Við hjarta og heila

So situr tú her, eitt sindur mørbankað, men við einari góðari kenslu av at hava upplivað okkurt rættiliga hugtakandi.

Fekk lokkað onkran við mær á eina ferð runt Vágoynna, sum endaði við einum góðum bita í Mykinesi.

Vit løgdu frá landi kl seks um kvøldið, veðrið var av tí allarbesta, men man er væl uppvaksin millum sjómenn, so eg visti, at tað altíð er ísakalt á sjónum, og so var. Eg hevði fylt mær ein lítlan ryggsekk við eyka buksum, húgvu, muffidissu (Ja! muffidissu), handskum (sum eg fekk sum løn fyri ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum um kyn í føroyskum skúlabókum), ja mangt hevur man upplivað!

Gutti Petersen greiddi frá, í mikrofon, men hon hoyrdist bara á dekkinum, so skuldi tú hava nakað við, so skuldi tú standa har. Men tað var absolutt ok, tí hetta var ein so fantastiskur túrur við so ótrúliga vakrari náttúru, at har var vert at verða standandi. Og Gutti dugdi frágera væl at greiða frá, og væl visti hann, bæði um upplivingar, staðarnøvn og sagnir úr Vágoynni.

Bjørgini vestanfyri – Sørvágsbjørgini eru ótrúliga flott, hørð – grótut og við nógvum støðum, har farast kundi inn í við hesum fína bátinum Jósupi, sum snaraði sær sum ein tøppur á lítlum plássi. Komin inn í ta fyrstu gjónna treiv Gutti í at syngja tjóðsangin, og øll tóku undir. Vit føroyingar eru hopleysir, tá vit uppliva grót verða vit so nationalistisk, sum eg veit ikki hvat. Syngjandi grót – helt ein poetisk sál fyri.

Komin runt og til bjørgini við Miðvág og Sandavág, broyttist náttúran fullkomiliga, høg bjørg og so strálandi grøn, at tað hálva er meira enn nokk. Ikki so øgislig, sum vestanfyri, men so vøkur so vøkur …

Og so slapp eg fyri fyrstu ferð at síggja Víkar, har ommu mín Elisabeth Rasmussen var frá. Tankavekjandi! At nakar hevur sett búgv har, sjálvt um har var so vakurt. Mín 2013 heili skilti tað ikki! Og tá eg hugsaði um, hvussu tey hava gingið úr Víkum og til Bíggjar ella Gásadals, so fekk henda øgiliga hæddin mín hæddarræðsluheila at frysta.

Umborð fekst tú kaffi og trumf!!! Trumfur er ein skuffukaka, sum mamma plagdi at baka hvønn leygardag: nógv egg, nógv vitamargarin og nógva kardamummu. Hetta er ein himmiríkis biti, stutt sagt, so mín diabetisheili koblaði frá umgangandi, og eg át sum eitt ørt.

Vit endaðu túrin í Mykinesi, har vit vórðu boðin í hjallin hjá Eddie og Helgu at fáa okkum góða heita feska suppu og breyð við føroyskum viðskera. Tann konan, (tí eg rokni bara við, at tað er ein kona), sum hevði gjørt rullupylsuna, eigur at fáa nobelheiðurslønuna í mati!

Vit endaðu við at fara ein túr í gomlu dansistovuna. Rikard Leonson bjóðaði og greiddi frá, at tey høvdu havt tombola har um dagin, og tað hevði eydnast teimum at fáa umleið 8000 kr inn.  So sig ikki, at tað ikki gongur fyri seg í Mykinesi, og alt fer til at seta gomlu dansistovuna í stand. Hon er frá 1904, haldi eg, hann segði, og tað er felagið Súlan, sum stendur fyri arbeiðinum.

Hetta var triðju ferð eg havi verið í Mykinesi. Fyrstu ferð var eg við Miu og systkinabarni mínum Elisabeth og ferðaðist. Tær eru báðar farnar undir grønu torvu, somuleiðis tey bæði, ið búðu har í húsinum Lítli Jens og Esther, sum var systir Miu. Eg stóð uppi á vegnum og hugdi oman á húsini hjá Lítla Jensi og Esther og hugsaði um ta fyrstu ferðina, eg var har úti og gloymdi meg púrasta burtur. Komin fyri meg, varnaðist eg aftanfyri meg eitt rættiliga fínt alment vesi, sum var komið at standa har eftir drúgvar samráðingar um investeringar í Mykinesi. Útoyggjarnar hava tað ikki lætt, men harrragud, tær hava nógv at bjóða okkum ørkymlaðu bygdafrellum, sum hava alt ov nógv um oyruni og koyra gangska for nógv í bili í staðin fyri at njóta fuglalátið og friðin.

DSC02024                                                                Foto: Fróði Poulsen

Fróði Poulsen hevur tikið nakrar flottar myndir, sum eg velji at leinkja til í staðin fyri mínar, tiknar á mínum crappy lítla kamera, sum er keypt í FK. Eg royndi nakrar ferðir at taka tað fram, men varð bara hird til viks av tólum við telelinsum og eg veit ikki hvat, so eg uppgav, og eg og myndatøka? Ja, tit kunnu bara spyrja míni børn: tær flestu myndirnar eru av fótum í gummistivlum standandi á dekkinum á Jósupi, tikin av misgáum.

Myndir av túrinum

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s