Goddag mand økseskaft

natur351

Eg havi stóra virðing fyri Heina í Skorini, hann er ein skilamaður, men tá eg las greinina Tunnilsmyrkur, tingið og tapandi tjóðin, mátti eg ásanna orðini, sum mín gamli verfaðir plagdi at hava fyri munni: ikki alt vit situr í einum høvdi. Eg kom eisini at hugsa um gomlu søguna um tann deyva mannin, sum ikki vildi latast at vera deyvur:

Der var engang en færgemand som var meget tunghør. En dag var han kravlet op i et træ uden for sit hus og skulle hugge en gren af.
Da ser han et stykke borte to mænd komme ned mod færgestedet. Nu var det sådan at han ikke brød sig om at fremmede skulle lægge mærke til at han var døv.
Derfor tænkte han ved sig selv: egentlig kan jeg jo nok vide, hvad de vil sige når de kommer herhen. Først vil de spørge mig, hvad det skal bruges til som jeg her hugger. Så svarer jeg: økseskaft. Så spørger de nok, hvor langt et stykke gren jeg skal bruge. Dertil svarer jeg: op til denne her knast. Derefter kommer de nok frem med deres ærinde og beder om at måtte låne min båd for at ro over vandet så de slipper for den lange omvej. Til det svarer jeg: hun er læk. Når de ikke kan få båden vil de sikkert låne mine heste og så svarer jeg: de er med føl begge to. Når de altså heller ikke kan få dem, så vil de nok spørge om hvor vejen går ind til byen. Dertil svarer jeg: oppe mellem de to piletræer.

Nu var de to mænd et par unge karle der havde hørt at færgemanden havde sådan et par kønne døtre, og det var dem de var kommet for at besøge.
»Goddag mand« sagde de.
»Økseskaft« sagde manden.
»Gid det sad i din hals« sagde den ene af karlene.
»Op til denne her knast« svarede manden.
»Er din kone hjemme?« spurgte den anden.
»Nej, hun er læk« sagde manden.
»Hvordan har dine døtre det?« råbte de så.
»De er med føl begge to« svarede manden.
»Åh gid du var hængt« råbte de to karle.
»Oppe mellem de to piletræer« sagde færgemanden og pegede.

Og så gav han sig igen til at hugge løs.

Hugsanin um ferjumannin komst sjálvandi av, at meðan øll onnur eru um at sálast av vantandi demokratifatan, loynidómum í politisku skipanini og einari ørari ætalan um at byggja ein tunnil millum  sunnara part av Eysturoynni og Havnina, so er Heini í Skorini um somu tíð bangin fyri sandoyartunlinum.

Eg veit ikki, um Heini í Skorini veruliga heldur, at sandoyartunnilin fer at verða bygdur. Eg vænti tað ikki; politiska og fólksliga rákið er so staðiliga ímóti ætlanini. Hetta at ein stór oyggj í Føroyum er um at avtoftast er fullkomiliga líkagyldugt fyri føroyingar. Tí sambært Heina í Skorini snýr málið seg um, hvørt Gerhard kann koyra beinleiðis til arbeiðis! Og at ein sandoyrartunnil kanska hevði verið ein fongur eisini fyri meginøkið, er als ikki nakað, kalkulerað verður við. Nei, tað er bara at flyta allar sandingar norður í meginøkið, so er trupulleikin loystur.

Lat meg skunda mær at siga, at eg eri heilt og aldeilis ímóti at ræna stovnsfæið í fyrrverandi landsbankanum, men aftur hetta er eitt rák, sum passar so ógemeina væl til hetta vaksandi høgrarákið, vit hava í Føroyum, eitt høgrarák sum er samanblandað við fullkomiligari ignoransu. Einum IQ við minus 75.  Um Heini í Skorini heldur, at tær 150 milliónirnar verða latnar, tí politikarar vilja byggja ein sandoyartunnil, so er hann naivari, enn eg helt. Tí sjálvandi er tað eitt halt kjaft bomm til tingmenninar úr Sandoynni, akkurát sum ítróttarhøllin var tað á sinni, og tað ger ikki sandoyartingmenn ella sandingar til verri fólk enn onnur, men tað sigur ómetaliga nógv um okkara politikarar! Ikki eiti á dýrtkeypt halt kjaft bomm!

Eg spyrji meg sjálva: hví spyr ongin journalistur okkara fíggjarmálaráðharra um hesi viðurskiftini? Er hann friðaður í klassa A, ella er hann farin undir heilt? The answer is blowin´in the wind …

Og hví er tað í lagi, at Búskaparráðið als ikki hevur viðgjørt leistin, sum eysturoyartunnilin skal byggjast eftir. Hetta er okkara Búskaparráð, for f….!

Við undiryvirskriftini Útjaðarin vinnur – tjóðin tapur, sigur Heini í Skorini:

“Tað snýr seg ikki um at bjarga einari oyggj við gott 1200 fólkum. Tað snýr seg um at bjarga einum landi.“ Burtursæð frá at eg eri púra samd við Heina í hesum setninginum, bara ikki í premissunum, so má eg konstatera: at argumentatiónin hjá Heina er: sum ferjumaðurin svarar í søgnini: Nej, hun er læk.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s