Ja, for f ….

Pussy RiotEg havi fingið eina opinbering. Hon eitur Slavoj Žižek og er úr Slovenia.

Ja, ok opinberingin er í einari bók, sum eg eri byrjað at lesa: Henrik Jøker Bjerre og Carsten Bagge Laustsen:

Den nyttige idiot – om Slavoj Žižeks samfundsteori.

Her havi eg gingið nú í nógv ár og gramt meg (innantanna sjálvandi) um, at øll tykjast at hava góðtikið, at tað als ikki letur seg gera at fáa eitt rættvísari samfelag. Síðani russar, kinesarar, kubanar, albanar, eysturtýskarar og you name it hava gott og grundiga klokkað í tí, so mugu vit smyrja okkum við, at tað frægasta, vit kunnu fáa, er ein lunkað sosialisma a la javnaðarflokkin kryddað við eini beinharðari kapitalismu a la jørgen og fólkaflokkin fyri nú at vera eitt sindur lokal.

Men nú sigur Slavoj, at tað als ikki er neyðugt, vit kunnu gott byrja aftur at seta spurnartekn við hesa rotnu kapitalismuna. Ja, í grundini áttu vit ongantíð at verið steðgað!

Tað er ikki nóg mikið at spyrja eina ørgrynnu av spurningum, sigur hann, tú mást duga at spyrja, spyrja teir røttu spurningarnar. Hann mælir til, at vit fara at lesa talurnar hjá Martini Luther King: ikki eina einastu ferð tosar King um tolsemi, at hvít eiga at vísa tolsemi og geva svørtum rættindi. Martin Luther King visti, at tað var ikki tolsemi, sum var orsøkin til, at svørt livdu eitt ræðuligt lív í USA, men beinhørð kapitalisma, penga- og maktgreði. Tað sama er við øllum øðrum spurningum um tolsemi, sigur Slavoj (og eg brúki altso fornavnið, tí hitt er hopleyst bæði at stava og siga). Spurningar um rættindi hjá kvinnum, samkyndum og øðrum kúgaðum bólkum er ikki ein spurningur um, at vit appelere til fólk um at vera fitt og blíð við okkum og geva okkum sama rætt sum øll onnur. Tað er ein spurningur um makt, og í okkara føri er spurningurin um makt samantvinnaður við trúgv, sum skal halda okkum niðri á einum miðaldarligum støði.

Í einari grein, sum eg las í Informatión, sigur hann, at hann roknar við, at eisini Mandela er deyður gamal, gráur og beiskur, tí at hann ikki kundi liva upp til ta stóru ætlanina hjá ANC, at geva svørtum ikki bara somu rættindi sum hvít, men eina sømiliga tilveru, lívskor, sum líktust teimum hjá einum vanligum miðalstætta hvítum suðurafrikanara. Í staðin fyri eru korini hjá teimum svørtu akkurát líka ring, burtursæð frá at tey sleppa á val, sjálvandi. Einasti munurin er, at afturat tí hvítu múgvandi yvirstættini er komið eitt lítið tal av svartari yvirstætt afturat, í aðrar mátar er alt við tað gamla.

Hetta hugsaði eg um, tá eg frætti, at minningarhald skuldi vera í Vesturkirkjuni herfyri. Nú var knappliga Mandela vorðin til eitt halgimenni, hann varð blivin borðbarur, sjálvt um hann ongantíð slepti sínari kommunistisku hugsjón. Ja í Føroyum var Mandela so borðbarur, at sjálvt Óli Breckmann fekk sagt nøkur rósandi orð um mannin, sum hann innast inni hatar. Ja ok, vit hómaðu hógvarnar onkustaðni í samrøðuni við Óla um Mandela. Fyrr var illani!

Slavoj Žižek og Pussy Riot limurin, Nadesjda Tolokonnikova, hava havt brævaskifti millum sín, meðan hon hevur sitið fonglsað. Hann vísir á, at tær í Pussy Riot nærum vóru yndisevni hjá miðlunum, líka til teir funnu útav, at limirnir í Pussy Riot ikki bara vóru ímóti Russlandi, men eisini ímóti globalari kapitalismu sum heild.

Tá ið brævaskiftið byrjar, biður Slavoj hana greiða sær frá, hvussu hon hevur tað, og alt hon noyðist ígjøgnum í fongslinum, og hvussu sambandið er við barnið, hon eigur. Nadesjda Tolokonnikova svarar aftur, at tað skal hann yvirhøvur ikki hugsa um, tí hon er bara áhugað at skifta orð við hann um politisk mál.

Svarið frá honum er soljóðandi:

Kære Nadesjda

Jeg blev forfærdelig flov, da jeg læste dit sidste brev til mig. For du skrev : »Du skal ikke bekymre dig for, om du blot fremfører dine teoretiske ideer, mens jeg på min side skal forestille at lide under ’de virkelige strabadser’«. Da jeg læste denne enkle sætning indså jeg, at min afsluttende bemærkning i mit forrige brev klingede falsk: Som om mit udtryk for medfølelse med din situation dybest set betød, at ’jeg har det privilegium at udtænke virkelige teorier og belære andre om dem’, mens din styrke er at ’kunne rapportere om dine oplevelser af modgang …’ Dit sidste brev viser, at du er meget mere end det. Du er en ligeværdig partner i en teoretisk dialog. Så modtag min oprigtige undskyldning for dette bevis på, hvor dybt rodfæstet mandschauvinisme kan stikke, især når den forklæder sig som sympati med den andens lidelse. Og lad mig så gå videre med vores dialog.

Slavoj er nógv ímóti lunkaðum fyristillingum um eina sosialdemokratiska triðju leið, hann er ímóti multikulturalistiskari liberalismu, vesturlendskari buddismu og filantrokapitalismu. Hann heldur, at alt skyldast resignatión, í staðin fyri at stríðast fyri einari globalari umskipan og politiskari nýskipan, so stríðast vit fyri einkultsakum, og um nakar dittar sær at siga, at hann/hon vil meira enn tað, so verður tað feiað av borðinum við einum einasta argumenti: at tað fer at enda við einari vanlukku.

Eg fái næstan ikki lagt bókina frá mær, har eru aha-upplivilsi á hvørjari blaðsíðu!

Samvitskubit – bara ov seint

Vit hava hoyrt tað óteljandi ferðir: at teir sum hava verið fedrar at oyðileggjandi tøkni, sum hevur ført til bumbur og skotvápn brúkt fyri at taka lívið av fólki og smildra alt rundan um seg í túsund pettir, hava havt ringa samvitsku av hesum. Niels Bohr hevði tað, Alfred Nobel eisini og nú hoyra vit, at Mikhail Kalasjnikov eisini hevði givið til kennar, áðrenn hann doyði, at hann hevði ringa samvitsku av øllum teimum deyðu, hann helt seg hava á samvitskuni.

Men hvat skal eg brúka tað til?

Hetta er longu uppfunnið og verður brúkt um allan heim í øllum kríggjum, sum man framvegis heldur fer at loysa allar verðsins trupulleikar, ja amerikanarar halda sogar, at tað ber til at innføra demokrati við vápnum.

 Code-Pink-bus-12969

Søga

Byrsan kalasjnikov ella AK-47, sum hon eisini verður kallað, varð uppfunnin eftir 2. veraldarbardaga og sett í framleiðslu í 1949. Hon er gjørd við týska Sturmgewehr 44 sum fyrimynd.

Byrsan vísti seg at vera eitt framúr gott vápn, um til ber at tosa um nakað gott í slíkum sambandi; hon var egnað í øllum viðurskiftum frá oyðimørk til mýrilendi, hon skýtur við stuttari frástøðu, og tað, siga tey kønu, er sera gott, hon skýtur 600 skot um minuttin, so har kunnu nógv liggja eftirá, hon er løtt at hava við sær, vigar bara eitt sindur meira enn 3 kg. og tolir ómetaliga nógv av. Hetta við at hon vigar so lítið ger hana eisini fyrimyndarliga í kríggi, har børn verða brúkt sum soldátar.

Byrsan er ikki bara eitt skotvápn, men er eisini eitt symbol, ja kanska enntá eitt ikon, eitt heilagt symbol.

Hon er nærum ímyndin av stríðnum hjá frælsisstríðsfólki, hon er í flagginum hjá Mosambik og Simbabvi, Hiszbollah hevur hana í sínum flaggi, Osama Bin Ladin hevði altíð eina uppi á sær, Saddam Hussein sigst at hava havt eina gulllagda kalasjnikov í sínari vápnagoymslu, Sylvester Stallone gjørdi, at hon bleiv partur av einari machomentan, hon var máttmikil og potent, tá hon sprændi sínar kúlur út millum fólk og lat okkum síggja, hvussu lætt tað var, og at tey lógu og sløddust deyð fyri føtur okkara í filmum. (Tí vit jú sjálvandi ikki eru við í nøkrum bardøgum).

Upplivingar ferðamál

Hon verður enntá brúkt sum ferðamál. Hóast byrsan verður brúkt í øllum heimsins londum í kríggi, so er ikki loyvt alla staðni at brúka hana, hevði nær sagt í friðartíð. Men í summumlondum er tað loyvt eisini, td. í Kekkia, Estlandi, Polen og Ungarn, har loyvi er at skjóta á góðkendum skjótibreytum og við kønum vegleiðarum.

Tað er júst hetta, sum ger, at ferðaskrivstovur bjóða út bólkaferðir, har endamálið er at skjóta til máls. Til dømis skrivstovan Go Dreams á Blegdamsvej á Østerbro, sum mitt ímillum golfferðir til slott í Frankaríki ella Tivoli túrar, lýsir við ferð til Budapest við yvirskriftini Fyr den af med sovjetiske skydevåben. Ferðin er ætlað minimum 8 persónum, málbólkurin er polterabends, firmaevents ella bara ein drengerøvstur med vennerne. So er stílurin líka sum lagdur. Møguleiki er fyri at skjóta við Margolin – 8  skot, Stechkin – 16 skot, Shpagin Assault Rifle -8 skot, Kalashnikov AK-47 – 8 skot og Dragunov Sniper Rifle – 3 skot. Altso hvør persónur sleppur at skjóta 43 skot, og einasta treyt er so at siga, at tú ikki ert skít og undir 18 ár. Eg siga bara eitt – sikken eitt tilboð!

Nei – álvaratos – tá vil eg heldur hava frið og Code Pink, hvørs seinasta aktión hevur verið ímóti dronuálopum hjá Barack Obama, sum mær er sagt, eisini hevur samvitskubit av teimum krígnum, hann hevur arvað frá sínum undanmonnum.