Illir yrkjarar

Havi bíðað eftir nýggja yrkingasavninum eftir danskaran Yahya Hassan, sum skal geva yrkingasavn út á fyrsta sinni  í morgin tann 17. oktober.

Hann hevur fingið øgiliga umrøðu, áðrenn savnið kemur út. Hann er blivin eygnasteinur hjá uttasta høgra líka so væl sum uttasta vinstra, men fortreytirnar eru bara ymiskar, líka frá: hvat segði eg til sum tað er synd í honum

Yahya kann bara vera glaður, tí hann hevur tryggjað sær, at yrkingasavnið verður væl selt, longu áðrenn tað kemur út. Og tað, eg havi hoyrt og lisið higartil, er ógvuliga sterkt og væl skrivað, og onkursvegna er mín reaktión ein blandingur av teimum báðum frammanundan søgdu: hvat segði eg og sum tað er synd.

Onki nýtt er í tí, at yrkjarar vilja hava ein boðskap fram, onkur sigur enntá, at tað at skriva er terapi, og onki galið er í tí, so longi vit onnur eisini kunnu brúka tað sum terapi.

angrybird

Tá eg hugsi um føroyskar illar yrkjarar síggi eg beinanvegin fýra nøvn fyri mær: Poul F, Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Katrin Ottarsdóttur. Stórur munur er á, hvat tey eru ill um, og onkursvegna skilir Katrin Ottarsdóttir seg burtur úr hesum fýra og líkist kanska meira Yahya enn hinir. Helst tí at tað, hon skrivar um, er nakað, sum hevur botn í privata lívinum og viðger ta viðferð, sum vit vaksnu geva børnum.

Poul F. er onkursvegna illur inn á tað etableraða, mentanarpávarnar í Havn, prestar og annað tílíkt. Jóanes Nielsen er ikki líka illur sum Poul F. og faktisk heldur ikki líka illur sum Tóroddur Poulsen, sum er illur inn á alt og øll, men kortini líka sum Yahya Hassan er eygnasteinur hjá onkrum. Jóanes Nielsen er illur inn á kapitalistiska samfelagið, og tað kennist kanska ikki so persónligt hjá øllum, men heldur sum ein politisk vreiði, men hann hevur eisini nógvar kenslubornar yrkingar, sum ikki eru so illsintar, men meira eitt sindur syrgnar av at nøkur fólk hava tað so ringt í einum kapitalistiskum samfelag.

Sjálvt Poul F. hevur poetiskar kærleiksyrkingar til bæði kvinnur og børn. Hvør kennir ikki yrkingina um rósuna, sum verður tugd og tanlað á hvørjum balli. Men eg havi ilt við at síggja nakra fitta yrking hjá Tóroddi, men her má eg skunda mær at siga, at eg eigi bara fýra av hansara yrkingasøvnum, harav eitt er signerað við hjartaligari heilsu, so hann er ikki altíð illur.

So summa summarum – gud havi lov fyri illar yrkjarar, sum fáa okkum upp úr stólinum …

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s