Sukursjokk

Tú fært aðrar preferansur, tá ið aldurin verður nakað, tú leggur til merkis. Tvs. tá ið tú nærkast teimum trýss, so eru ymsir veikleikar, sum gera seg galdandi og minna teg á, at tú ert deyðilig.

Tí fylgi eg sjálvandi nógv betur við, hvat fer fram inni í Heilsumálaráðnum, og eg má viðganga, at eg havi ikki serliga stóra tiltrúgv til landstýrismannin í heilsumálum, tíverri, tí tað er hóast alt hann, sum onkursvegna kemur at hava ávirkan á, um eg fái ein hampuliga góðan aldurdóm ella ikki.

Eitt slag av jesupápa, um tú vilt … sukker-laeber

Eg havi higartil fingið tvær diagnosir, sum eg fái heilivág fyri: gikt og sukursjúku.

Lat meg siga beinanvegin, at vit giktaviðgerðini er als ongin trupulleiki, eg fái tær viðgerðir, eg havi brúk fyri, og tann heilivág, sum ger, at eg kann ganga nøkulunda pínufrí flest allar dagar.

Verri er við sukursjúkuni, tí nú hevur Karsten fingið ein øgiliga fixan idé, at halda fólki burtur frá sjúkrahúsum og flyta viðgerð og kanningar til nærumhvørvið. Tað ljóðar øgiliga lokkandi, tí hvat kann vera betri enn, at tín egni lækni í nærumhvørvinum fylgir við í tínari sjúkuviðgerð og fær givið tær ta hjálp, sum skal til, og at tú sleppur undan at fara til Havnar í heilum. Sjúkrahúsið sleppur eisini undan øllum hesum hálvgum frísku persónum og kann konsentrera seg um tey, sum eru ordiliga sjúk.

Soleiðis stendur í Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan,Tingmál nr. F-2/2013:

Diabetesviðgerð út í primera geiran

Eitt ítøkiligt stig í ætlanunum at fáa heilsutænastur nærri borgaranum er, at viðgerð av diabetes 2 sjúku skal fara fram í primera geiranum. Í Diabetesheildarætlanini frá 2013 verður mett, at um 3.000 føroyingar hava týpu 2 diabetes. Eitt av tilmælunum í heildarætlanini er, at kommunulæknaskipanin skal standa fyri viðgerðini av sjúklingum við minni truplum diabetes

týpu 2. Diabetesabulatoriið á Landssjúkrahúsinum skal hava eina ráðgevandi funktión í hesum høpi.

Fyri at hendan umlegging kann eydnast, er neyðugt at menna førleikarnar hjá kommunulæknum og sjúkrarøktarfrøðingum at handfara sjúkuna. Starvsfólk á ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum kann standa fyri menningini av kommunulæknaskipanini. Hendan menning er so smátt farin í gongd, og ynskir landsstýrismaðurin nú at seta ferð á umskipanina. Í fíggjarlógini fyri 2014 verður neyðug játtan fingin til vega, so flest øll við sjúkuni diabetes týpu 2 frameftir fáa viðgerð í nærumhvørvinum

Hetta kundi ljóða sum ein ætlan, men trupulleikin er, at fólk longu eru slept upp á fjall – eg til dømis – so tað sum Karsten her kallar menning, er í veruleikanum eitt afturstig, tí eg havi ikki gingið til kontrol nú í umleið eitt ár, og øll, sum kenna eitt sindur til diabetes 2 sjúku, vita, at tú mást taka blóðroyndir og ganga til kontrol fyri at tryggja tær, at diabetessjúkan heldur sær nøkulunda í skinninum. Eg fái bara at vita, at eg skal seta meg í samband við mín egna kommunulækna, og tað havi eg so roynt eina ferð, men fekk nokkso greiða fatan av, at kommulæknin als ikki var giraður til hetta arbeiðið.

Neyðugt er at menna førleikarnar hjá kommunulæknunum og sjúkrarøktarfrøðingum til hetta arbeiðið, sigur Karsten, men henda menning er ikki komin í gongd enn, og vit við mildari diabetessjúku mugu bara smyrja okkum við, at vit nú hava fingið ábyrgd av okkara egnu sjúku og sjálvi syrgja fyri, at hon verður hildin niðri. Sjálvandi ber til at siga, at nøkur okkara eru før fyri tí, at taka ábyrgd, meini eg, men eg eri stórliga bangin fyri, at flestu okkara eru ikki før fyri tí. Um tú ikki ert inni í einari greiðari tilgongd, so fer alt á ridl, og sjúkan fer at gerast nógv verri, enn hon nýtist at vera.

Soleiðis eru vit menniskju – tí eri eg so glað- at giktadeildin á sjúkrahúsinum enn sleppur at taka ímóti mær. Sigur mær frá, nær eg skal koma til kanning, krevur av mær, at eg skal taka blóðroynd, tí annars fái eg ongan heilivág o. s. fr. Tað riggar bara.

Eg royni at halda meg til eitt papppetti, sum eg einaferð fekk, sum eitur Indkøbsvejledning til diabetikere, sum sigur mær, hvussu nógv feitt og sukur kann vera í matinum, sum eg keypi, og so bara vóna at prosenttalið ikki broytist alt eftir vísindaligari gransking, tí tað fái eg so ikki at vita. Fyribyrging, fyribyrging , fyribyrging stóð í tíðindaskrivinum frá Heilsumálaráðnum, tá ið álitið um Heilsunýskipan var givið út, men tað er lítil fyribyrging í at taka eina tænastu burtur og onga aðra seta í staðin. Eg havi onkursvegna ein grumman mistanka um, at hetta eru tóm lyfti, men livst so spyrst, og vónandi hendir nakað á dibetesøkinum, áðrenn blóðsukrið er farið upp í topp.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s