Sum sild í tunnu

IMG_2166

Eg fylti trýss herfyri, og eg má viðganga, at eg havi hugsað eitt sindur um tað.

Tað er so løgið, at koma upp í hasar árgangirnar, tí onkursvegna er básurin, tú verður sett í, tá tú kemur hagar, ikki so spennandi, sum básurin, tá tú ert yngri. Var sjálv ung, tá ungdómur sum hugtak og lívsstílur byrjaði at gera um seg av álvara. Tú vart gomul, tá tú vart 30.

Sólrún Michelsen hevur fleiri ferðir verið inni á hesum um at vera ung og gomul í sinn og skinn, bæði í stuttsøgum og skaldsøgum. Eg kalli tað einfalda aldursrasismu – tá tú heldur, at fólk, sum eru gomul, ikki hava nakað lív.

Nå – nú havi eg roynt at greitt frá, at eg haldi meg framvegis vera áhugaverda …

Um morgunin fekk eg so í øllum førum at vita frá mínum børnum, verbørnum og ommubørnum, at tey ikki halda meg verða klára at koyra á dumpin. Vaknaði um morgunin til nýbakað breyð og ljós og sang og eina billett aftur og fram til Keypmannahavnar og eina eindagsbillett á Roskilde festivalin.

EG SLEPPI AT HOYRA ROLLIG STONES AFTUR!

Seinastu og einastu ferð eg havi verið á Roskilde festivalinum var í 1975, og eg var ikki einsamøll, Tina var í búkinum, og gemalurin var við. Ikki løgið, at Tina slapp sær út ein mánað ov tíðliga. Procol Harum var høvuðsnavnið, og annars hoyrdu vit Alrune Rod, Hoola Bandoola Band, Secret Oyster, Swinging Blue Jeans og mong onnur. Har gekk fyri seg á Roskilde tað árið, skal eg siga tykkum.

So nú má eg undir at pussa gangistativið!

Føðingardagurin var so sera stuttligur og hugnaligur! Nógvur góður matur, allur heimagjørdur ella frá næstu familju og kenningum. Har var kjøt av Suðurtriðingi, grind og spik úr Miðvági, royktur laksur av Bornholm, drýlur úr Havn, ostur av Velbastað, og mangt annað. Og so allar kakurnar!

Eg hevði hysterisk anfall tríggjar ferðir um tíman, tí eg var sannførd um, at vit ikki fóru at klára tað til tíðina. Har er so munur á ungum og eldri: døtrar og sonur hjá mær vóru púra kul, meðan eg gól sum eitt ørt.

Eg hevði valt sangir, sum onkur segði fór at taka fleiri dagar at koma ígjøgnum, og Sildavalsurin og annað macho slapp ikki gjøgnum nálareygað. Onkur vildi vera við, at sangirnir vóru so melankolskir, at fólk fóru at taka til, hvussu syrgiligur føðingardagurin hjá Marnu var. Men ikki veit eg, fólk hugnaðu sær óført, og sjálvt um vit ikki sungu sildivalsin, so sótu vit sum sild í tunnu.

Eg fekk eina rúgvu av góðum tonkum og gávum og blómum, sum allar passaði til mín. Eitt greitt tekin um at fólk kenna meg. Og so fekk eg røður eisini, hvør betur enn onnur.

Samanumtikið ein framúr dagur og tað besta av øllum: eg sleppi at standa sum sild í tunnu á Roskilde 1. juli.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s