Vit hava hoyrt tað óteljandi ferðir: at teir sum hava verið fedrar at oyðileggjandi tøkni, sum hevur ført til bumbur og skotvápn brúkt fyri at taka lívið av fólki og smildra alt rundan um seg í túsund pettir, hava havt ringa samvitsku av hesum. Niels Bohr hevði tað, Alfred Nobel eisini og nú hoyra vit, at Mikhail Kalasjnikov eisini hevði givið til kennar, áðrenn hann doyði, at hann hevði ringa samvitsku av øllum teimum deyðu, hann helt seg hava á samvitskuni.
Men hvat skal eg brúka tað til?
Hetta er longu uppfunnið og verður brúkt um allan heim í øllum kríggjum, sum man framvegis heldur fer at loysa allar verðsins trupulleikar, ja amerikanarar halda sogar, at tað ber til at innføra demokrati við vápnum.
Søga
Byrsan kalasjnikov ella AK-47, sum hon eisini verður kallað, varð uppfunnin eftir 2. veraldarbardaga og sett í framleiðslu í 1949. Hon er gjørd við týska Sturmgewehr 44 sum fyrimynd.
Byrsan vísti seg at vera eitt framúr gott vápn, um til ber at tosa um nakað gott í slíkum sambandi; hon var egnað í øllum viðurskiftum frá oyðimørk til mýrilendi, hon skýtur við stuttari frástøðu, og tað, siga tey kønu, er sera gott, hon skýtur 600 skot um minuttin, so har kunnu nógv liggja eftirá, hon er løtt at hava við sær, vigar bara eitt sindur meira enn 3 kg. og tolir ómetaliga nógv av. Hetta við at hon vigar so lítið ger hana eisini fyrimyndarliga í kríggi, har børn verða brúkt sum soldátar.
Byrsan er ikki bara eitt skotvápn, men er eisini eitt symbol, ja kanska enntá eitt ikon, eitt heilagt symbol.
Hon er nærum ímyndin av stríðnum hjá frælsisstríðsfólki, hon er í flagginum hjá Mosambik og Simbabvi, Hiszbollah hevur hana í sínum flaggi, Osama Bin Ladin hevði altíð eina uppi á sær, Saddam Hussein sigst at hava havt eina gulllagda kalasjnikov í sínari vápnagoymslu, Sylvester Stallone gjørdi, at hon bleiv partur av einari machomentan, hon var máttmikil og potent, tá hon sprændi sínar kúlur út millum fólk og lat okkum síggja, hvussu lætt tað var, og at tey lógu og sløddust deyð fyri føtur okkara í filmum. (Tí vit jú sjálvandi ikki eru við í nøkrum bardøgum).
Upplivingar ferðamál
Hon verður enntá brúkt sum ferðamál. Hóast byrsan verður brúkt í øllum heimsins londum í kríggi, so er ikki loyvt alla staðni at brúka hana, hevði nær sagt í friðartíð. Men í summumlondum er tað loyvt eisini, td. í Kekkia, Estlandi, Polen og Ungarn, har loyvi er at skjóta á góðkendum skjótibreytum og við kønum vegleiðarum.
Tað er júst hetta, sum ger, at ferðaskrivstovur bjóða út bólkaferðir, har endamálið er at skjóta til máls. Til dømis skrivstovan Go Dreams á Blegdamsvej á Østerbro, sum mitt ímillum golfferðir til slott í Frankaríki ella Tivoli túrar, lýsir við ferð til Budapest við yvirskriftini Fyr den af med sovjetiske skydevåben. Ferðin er ætlað minimum 8 persónum, málbólkurin er polterabends, firmaevents ella bara ein drengerøvstur med vennerne. So er stílurin líka sum lagdur. Møguleiki er fyri at skjóta við Margolin – 8 skot, Stechkin – 16 skot, Shpagin Assault Rifle -8 skot, Kalashnikov AK-47 – 8 skot og Dragunov Sniper Rifle – 3 skot. Altso hvør persónur sleppur at skjóta 43 skot, og einasta treyt er so at siga, at tú ikki ert skít og undir 18 ár. Eg siga bara eitt – sikken eitt tilboð!
Nei – álvaratos – tá vil eg heldur hava frið og Code Pink, hvørs seinasta aktión hevur verið ímóti dronuálopum hjá Barack Obama, sum mær er sagt, eisini hevur samvitskubit av teimum krígnum, hann hevur arvað frá sínum undanmonnum.