Hvussu ber tað til, at tá tey smáu máløkini fara at tosa um seg sjálvi, so hevur tú næstan hug at skera út í sjóheitan grát, tí tað er so synd í okkum?
Grønland, Føroyar og sámiska máløkið løgdu fram um støðuna hjá barnabókmentum hjá sær á seminari í Oslo í sambandi við, at stóra virðislønarhandanin verður í morgin. Gremjilsini stóðu í skerandi andsøgn til tað, ið sagt var um td. føroyska uppskotið Skriva í sandin eftir Marjuna S. Kjelnæs.
Tá bókin varð framløgd fekk hon framúr gott ummæli frá Liv Marit Weberg, rithøvunda, ja tað var næstan so, at tað rann mær tár á kinn av at verða so feterað sum bókmentatjóð av einum umboði fyri ein sokallaðan majoritetslitteratur.
Og so tá ið orðstýrarin Klaus Rothstein seinni spurdi umboðini fyri majoritetsbókmentirnar, hvør meiningin var at innstilla minoritetsbókmentir upp til ein prís, tá tey nú als ikki gingu undir kriteriið fyri dygdar bókmentir, ja so svaraði Maria Österlund frá Åbo akademi, at tað á ongan hátt var givið at majoritetsbókmentirnar høvdu størri dygd enn minoritetsbókmentirnar, tvørturímóti so hevð hon ein favorit og gita hvønn? Skriva í sandin!
Kom aftur býtti Klaus – ella sum tey enskttalandi plaga at taka til: In your face!
Month: oktober 2013
Girl of Constant Sorrow
Tey, sum lesa mín blogg, vita helst av, at mær dámar so sera væl tónleik. Teir 45 minuttirnar, tað tekur at koyra til og frá arbeiði, brúki eg helst til at lurta eftir tónleiki, heldur enn eftir innantómum snakki og musakki í ÚF.
Nå – henda morgunin hevði eg sett mær eina fløgu at spæla, sum æt nakað sovorðið sum The Great American Songbook. Har vóru sovorðin sum Woody Guthrie, Hank Williams, Leadbelly og Odetta. Og so vóru onnur at hoyra, sum eg ikki kendi navnið á, td. The Stanley Brothers, men sangin kendi eg aftur, sjálvt um hann ikki ljóðaði soleiðis, sum eg var von. Sangurin var Man of Constant sorrow, og eg kendi hann frá filminum O Brother Where Art Thou? (2000).
Sangurin er elligamal, fyrsta, vit vita um hann, er frá Dick Burnett, einum hálvblindum violinspælari úr Kentucky, sum sang hann fyrstu ferð í 1913. Ongin veit, um tað er sami Burnett, sum eigur sangin; Burnett visti tað heldur ikki sjálvur.
Hetta tónleikaslagið er partur av einari gamlari siðvenju í eystara parti av Norður Amerika kallað Appalachia. Tað er ávirkað av enskum sangi, írskum og skotskum violinspæli, hymnum og blues frá afrikansku amerikanarunum, sum vóru kendir sum framúr banjospælarar. Sami appalachia stílurin er forleyparin fyri tað, vit í dag kalla bluegrass.
Økið í Appalachunum gjørdist eitt kolanámsøki, og har var ógvusligt fátækradømi, hungur og hall, men eisini stríðsvilji. Økið var á sinni kent fyri tey mongu verkfallini og námsabeiðarafeløg, sum stríddust fyri rættindi hjá teimum mongu kolanámsfamiljunum í Appalachunum.
Eitt ótal av tónleikarum hevur sínar røtur og sín íblástur frá júst hesum tónleikaslagnum úr Appalachunum: Stanley Brothers góvu sangin Man of constant sorrow út í 1951, í 1960 spældi Joan Baez ein annan variant av sanginum inn, sum æt Girl of constant sorrow, Bob Dylan hevði sangin á sínari fyrstu plátu í 1962 og Rolling Stones hava partar av tekstinum við í Let it loose, sum er á plátuni Excile on Main Street, sum kom út í 1972.
Tá eg varnaðist sangin hjá Joan Baez fór eg sjálvandi at googla, og kom fram til, at Sarah Ogan Gunning (1910-1983), sum var fødd og uppvaksin í Kentucky líka sum Dick Burnett, hevur gjørt sangin í 1936, tá hon er niðurbrotin av sorg av, at maðurin Andrew Ogan liggur at doyggja av tuberklasjúku. Andrew Ogan var kolanámsmaður, so Sarah kendi væl til hetta harða og fátæksliga lívið, eisini tí at hon sjálv var uppvaksin í einari familju, har pápin var kolanámsmaður. Sjálvandi hevur hon kent upprunasangin, og hennara sorgarstøða hevur fingið hana at skriva sangin um heimstaðið Kentucky og um korini hjá kolanámsfólki har.
I am a girl of constant sorrow,
I’ve seen trouble all my days.
I bid farewell to old Kentucky,
The state where I was born and raised.
My mother, how I hated to leave her,
Mother dear who now is dead.
But I had to go and leave her
So my children could have bread.
Perhaps, dear friends, you are wonderin’
What the miners eat and wear.
This question I will try to answer,
For I’m sure that it is fair.
For breakfast we had bulldog gravy,
For supper we had beans and bread.
The miners don’t have any dinner,
And a tick of straw they call a bed.
Well, we call this hell on earth, friends,
I must tell you all goodbye.
Oh, I know you all are hungry,
Oh, my darlin’ friends, don’t cry.
Her siti eg og lesi um og lurti eftir sangum, sum hava sín uppruna fyri 100 árum síðani. Og sjálvt um tað einasta, eg kenni til kol, er frá einum gomlum sørvingi, sum æt Dal Andrias, sum plagdi at fara knossandi við einum kolsekki úr kolanáminum í Hvalba, fram við húsunum hjá okkum, so verði eg kortini ríkari.
Illir yrkjarar
Havi bíðað eftir nýggja yrkingasavninum eftir danskaran Yahya Hassan, sum skal geva yrkingasavn út á fyrsta sinni í morgin tann 17. oktober.
Hann hevur fingið øgiliga umrøðu, áðrenn savnið kemur út. Hann er blivin eygnasteinur hjá uttasta høgra líka so væl sum uttasta vinstra, men fortreytirnar eru bara ymiskar, líka frá: hvat segði eg til sum tað er synd í honum
Yahya kann bara vera glaður, tí hann hevur tryggjað sær, at yrkingasavnið verður væl selt, longu áðrenn tað kemur út. Og tað, eg havi hoyrt og lisið higartil, er ógvuliga sterkt og væl skrivað, og onkursvegna er mín reaktión ein blandingur av teimum báðum frammanundan søgdu: hvat segði eg og sum tað er synd.
Onki nýtt er í tí, at yrkjarar vilja hava ein boðskap fram, onkur sigur enntá, at tað at skriva er terapi, og onki galið er í tí, so longi vit onnur eisini kunnu brúka tað sum terapi.
Tá eg hugsi um føroyskar illar yrkjarar síggi eg beinanvegin fýra nøvn fyri mær: Poul F, Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Katrin Ottarsdóttur. Stórur munur er á, hvat tey eru ill um, og onkursvegna skilir Katrin Ottarsdóttir seg burtur úr hesum fýra og líkist kanska meira Yahya enn hinir. Helst tí at tað, hon skrivar um, er nakað, sum hevur botn í privata lívinum og viðger ta viðferð, sum vit vaksnu geva børnum.
Poul F. er onkursvegna illur inn á tað etableraða, mentanarpávarnar í Havn, prestar og annað tílíkt. Jóanes Nielsen er ikki líka illur sum Poul F. og faktisk heldur ikki líka illur sum Tóroddur Poulsen, sum er illur inn á alt og øll, men kortini líka sum Yahya Hassan er eygnasteinur hjá onkrum. Jóanes Nielsen er illur inn á kapitalistiska samfelagið, og tað kennist kanska ikki so persónligt hjá øllum, men heldur sum ein politisk vreiði, men hann hevur eisini nógvar kenslubornar yrkingar, sum ikki eru so illsintar, men meira eitt sindur syrgnar av at nøkur fólk hava tað so ringt í einum kapitalistiskum samfelag.
Sjálvt Poul F. hevur poetiskar kærleiksyrkingar til bæði kvinnur og børn. Hvør kennir ikki yrkingina um rósuna, sum verður tugd og tanlað á hvørjum balli. Men eg havi ilt við at síggja nakra fitta yrking hjá Tóroddi, men her má eg skunda mær at siga, at eg eigi bara fýra av hansara yrkingasøvnum, harav eitt er signerað við hjartaligari heilsu, so hann er ikki altíð illur.
So summa summarum – gud havi lov fyri illar yrkjarar, sum fáa okkum upp úr stólinum …
Herman er frælsur maður
Nú ein dagin segði ein facebookvinur mær, at tað mundi hjálpa lítið at skriva undir uppá ditten ella dattin. Eg havi hugsað um hetta líka síðani, ikki tí at eg ivist í tí sjálv, men tí at tað undrar meg, at onnur ivast í tí.
Í gjár klokkan seks minuttir yvir seks um kvøldið fekk eg eitt teldubræv frá Amnesty International í Bretlandi, sum segði mær, at nú er Herman frælsur maður.
Týskvøldið hevði økisdómarin í Louisiana givið Hermani grið og lovað honum úr fonglsinum, har han hevur sitið síðan 1971.
Og skjótt verður Herman fullkomiliga frælsur í hesum heimi, tí hann er á seinasti stigi í krabbasjúku síni og fór úr fongslinum í sjúkrabili beinleiðis til eitt sjúkrahús.
”Through the ambulance window, he may have glimpsed the streets of New Orleans,” siga tey í brævinum, men hann sleppur neyvan at ganga har í gøtunum aftur.
Herman Wallace var saman við tveimum øðrum dømdur fyri vápnað rán í 1971 og fongslaður. Seinni var hann og ein annar dømdur fyri at hava myrt ein fangavørð, men onki prógv er nakrantíð funnið, sum bendir á, at teir hava gjørt hetta. DNA royndir hvurvu og annað mangt, sum fekk fólk at ivast stórliga í, at teir høvdu nakra skyld. Sjálvt einkjan eftir myrda mannin hevur gjørt greitt, at hon als ikki trýr, at teir hava myrt mannin.
Hetta er eftir øllum sólarmerkjum eitt klassisk dømi um rasismu, tí Heman Wallace er svartur og var aktivur í Black Panther rørsluni. Hann stríddist fyri at betra um viðurskiftini í fonglinum, men úrslitið var, at hann hevur sitið yvir 40 ár í fongsli og størsta partin fullkomiliga avbyrgdur
Bæði kend og ókend hava stríðst fyri at fáa Herman og vinir hansara leyslatnar, og nú er hann so leyslatin og skjótt ávegis til annan heim.
So tit: Skrivið fyri lívi – eisini tí, sum er um at fara handan sýn. Tað loysir seg!