Tað, vit kunnu standa við

Tíðin er um at ganga undan hjá eini 41 ára gamlari konu, Satinah Binti Jumadi Ahmad, úr Indonesia, sum arbeiðir sum tænastufólk í Saudiarabia.

Hon hevur játtað seg seg seka í at hava dripið arbeiðsgevara sín í sjálvverju, tá ið arbeiðsgevarin var um at knúsa høvdið á henni inn í ein múr.

Familjan hjá arbeiðsgevaranum hevur kravt 7 milliónir riyal fyri at lata Satinah liva. Hava tey ikki fingið peningin innan 3. apríl, verður hon allarhelst hálshøgd.

Hetta las eg í dag, samstundis sum eg eri byrjað at lesa bókina Tað, vit kunnu standa við eftir Geir Lippestad.

Og eg má siga, at eg hevði viljað, at Satinah og allar aðrar Satinur høvdu Lippestad at verja seg, tí so hevði sæð øðrvísi út.

Geir Lippestad munnu flest vaksin fólk enn minnast navnið á. Tað var hann, sum játtaði at vera verji hjá Anders Behring Breivik, sum drap 77 fólk í Oslo og á oynni Utøya í 2011.

Hetta er ein sera persónlig frásøgn um eitt tíðarskeið í lívinum hjá einum sakførara, sum hevur játtað at verja ein mann, sum flest fólk hata, ikki bara í Norra, men um allan heim. Hann greiðir frá, hvussu tað eydnast og miseydnast honum at stýra millum skerini, tá hann verður yvirrendur av fjølmiðlum, og hóast alt var á gosi játtaði at verja ein mann, sum hann á ongan hátt tók undir við.

Bókin snýr seg á mangan hátt um ábyrgdina, vit hava av at liva í einum demokratiskum samafelag, um at øll eiga at hava rættartrygd. Hetta er nakað, sum vit sleingja um okkum sum flosklar, men sum fá okkara sleppa at prógva, tá ið reiðiliga stendur á, og tíbetur!

Ein av orsøkunum, til at Geir Lippestad er førur fyri at taka avgerðina um at verja Breivik, er baklandið, at familjan bakkar hann upp og eisini tað, at tey eiga eina deyðssjúka dóttur, sum ger, at hann og konan er von at koma út í støður, har truplar avgerðir skulu takast. Tað sum krevur, at tú vigar støðuna fyri og ímóti.

Tá eg hoyrdi um Lippestad, og at hann var verji hjá Breivik, kom eg at minnast aftur á, tá Nicolae Ceausescu og konan vórðu sett fyri ein sokallaðan fólkadómstól og síðan avrættað. Tey høvdu ongan at verja seg, og hóast stýrið, ið tey høvdu staðið fyri, var eitt rátt einaveldi, og tey helst høvdu mong lív á samvitskuni, so minnist eg, at eg hevði kuldaskjálvta av hesum. Tí hvar enda vit, um ongar reglur eru fyri rættartrygd?

Í Føroyum vóru somu røddir frammi, sum aðra staðni, at Breivik skuldi bara drepast beinanvegin uttan nakra rættargongd. Eg veit ikki, um Satinah sleppur undan at verða hálshøgd, men livi í vónini. Hin vónin er, at hon fær sømiliga viðferð og verju, men tann vónin er vónleys, eri eg bangin fyri.

 

Alt uttan uppreistur

Føroyar eru eitt lítið land, tað vita vit. Kemur tú onkursvegna tvørt fyri í hesum landinum, so er ikki altíð, at tú hevur trygd fyri, at tíni áhugamál fáa ta rættvísu viðgerð, tey eiga at fáa.

Tað er bara at hugsa sær allar sakførarar, sum fáa sítt livibreyð tætt undir liðini á politisku skipanini og embætisfólkum, slíkum, sum ein noyðist at halda seg væl við fyri ikki at verða tveitt út í kuldan.

Í 1984 yrkti Jóanes Nielsen:

Í mínum landi

sita trúgvandi menn við ræðið,

seinførir, óreinir,

spell

eingin dómadagur er til.

Í mínum landi

spákar moralurin ið lakktasku

heilin skorin úr løgregluni,

opið fylt við politiskum lurtitólum.

Mítt land sum flest onnur

ein hjartafeilur,

arbeiðararnir sveittandi við pumpurnar

kreppa í innvølunum

dreymarnir sigldir upp á turt,

her er alt

uttan uppreisturin.

(úr Pinnabrenni til sosialismuna).

Sjálvrós gongur aftur alla staðni í samfelagnum – ja sjálvt í grækarismessurøðuni í Havn í ár, var ein stórur partur av røðuni brúktur til at rósa sínum egna arbeiði og arbeiðsplássi! Hvar bleiv uppreisturin av?self-praise1

Fríggjadagin varð Winther-heiðurslønin latin kringvarpinum.

Á in.fo siga tey: Hetta stóð greitt, tá Felagið føroysk miðlafólk í kvøld handaðu ársins Winther-heiðursløn.

Tað eru miðlarnir sjálvi, sum velja innsløg, greinar ella tíðindaflutning um ávíst mál sum heild, og av tilnevndu uppskotunum varð sendingin hjá Kringvarpinum um Skálafjarðatunnilin altso vald at vera tann besta.

 

Fýra journalistar sita í dómsnevndini, tað svarar nøkulunda til, at fýra rithøvundar sótu í nevndini, sum valdu bestu bók, ella fýra fótbóltspælarar valdu besta fótbóltslið í Føroyum.

Skil meg rætt, tað eru nógvar sendingar í kringvarpinum, sum eru sera væl frágingnar, seinasta um Anitu var framúr væl úr hondum greidd, upplýsandi og fekk hárini at reisast á høvdinum, tá greitt var frá, hvussu illa vit fara við útlendingum, hvussu kapitalsima og privat áhugamál hóreiggja sær í fiskivinnuni.

Men alt ov ofta tykist mær, sum starvsfólkið í kringvarpinum heldur kringvarpið vera sítt egna privata spælipláss. Ikki øll – rætt skal vera rætt – men alt ov nógv.

Eg sakni sakligheit – gjarna engagement, men ikki egna vegna, men vegna meg og aðrar lurtarar/hyggjarar.

Tað riggar ikki, tá tveir journalistar byrja at skríggja í holið á hvør øðrum, tí at teir eru ósamdir um eitthvørt. Ella at innsløg ferð eftir ferð verða send í útvarpinum fyri at skapa okkurt slag av øsing. Viðhvørt ivist eg í, um tað er tí, at journalistar ikki duga at lesa ein tekst, ikki síggja, hvat mál veruliga snúgva seg um, men gera sum fólk, ið ikki eru nógv at sær komin, finna sær onkra orðing, sum onkursvegna loypur í eyguni, men sum als ikki umboðar allan sannleikan Ella tað er við vilja fyri at skapa øsing um okkurt, sum óneyðugt er at øsa seg um og í ringasta føri gongur ørindi fyri afturhaldið.

Aftur til heiðurslønina – sjálvandi er tað gott at fáa heiðursløn, tað kann fáa fólk at gera enn meira og betri tilfar, men hetta klapparíið á egið bak, hóvar mær ikki, sorry tit, eg kann ikki taka tað seriøst!

Hví velja Føroyar?

At bíta høvdið av allari skomm eitur okkurt, tað var so tað, sum rann mær í hug, tá eg stjól meg nakrar ferðir at hyggja logo_small_caseat tingvarpinum í arbeiðstíðini. Forvitin sum eg var eftir at hoyra eitt sindur av orðaskiftinum um at broyta hjúnabandslógina, so hon eisini fevnir um fólk av sama kyni.Ikki tí, eg hevði ikki væntað, at hon fór at blíva samtykt, men at ongin í samgonguni hevði rygg til at taka orðið, haldi eg, var langt úti.

Havi eisini hoyrt einstakar tinglimir fyri fólkaflokkin og sambandið tosa um, at teir í grundini eru fyri, men teir kunnu ikki atkvøða fyri, tí teir eru bundnir av einari avtalu í samgonguni. Vit vita øll, hvør tann avtalan er, hon er tann, sum Miðflokkurin stingur út í kortið hvørja ferð, teir sleppa við í samgongu sum eitt slag av sparsli. Henda avtalan er enntá strangari enn tann, sum CHE samgongan gjørdi.

Og soleiðis er fólkastýrið í Føroyum – beint tvørtur ímóti fólkaviljanum. Tí eg loyvi mær at svørja uppá, at størsti parturin av Føroya fólki gongur inn fyri, at samkynd skulu hava somu borgarligu rættindi sum hinskynd, men kortini sleppa tríggir mans at ráða yvir lagnuni hjá øllum: teimum samkyndu og okkum øllum, sum halda hetta vera burtur úr vón og viti.

Á heimasíðuni Vit velja Føroyar, sum millum annað Vinnuhúsið og kommunurnar sita fyri, verður sagt, at hon er fyri allar føroyingar, tey, sum búgva í Føroyum og tey, sum búgva aðra staðni, børn, ung, lesandi og arbeiðsfólk. Men er tað nú so?

Hyggur tú at forsíðumyndini á Vit velja Føroyar, eru flestu fólkini lukkulig ung, og børn við foreldrum av hvør sínum kyni. Har er tó ein samkynd, sum sigur seg hava tað fantastiskt í Føroyum, allir fordómar um tilveruna hjá samkyndum eru væl og virðiliga afturvístir, heldur hon. Og tað er sjálvandi gott. Nú er tað neyvan so, at samkynd verða beinleiðis forfylgd í landinum, hóast vit øll vita um einstakar tilburðir, har samkynd eru illa viðfarin í almenna rúminum.

Tað eru heldur ikki øll, sum vilja giftast – hvørki samkynd ella hinskynd, men at tað skal vera ólógligt at blíva gift, bara tí at tú elskar ein av sama kyni, er so fullkomiliga burturvið og oldnordiskt, at gud má seg forbarma!

Nei, tey sum við glitrimyndum og føgrum orðum royna at lokka fólk aftur til Føroyar at búgva og virka, áttu heldur at farið frá telduni eina løtu og farið aktivt inn í stríðið fyri at geva fólki í Føroyum somu borgarligu rættindi fyri ikki um at tala eina virðiliga tilveru nokk so langt uppi yvir fátækramarkinum, so fáa føroyingar og kanska onnur við hug og orsøkir at búgva í Føroyum, sum tað so vakurt stendur á heimasíðuni.