Altíð hjá mær

bc6ad7acfe0fd2da7989f356202d0e41_x600_a0.00_croppedÓlukksáliga langt síðan, at eg havi lisið eina kærleikssøgu, men henda hjá Maria Ernestam, sum Sprotin hevur givið út, havi eg nú lisið um jólini, fekk næstan ikki slept henni aftur, og helst var tað ógvuliga irriterandi fyri ommudóttrina, sum lá á bóli inni hjá ommuni og svav, tá omman setti sær fyri at lesa seinasta pettið av bókini, 1. jóladagsmorgun kl 6. Orsaka Simona!

Helst stavar hesin alskurin fyri kærleikssøgum heilt frá barn- og ungdóminum, tá í allar romanir í Familjujournalinum vóru slúktar, og tað næstan var ógjørligt at bíða, til tað helt fram í næsta nummari, sum tikið var til.

Eri langt síðan givin at skammast yvir mín fullkomiliga ókritiska lesnað av hálvvánaligum kærleikssøgum í barna- og ungdómsárunum, haldi ikki, at tað hevur skatt meg meira enn um eg onki las, tí alternativ vóru so at siga ongi, haldi heldur ikki, at dreingir fingu skaða av at lesa hálvvánaligar Battler Briton røðir og Spión X 13 og Bill og Ben, bara fyri at nevna nakrar. So umframt Familjujournalin var tað Mit livs novelle, Romanblaðið, og sovorðnar romantiskar teknirøðir, sum eg ikki minnist navnið á, og sum sjálvandi eru ógjørligar at finna inni á netinum, tí har finnur tí bara Bill og Ben og teir.

Men aftur til Altíð hjá tær og Mariu Ernestam.

Bókin gongur fyri seg í fleiri løgum ella tíðum, rættari sagt. Í tíðini 2005 til 2008, har Inga missir mann sín av hjartatilburði og fer ígjøgnum eina svára sorgarprosess. Tvey ár eftir at hava mist mannin, fer Inga til Marstrand at sleikja sárini, og har finnur hon eina eskju, har eitt bræv frá einari Leu liggur í. Hetta vekir hennara áhuga, og hon fer at leita eftir svarum uppá, hvør henda Lea er. Tað ger, at bókin eisini fer fram í tátíð, tvs. í 1959, har omma Ingu, Rakul, liggur at doyggja, og har lesarin fær innlit í ein part av lívinum hjá ommuni, tá hon sum ung genta fer til Gøteborg at tæna og hittir Leu, sum gerst vinkona hennara. Omman hugsar aftur um hetta, nú hon liggur til tað seinasta, og tað er serliga árið 1916, sum gerst avgerandi fyri alt, fyri ommuna og fyri Ingu og fyri ein triðja so at siga uttanveltaðan part. Hetta spælið millum, hvat lesarin fær at vita, og hvat Inga fær at vita, er genialt funnið uppá.

Í byrjanini veitst tú ikki, hví allir partar hava ein inngang, sum boðar frá onkrum sjóbardaga, tí hvat hevur ein sjóbardagi í 1916 at gera við eina kærleikssøgu? Men tað gerst púra greitt at enda, tí júst hesin sjóbardagin fær avgerandi ávirkan á lívið hjá øllum.

Tað er kanska óneyðugt at siga, at sera nógvar tilsipingar eru til trúgv í bókini, heitið á bókini sigur tað, nøvnini á persónum og mangt annað. Tvær ferðir verða orðini Altíð hjá mær brúkt: fyrru ferð er tað Inga, sum sigur hetta við ein heimleysan mann, sum sær hana standa og gráta úti á vegnum og bjóðar henni kaffi.

“Maður mín er deyður.”

Maðurin nikkaði dovisliga.

“Hvussu var hann, maður tín?”

“Hann var altíð har. Hjá mær.”

Seinnu ferðina er tað í deyðsløtuni hjá ommuni Rakul. Lea er hjá henni, soleiðis sum hon altíð hevur verið, líka síðan tær hittust fyrstu ferð.

Eg var altíð hjá tær

“Tú ert altíð hjá mær.”

Tað myrknar.

“Tú gongur móti ljósinum.”

Alt hvørvur.

“Ja, Rakul. Kortini verður tað.”

Ert tú her enn?

“Ja, í tonkum tínum.”

Tú heldur í hondina á mær.

“Eg haldi í hondina á tær.”

Tú fert ikki.

Nei, Rakul. Eg fari aldri nakrantíð aftur frá tær.”

Aldri … nakrantíð … aftur.

Legg til merkis, at onnur tosar við gásareygum og hin ikki. Sig so aftur, at málið ongan týdning hevur fyri at finna tann djúpa týdningin. Annað er heitið á bókini: hetta at brúka tær og mær: at heitið vendir sær til tín sum lesara, og at inni í bókini verður tað brúkt í dialogi millum tveir persónar (tær og mær) í einari avgerandi løtu.

Jákup í Skemmuni hevur týtt, og tað er hann sloppin væl frá. Tá eg kanni onnur ummæli av ritverkinum hjá Ernestam, síggi eg, at flestu ummælarar nevna fyribrigdið ernestamskar málberingar. Eg kenni ikki aðrar bøkur hjá rithøvundanum, so eg veit ikki, um Jákup Pauli hevur megnað at fingið tær ernestamsku málberingarnar yvir í føroyskt, men søgan fangaði meg, hóast eg sjálvsagt órógvaðist av onkrum smávegis orðum td. orðið veikans, sum verður nógv brúkt, og sum, eg haldi, als ikki hoyrir heima í nøkrum máli, hvørki tí talaða ella tí skrivaða. Lat okkum bara lata tað verða verandi í orðabókunum. Haraftrat helt eg orðavalið vera í so maskulint viðhvørt, spyr meg ikki hví, eg hevði bara onkra føling av, at tað átti at verið bleytari viðhvørt.

Bókin Altíð hjá tær er fjølbroytt, hevur nógvar streingir at spæla á, um eg tosaði danskt, so hevði eg sagt, at hon var facetteret. Hon er um sorg og kærleika, um at biðja um fyrigeving og fáa hann, men hon er fyrst og fremst um, at kærleika velur tú ikki sjálv, hann velur teg.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s