Einaferð var ein sjónvarpsrøð í BBC, sum hevði heitið Grumpy old men. Hesa seinastu tíðina havi eg hildið, at teir allir eru fluttir til Føroya, men so eri eg komin eftir, at tað kunnu teir ikki, tí tær ensku grenjisurrurnar eru nógv fittari enn tær føroysku. Tað var eitt ávíst skemtiligt lag yvir øllum, sum teir grenjaðu um, sjálvt um teir helst meintu tað, teir søgdu: at alt var av hundanum til!
Tær føroysku grenjisurrurnar eru harafturímóti á ongan hátt skemtingarsamar, tær eru burturav so djúpt fornermaðar, fyri nú at tosa danskt, sum jú er yndismálið hjá teimum flestu grenjisurrunum, at tað er líka við, at ein verður tung í huga av at lesa støðudagføringarnar hjá teimum á facebook, ja viðhvørt er tað so galið, at tú byrjar at umhugsa eydnutablettir at taka tann ringasta broddin av tunglyndinum.
Men so kom eg at hugsa um, at mær nýtist ikki at lesa hetta grenjið, eg kann bara melda meg úr hesum grátusurrubólkinum, og tað havi eg so gjørt. Eg fái sannheit at siga heldur ikki nakað serligt at vita í bólkinum, sum kann gera meg betur føra fyri at taka avgerðir.
Og eg, sum altíð havi havt á orði, at kvinnur mugu læra at gevast at grenja og heldur siga, hvat tað er, tær vilja og gjarna sláa nevan í borðið samstundis. Nú er hetta gud hjálpi mær umvent! Hví so er, veit eg ikki, kanska eru gamlir, føroyskir menn gjøgnumgangandi bara meira ørkymlaðir enn gamlar, føroyskar konur?
Mínsann!