari eg at gevast at gremja meg og lesa útlendskar avísir í staðin.