So nógv virða teir okkum

Á veg til hús: Tvungin fosturtøkuráðgeving, stendur á forsíðuni í Dimmu.

Hesi bæði orðini tvungin og ráðgeving skurra í oyrunum. Men tað er bara í mínum oyrum. Í oyrunum á monnunum í Miðflokkinum er hetta sum søtur tónleikur.

Føroyska abortlóggávan er frá 1956 við einari lítlari broyting í 2009.

Í Føroyum er aborttalið seinasta ár 34, so onkursvegna tykist mær hetta sum at skjóta spurvar við kanónum. Talið av abortum er fyri tað fyrsta lágt og fyri tað annað niðurgangandi.

Í føroysku abortlóggávuni, sum sjálvandi er donsk, hevur kvinna rætt til abort, um:

       vandi er fyri lív og heilsu hjá kvinnuni

       hon er gjørd við barn við revsiverdigari handling

       um vandi er fyri, at barnið kann gerast sinnisjúkt (her verður eisini epilepsi talt við)

       um likamligar ella sálarligar defektir gera kvinnuna óegnaða at taka sær av barninum

Í øllum øðrum viðurskiftum skulu tveir læknar sínaámillum samráðast um, hvørt kvinnan skal hava abort ella ikki. Nú skal so ein triði persónur aftrat gera eina vurdering.

Nú havi eg ikki lisið viðmerkingarnar til, at henda avgerðin verður tikin, men eg má bara konstatera, at Karsten Hansen og hansara miðflokkamenn, og øll hini, sum nú hava latið familjurætt upp í hendurnar á hesum flokki at spæla Gud við, mugu onkursvegna illtonkja tær 34 kvinnurnar, sum seinasta ár fingu abort fyri at hava gjørt tað, tí at tær ikki hava nakra lógarásetta grund til at gera tað. Altso at tær kanska gera tað til stuttleika, tí hví skuldi ráðgevingin annars verið tvungin? Halda teir, at  kvinnur halda tað vera stuttligt at fáa abort? Ella halda teir, at kvinnur eru so býttar, at tær ikki duga at søkja sær ta hjálp, sum hóast alt er at fáa, áðrenn ein slík marksetandi avgerð verður tikin?

Her hava kvinnur steinsovið í tímanum.

Og spurningurin er, hava kvinnur í Føroyum nakað talirør?

Ella verða tær bara viðfarnar sum pariur, fyri at ein politisk kabala skal sleppa at ganga upp?

Tá eg lati Dimmuna aftur, má eg enn eina ferð konstatera: vit vera stýrd av idiotum.

Nei, ikki er tað løgið, at fólk flyta úr hesum landinum og ongantíð koma aftur!

IMG_1435

4 thoughts on “So nógv virða teir okkum

  1. Eg eri kvinna, eg meti meg sjálva sum feminist, tjóðveldisfólk og eri ikki limur í nakrari samkomu uttan fólkakirkjuni. Eg eri sera fegin um, at hetta átakið hjá Miðflokkinum umsíður tykist gerast veruleiki. Eg havi í nógv ár livað við seinárinum av fosturtøku og eg kennni fleiri, sum á sama hátt eru raktar.

    Mín rættur sum kvinna er, at eg ikki skal noyðast at velja eitt barn frá, tí at hjálpin og vegleiðingin í landinum er so út av lagi ússalig. Hatta er eitt stig á leiðini. Tað er ein virðilig loysn, at júst Gigni skal taka sær av ráðgevingini. Fosturtøka er ikki kvinnufrælsi. Fosturtøka er vold, ikki bert móti tí ófødda, men eisini mammuni

  2. Eg havi ikki sagt, at fosturtøka er lig við kvinnurfrælsi, men eg haldi, at kvinnur kunnu koma í eina støðu, har tær hava abort fyri neyðini. Eg viðurkenni fult út, at summi eru ímóti aborti og onnur ikki, og eg ivist heldur ikki í, at summar kvinnur fáa seinárin av aborti, men als ikki allar. Og er ein ímóti aborti, so skal ein lata vera við at fáa sær ein. Í Føroyum hava vit ikki frían abort, tú skalt uppfylla nakrar treytir fyri at fáa abort. Men at NOYÐA kvinnur at verða ráðgivnar er ein ómynduggering av teimum. Vit hava longu frammanundan eina ráðgeving, bæði í Sjálvhjálpuni og hjá læknum og sálarfrøðingum. Har kann ein og hvør venda sær í neyðini og fáa hjálp. Men hetta er ikki nóg mikið fyri Miðflokkin, tí hann er ikki úti eftir at hjálpa kvinnum, men at rasla við sáplunum og tekkjast Gudi. Grundtvig segði einaferð: Menneske først og kristen så – og tað haldi eg, at mafian her á landi hevur gloymt.

  3. Vit kunna kjakast um hetta her frá og í allar ævir. Kvinnan skal ikki koma í eina støðu har hon hevur fosturtøku fyri neyðini, Tað er har, sum setast skal inn. Tí kvinnan skal verjast og hjálpast á allar hugsandi mátar. Páparnir skulla ábyrgdast og ikki bert sleppa sær undan á hendan hátt. Eg hevði kunnað hugsað mær en statistik yvir, hvussu nógvar kvinnur fegnar høvdu vilja havt barnið um tær kundu verið tryggjaðar góðar umstøður fyri barnið. Og hvussu nógvar velja ta syrgilgu loysnna tí at pápin sveik. Eg kenni so hvussu er fleiri. Hvørjum læknum er ráðgeving hjá? Mín segði EINKI, kvinnulæknanir spurdu IKKI um hetta var tað eg vildi, og hóast eg hart og týðiliga segði við eitt heilsustarvsfólk, at eg ikki vildi hava eina fosturtøku kortini, so varð ikki lurtað og barnið tikið. So eg veit tíverri at tann ráðgevingin og umsorganin sum fáast kann er sera ivasom. So heldur savna ráðgevingina á einum staði.

  4. púra samd, haldi, at kvinnur hava brúk fyri ráðgeving, og at ráðgeving eigur at vera so góð sum gjørlig. Tað er ikki tað, eg finnist at her, men at ráðgevingin skal vera TVUNGIN, tí tað er tað als ongin grund til. Vit kvinnur hava væl eisini ein heila at hugsa við.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s