Hví velja Føroyar?

At bíta høvdið av allari skomm eitur okkurt, tað var so tað, sum rann mær í hug, tá eg stjól meg nakrar ferðir at hyggja logo_small_caseat tingvarpinum í arbeiðstíðini. Forvitin sum eg var eftir at hoyra eitt sindur av orðaskiftinum um at broyta hjúnabandslógina, so hon eisini fevnir um fólk av sama kyni.Ikki tí, eg hevði ikki væntað, at hon fór at blíva samtykt, men at ongin í samgonguni hevði rygg til at taka orðið, haldi eg, var langt úti.

Havi eisini hoyrt einstakar tinglimir fyri fólkaflokkin og sambandið tosa um, at teir í grundini eru fyri, men teir kunnu ikki atkvøða fyri, tí teir eru bundnir av einari avtalu í samgonguni. Vit vita øll, hvør tann avtalan er, hon er tann, sum Miðflokkurin stingur út í kortið hvørja ferð, teir sleppa við í samgongu sum eitt slag av sparsli. Henda avtalan er enntá strangari enn tann, sum CHE samgongan gjørdi.

Og soleiðis er fólkastýrið í Føroyum – beint tvørtur ímóti fólkaviljanum. Tí eg loyvi mær at svørja uppá, at størsti parturin av Føroya fólki gongur inn fyri, at samkynd skulu hava somu borgarligu rættindi sum hinskynd, men kortini sleppa tríggir mans at ráða yvir lagnuni hjá øllum: teimum samkyndu og okkum øllum, sum halda hetta vera burtur úr vón og viti.

Á heimasíðuni Vit velja Føroyar, sum millum annað Vinnuhúsið og kommunurnar sita fyri, verður sagt, at hon er fyri allar føroyingar, tey, sum búgva í Føroyum og tey, sum búgva aðra staðni, børn, ung, lesandi og arbeiðsfólk. Men er tað nú so?

Hyggur tú at forsíðumyndini á Vit velja Føroyar, eru flestu fólkini lukkulig ung, og børn við foreldrum av hvør sínum kyni. Har er tó ein samkynd, sum sigur seg hava tað fantastiskt í Føroyum, allir fordómar um tilveruna hjá samkyndum eru væl og virðiliga afturvístir, heldur hon. Og tað er sjálvandi gott. Nú er tað neyvan so, at samkynd verða beinleiðis forfylgd í landinum, hóast vit øll vita um einstakar tilburðir, har samkynd eru illa viðfarin í almenna rúminum.

Tað eru heldur ikki øll, sum vilja giftast – hvørki samkynd ella hinskynd, men at tað skal vera ólógligt at blíva gift, bara tí at tú elskar ein av sama kyni, er so fullkomiliga burturvið og oldnordiskt, at gud má seg forbarma!

Nei, tey sum við glitrimyndum og føgrum orðum royna at lokka fólk aftur til Føroyar at búgva og virka, áttu heldur at farið frá telduni eina løtu og farið aktivt inn í stríðið fyri at geva fólki í Føroyum somu borgarligu rættindi fyri ikki um at tala eina virðiliga tilveru nokk so langt uppi yvir fátækramarkinum, so fáa føroyingar og kanska onnur við hug og orsøkir at búgva í Føroyum, sum tað so vakurt stendur á heimasíðuni.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s