Ursula

Leygarmorgun er ein deiligur morgun, tá man onki hevur at gera væl at merkja.

Tað fyrsta, eg geri, er at rætta meg eftir Ipaddini. Har eru sjálvandi einar 18 appir, sum skulu dagførast. Tá tað er gjørt, fari eg at hyggja at The Paris Review, og sjálvandi verði eg hooked beinanvegin. Keypi nýggjastu útgávuna og fari at lesa eina samrøðu við Ursulu le Guin. Einasta, eg veit, finst á føroyskum eftir hana hevur Hanus Kamban týtt, og hon stendur í savninum Tað nýggja Atlantis.

Sjálv gjørdist eg var við Ursulu le Guin í 1979, tá bókin De udstødte kom út. Á enskum eitur hon The Dispossessed. Undirheitið á tí donsku útgávuni er en socialistisk utopi. Eg ivist í, um hetta er nakað, Ursula hevur á sínari upprunaútgávu, kanska er hetta tí, at bókin kom út á Modtryk, rættari sagt Socialistisk Bogklub hjá Modtryk, sum eg sjálvandi fekk bøkur frá.

Á bakinum hevur danski rithøvundurin Inge Eriksen viðmælt bókina: Hon fer inn á bein í viðurskiftum, sum eru um at taka lívið av okkum, sigur Inge. Bókin kann lesast aftur og aftur, lovar hon, og tað ljóðar sum søtur tónleikur í mínum oyrum, tí tað er júst tað, eg umhugsi … at fara at lesa hana aftur. Serliga nú eg havi lisið samrøðuni í Paris Review. IMG_1905

Bókin er ein utopi um tvær verðir Urras og Anarres, har Urras er ein kapitalistisk verð við øllum, vit kenna haðani, og Anarres er ein utopisk anarkistisk verð, har devisan stutt sagt er: Eigur, ið brúkar!

Samrøðan í Paris Review fær meg aftur at hugsa um tíðina í hálvfjersunum, tá eg las alt, eg kundi fáa hendur á. Eg veit ikki, um tað var tann ultimativa sannleikan, eg leitaði eftir, ella onkrum svari, men eg má sanna tað, sum Ursula le Guin er komin fram til:

As for my writing voice in general, well, you get old and your language gets like your shoes or your kitchen gear – you don´t need fancy stuff any more. You´ve learned how to just say it. Rereading some of my earlier novels, I often think to myself, I didn´t need all that stuff – I didn´t have to say that much. I could cut that whole bit. Cut!

I want the story to have rhythm that keeps moving forward. Because that´s the whole point of telling a story. (The Paris Review no. 206/15. sep. 2013).

Í samrøðuni tosar Ursula eisini um at viðurkenna seg sjálva sum kvinnu og at tora at skriva sum kvinna. Alt hetta hongur saman við tí ráki, sum byrjaði í trýssunum, har kvinnur enduruppdagaðu seg sjálvar og fóru at viðurkenna seg sjálvar og sítt egna virði. Ursulu le Guin sigur fleiri ferðir í samrøðuni, at hon er a slow learner, men tíbetur fann eisini hon sannleikan. Eg kom ongantið til at lesa eitt av høvuðsverkum hennara The Left Hand of Darkness, sum søgd verður at hava verið íblástur hjá mongum kvinnum millum annað bretska rithøvundanum Zadie Smith. Men nú verður tað tit, tí nú liggur hon á Ipadduni hjá mær, klár at fara í holt við.

thought I could organize freedom

how Scandinavian of me …

syngur Bjørk í anlegginum, og við tónunum frá hesari fantastisku kvinnu fari eg nú í gongd við dagsins dont.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s