Dupultlív

Den-oversete-biseksualitet

Í  blaðnum Informatión var fyri einari tíð síðani ein frásøga um ein lastbilsførara, sum brúkti steðgirnar á steðgiplássum til at útliva sín tvíkyndleika.

Burtursæð frá at eg haldi, frásøgnin meira var um at vera ótrúgvur bæði móti sær sjálvum og konuni, so var ein viðmerking niðri undir frásøgnini, sum eg hefti meg við. Har sigur ein maður frá, hvussu hann mangan verður fataður av sínum ’líkum’ í lgbt rørsluni. Meira enn einaferð er sagt við hann, at hann er ikki tvíkyndur, men bara ikki er komin úr skápinum sum samkyndur.

Í kanning Bisexual Invisibility, sum San Francisco Human Rights Commission hevur gjørt, verður sagt, at parturin av teimum, ið kenna seg tvíkynd, er nógv størstur í lgbt rørsluni í USA. (og har operera tey við sexual behaviour versus sexual orientation – tað er ongin, sum sigur, at tað skal vera lætt 🙂) Hóast tað er hesin parturin av fólki sera ósjónligur, tú verður antin hildin at vera samkynd ella hinskynd. Tað verður mangan hildið at vera eitt skifti í lívinum at vera tvíkynd, og at tað fer at broytast, og tú seinni kemur á rætta hill og verður samkynd, men kanningar hava víst, at hetta er ikki so.

Brenda Howard (1946-2005), sum er kend sum mamma at pride festivalunum var tvíkynd rættindastríðskvinna. Hon var fremst í lgbt rørsluni í USA, samstundis sum júst tvíkynd máttu bíða fleiri ár fyri at blíva partur av lgbt navninum. Og vit vita, at sjálvt um tú ert partur av einum heiti, so er ikki vist, at tú í veruleikanum er viðurkendur partur av arbeiðinum fyri rættindum. Tað lættasta er bara at siga samkynd og so gloyma tví- og transkynd, tí tey eru so ring at plasera!

Eitt, sum kanningin vísir á,  er, at tvíkyndleiki eisini er ósjónligur í amerikansku lgbt rørsluni. Av peningastuðlinum, sum rørslan fekk í 2008-09, eru ongir pengar settir av at arbeiða við málum hjá tvíkyndum, men bara fyri sam- og transkyndum. Havandi í huga at tvíkynd er størri partur av rørsluni, so er hetta sigandi.

Tá San Francisco Human Rights Commission gjørdi kanningina og m. a. sendi spurnarbløð út til lgbt rørslur í San Francisco, gjørdist tað greitt fyri teimum, at rørslurnar í grundini als ikki høvdu hugsað um, at tvíkynd vóru ósjónlig í arbeiðinum hjá teimum, og at tey gjarna vildu vita, hvat tey skuldu gera fyri at taka henda partin meira upp í arbeiðið.

Á heimasíðuni homotropolis.com er ein samrøða við Miguel Obradors, sum als ikki er so vísur í, at lgbt rørslan rúmar tvíkyndum. Hann vil vera við, at tvíkynd verða kúgað í donsku lgbt rørsluni. Tey vera assimilerað og marginaliserað, sum han tekur til:

http://www.homotropolis.com/2011/11/kultur/den-oversete-biseksualitet/

Í fólkaskúlanum er nýggja orðið inklusjón – hetta kundi kanska eisini verið vert at hugsa um í lgbt rørsluni.

Og at døma eftir uppmøtinigini á pridegonguni 27. junl er ongin ivi um, at føroyingar vilja inklusjón, tað eru bara okkara politikarar, sum koma darlandi aftaná.

 

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s