Tollaksmessudagur

IMG_1998 IMG_1997Jólagávurnar hava ligið klárar nú í nakrar dagar í gongini. Tær skulu við mær til Havnar í morgin.

Fyri fyrstu ferð í nógv, nógv ár, er tað ikki eg sjálv, sum skal standa fyri allari jólastákan, og tað er nakað nýtt og neyðugt at venja seg við.

Summi børn eru hjá pápanum, summi hjá gentuni og onnur heima við hús við sínum børnum, og tað er hagar, eg fari í morgin.

Tó – eg kundi ikki lata vera við at gera eitt sindur burturúr. Kleynurnar ger Valdemar, bakarin í Sørvági, men siropskøkur dadlukøkur og piparkøkur havi eg sjálv gjørt, væl hjálpt av Mariusi og Jónhild.

Og nú er seinasta hond løgd á verkið: Ein grýta við reyðkáli stendur á komfýrinum og angar av ediki, sólberjasaft, balsamico, kaneli og súreplum – er nakað betur ein tollaksmessudag, enn hesin fantastiski lukturin av heimagjørdum reyðkáli? Neyvan.

Og eg siti nú her og slappi av við einari kaldari rabarbubjór í einum gomlum hjartaglasi, sum er arvað frá teimum gomlu, og skuldi onkur ligið inni við kleyvaraglasinum, so er bara at forera mær tað.

Í morginárið verður veðrið vónandi gott, so tá ið tað lýsir í, fari eg mær ein túr út á kirkjugarðin at leggja okkurt á grøvina hjá foreldrunum og tendra nøkur ljós, so verður farið til Havnar. Eg gleði meg enn einaferð at sleppa at uppliva jólini saman við dóttur míni og mínum deiligu ommubørnum.

 

Gleðilig jól øll tit, ið lesa mín blogg.

One thought on “Tollaksmessudagur

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s