Góðanátt, Irena

Á enskum eitur sangurin Goodnight, Irene, tað ljóðar líkasum eitt sindur fínari eisini.

Huddie ’Lead Belly’ Ledbetter skrivaði sangin og gav hann út í 1933, síðan tað er hann spældur inn óteljandi ferðir av ymsum sangarum: Jerry Lee Lewis, Chet Atkins, Jim Reeves, Nat King Cole og í nýggjari tíð Eric Clapton og Brian Ferry.

Tom-Waits-OrphansTá eg í dag hoyrdi Goodnight Irene var tað Tom Waits, ið sang.

Tú skalt hava yvirskot fyri at lurta eftir Tom Waits, men tá ið tú so hevur yvirskot og fer at lurta eftir hesum hásmælta sangaranum, so er tað so mikið meira betur.

Fekk fløguna frá einari systurdóttir, sum helst hevur varnast mín løgna musikksmag,. Trýdupult er fløgan og eitur Orphans: Brawlers, Bawlers & Bastards.

Kom at hugsa um, tá eg plagdi at hoyra sangin í kvøðuljómunum, helt hann vera so romantiskan, hugsaði altíð um tær báðar Irenurnar, sum eg visti um í Sørvági, onnur á Kelduni og hin úti í Geilini. Gud viti, um menninir hjá teimum høvdu sungið hann fyri teimum …

Men hann er í grundini ikki so romantiskur, tvørturímóti: í sanginum er Leadbelly frá sær sjálvum av sorg og sakni yvir Irene. Hann hóttir við at leypa í ánna og drukna seg og enntá taka morfin og doyggja.

Nei so romantiskt og spennandi er tað ikki í Sørvági, og tó: hugsa tær til, at hvørt evig einasta menniskja, tú møtir á vegnum, hevur sína egnu søgu. Sjálvt maðurin við alphúgvu og tjóðveldisblusu er innast inni eitt spennandi menniskja við sínum egnu tonkum og dreymum.

Irene goodnight, Irene goodnight.

Goodnight Irene, goodnight Irene

I´ll see you in my dreams

 

Ein hugtakandi tanki!

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s