Orð drepa ikki, bara gerðir

883160-sushmita-banerjee

Tað var við blandaðum kenslum, at eg lurtaði eftir Flemming Rose í gjárskvøldið í Norðurlandahúsinum. Flemming Rose skrivaði Tavshedens tyranni eftir hendingina við Muhammed-tekningunum, og tað er ein sera áhugaverd og væl skrivað bók, sum setir tankar í gongd.Men meðan eg lurtaði eftir honum í gjárkvøldið, fekk eg eina kenslu av, at nógvar av argumentatiónunum vóru ov lættkeyptar, serliga hetta argumentið við, at tað ikki er gott fyri okkum at seta lógarparagraffir í verk, sum hava til endamáls at verja fólk fyri ikki at verða hunddálkað av einum mótparti. Hann tosaði um m.a. 266b. Sjálvt um eg kann fylgja honum langt í hesum, at vandi kann verða fyri at politisk korrektheit kann bana vegin fyri einari tøgnmentan, so meti eg ikki hesar paragraffir at hava nakað við politiska korrektheit at gera. Hetta er bara ein staðfesting av, at í staðin fyri at kalla fólk bæði líkt og ólíkt, so ber til at argumentera á sømiligum støði. Tað haldi eg, at 266b er ætlað sum.

Orð drepa ikki, segði Rose, bara gerðir, tvs. at um tú sigur, at jødar eru kakelakkar, so drepur tað ikki jødar, men sigur tú, at jødar skulu drepast, so hevur tú eggjað til dráp, og tað skal bannast.

Eg haldi, tað var Sjúrður Skaale, sum undraði seg yvir, at Flemming Rose er journalistur og leggur so lítlan dent á orðið, og hvørja effekt tað kann hava, eisini dráp sjálvt um tú ikki beinleiðis leggur upp til tað.

At orð elva til dráp, máttu vit sanna, sum lótu bløðini upp og tendraðu tíðindaportalarnar í morgun. Meðan eg havi sitið og notið mín kopp av espresso, áðrenn niðurfaringartíð, er Sushmita Banerjee tikin og dripin av Talibanmonnum í Afganistan.

Hví? Jú, tí at hon dittaði sær at skriva orð um viðurskiftini hjá kvinnum undir talibanstýrinum.

Hesar skeggapurnar og teirra øra trúarfatan!

Hygg hatta vóru aftur orð!

Sushmita_Banerjee_file_pic_295Friður veri við Sushmitu Banerjee

One thought on “Orð drepa ikki, bara gerðir

  1. Eg var eisini og lurtaði eftir Flemming Rose, og eg skilji væl, at mann kann undrast um hansara sera avgjørda hugburð um rættiliga radikalt talufrælsi ella úttryksfrælsi, men eg haldi tó, at hansara argumentir og søguliga próvførsla var rættiliga sannførandi. Í øllum førum “rættiliga”. Men eg vil tó geva tær rætt í tí, at orð helst kunnu føra til harðskap og morð. Men hinvegin kann mangul uppá orð og mangul uppá opið, frítt kjak eisini – og kanska enn meira – føra til harðskap og dráp. Dømið við Banerjee omanfyri er eisini helst meira eitt dømi um manglandi talufrælsi og manglandi tolsemi. Altso heldur eitt dømi, sum undirbyggir argumentini hjá Rose enn tað øvugta …

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s