Men ikkje vart gjenta gift

Var herfyri niðri í Keypmannahavn. Har fann eg eina fløgu hjá Hanus Johansen við yrkingum hjá norska skaldinum Jakob Sande. Av tí at eg hevði hoyrt Hanus syngja nakrar av yrkingunum til eitt borðhald í býráðshúsinumí Havn, var eg glað við, tá eg varnaðist, at har vóru tvær fløgur av sama slagi, so hana nubbaði eg mær við heim til hús, og tað eri eg glað fyri, tí hetta er ein væl spæld og sungin fløga.

Eg eri annars ikki villur fjeppari við Hanusi, serliga tí at mær ikki dámar so væl allar hesar Pól F. sangirnar, sum eg sannheit at siga haldi vera ræðuligar – undantøk eru – meir enn so.

74Men aftur til borðhaldið í Havn – tað var mentanarnevndin hjá Heðini, sum hevði bjóðað til ein góðan bita við undirhaldi í sambandi við eitt skeið í Norðurlandahúsinum, har fleiri norðurlendingar vóru við, bæði rithøvundar og ritstjórar. Arbeitt var við stuttsøgum, sum seinni komu út í bókini Elskar – elskar ikki. Við borðið sat eisini Guri Vesaas, og tá ið Hanus stemmaði í at syngja, sá eg, at hon og ritstjórin á Det norske Samlaget hugdu upp á hvørja aðra og smíltust. Frágreiðingin kom seinni: Jakob Sande hevði verið fullkomiliga burtur í mammu Guri – Haldis Moren, sum eisini var rithøvundur. Men Haldis vildi heldur hava Tarjei, og soleiðis endaði tað.

Men aftur til fløguna. Har eru 15 yrkingar, hvør betur enn onnur og væl spældar og sungnar. Av tí at eg eri stoppfóðrað við hetjum og blóðdryppandi søgum hvønn morgun í barnaútvarpinum um Sigmund og Trónd, legði eg serliga væl merki til yrkingina Før slaget, som kom út í yrkingasavninum Storm frå vest í 1931. Hon er um tveir menn, sum hvør í sínum lagi hava okkurt at hevna. Tað fantastiska er, hvussu væl Hanus dugir at dramatisera, umframt at hornini gera sítt til at fáa rætta hábærsliga huglagið fram í sanginum.

Órætturin, sum gjørdur er móti tí hábærsliga Torkjel frå Hålogaland, kemur rættiliga til sjóndar, tá hann í stórari andstygd rópar:

Vyrdeleg messa den feite prælat,

og døypte meg so i eit vaskefat.

Tí er tað eisini sum at fáa ein frammaná, tá næsta yrkingin Gjenta er ein láturliggering av gentuni, sum roynir, hvat hon kann fyri at verða gift, men onki hjálpir: Men ikkje vart gjenta gift, syngur Hanus aftur og aftur, men sig so tað, tá gentan verður í øðini, skræðir hon klæðini av sær og – men då vart gjenta gift …

Gangi í kvøldskúla til føroyskar bókmentir– og tað er sera áhugavert, men sum tað er maskulint – enn í hvussu er:

Ungir menn – teir stóru og klóku – hvat kann reystar gera dreingir? – hoyr um kappar kvæðið langa – hoyr við grúgvu mannin gamla – fram frímenn – til teir garpar, ódnir hava herðað – Føroya mál á manna tungu – fedramál – sum vit ervdu fedrum av  …

Nei, nú má eg gevast við einum ørindi úr Eg ser inn í augo dine úr yrkingasavninum Svarte næter, sum kom út í 1929, sama ár, sum hann fyrstu ferð hitti Haldis Moren:

Eg ser inn i augo dine,

       det er som en stjernekveld.

Dei strålar og skin mot mine,

Med glans av ein evig ild.

Nú gloymdi eg at siga, at fløgan eitur frå leddiken og kom út í 2006. Hon skal fáa mítt besta viðmæli, sjálvt um eg eri sjey ár ov sein.

 

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s