Trigger warning

Trigger warning

Eitt nýtt fyribrigdi hevur stungið seg upp og fingið fótafesti fleiri staðni, sjálvandi fyrst í USA. Tað er fyribrigdið trigger warning, sum er ein ávaring til tín um, at tað tú nú fert at lesa er so ógvusligt, at tú kanst velja, um tú vilt lesa tað ella ikki. Í The New Yorker skrivar Rebecca Mead í Literature and Life um fyribrigdið, at tað er: “The hope that safety might be found, as in a therapist´s office, in a classroom where literature is being taught is in direct contradiction to one purpose of literature, which is to give expression through art to difficult and discomfiting ideas, and thereby to enlarge the reader´s experience and comprehension.” (The New Yorker 9. &16. juni 2014). Hon tekur dømi úr bókmentunum, at Huckleberry Finn skal hava trigger warning fyri tey, sum hava royndir av rasismu, og at Keypmaðurin í Venecia skal hava eina anti-semitiska trigger warning.

Komi at hugsa um, hvussu vit uttan at vita av tí, alla tíðina verða hildin á tryggari grund inni á netinum: at netið velur fyri okkum: um eg havi lisið hesa bókina ella greinina ella filmin, so fái eg uttan at biðja um tað upp í spannir av sama slag bókum, tekstum, myndum og filmum, so at eg ikki sleppi út um mark ella royni nakað annað enn tað, eg kenni til ella eru samd um frammanundan.

Herfyri stóð ein grein í The New York Times, har sagt verður, at studentar á University of Californina, Santa Barbara heittu á lærarar um at ávara teir ímóti ymiskum grafiskum tilfari. Hetta tekur meira og meira dik á seg, fólk vilja ávarast móti teksti og myndum, sum kann verða orsøk til post-traumatiska strongd, her er at byrja við serliga hugsað um neyðtøkuoffur og krígsveteranar.

Vit hoyra tað viðhvørt í sjónvarpinum td. at danska tv-avísin ávarar ímóti harðligum myndum, ella vit kenna tað frá filmi, har aldursmark verður sett á, fyri at smá børn ikki skulu síggja splattarafilmar. Men trigger warning er nógv, nógv víðfevndari.

Hugtakið ’trigger warning’ hevur sín uppruna á internetinum, í fleiri ár hava feministiskir bloggarar og forum brúkt hugtakið fyri at ávara lesarar, serliga neyðtøkuoffur, at teksturin ella myndin hevði ógvusligt innihald.

Fyribrigdið vindur uppá seg, og í dag kunnu alt fleiri sløg av tekstum og myndum skelka fólk og geva teimum strongd. Í grundini er tað ikki ávaringin sum so, sum er trupulleikin, men at tú letur vera við at lesa ella hyggja. Altso, tað, eg eri mest bangin fyri, er ikki ávaringin, men at ávaringin kann blíva stovnsfest, soleiðis at skúlaverkið, heilsuverkið, trúarbólkar og aðrir áhugabólkar kunnu brúka hetta sum eitt slag av byrging, so at tú antin ikki torir ella vil lesa um nakað enn tað tú ert von. Tú mást ikki lesa Mrs. Dalloway hjá Virginiu Wolf, tí hon skrivar um sjálvmorð, ella tín trúarfelagsskapur ávarar teg at lesa ein tekst við orðunum: trigger warning: homosexuality!

Og hví sigi eg hetta? Jú fyrst og fremst tí at eg ikki fyrr enn nú rættiliga hava varnast hetta fyribrigdið, og tí at tað sjálvandi og tíbetur eru deildar meiningar um hetta bæði millum feministar og ikki feministar.

Á Nordisk Forum í gjár og fyrradagin, kundi onkur kanska havt ynskt trigger warning á ymsum, td tað hjá Prudence Mabele um neyðtøku í Suðurafrika, sum vindur meira og meira uppá seg, nú verða ikki bara gentur og ungar kvinnur neyðtiknar, men eisini smábørn niður í tveir mánaðir og gamlar konur í nítiárunum. Prudence Mabele er forrestin leiðari á Positive Women Network. Ella tá ið tú lurtar eftir, hvussu romafólkið hevur havt tað og enn hevur tað ymsa staðni í heiminum, ella kvinnan í rullustóli, sum greiðir okkum frá øllum ferðunum, hon hevur verið bjóðað samkenslu-sex frá hýruvognsførarum.

Enn velji eg at lurta eftir øllum og læra av tí.

Mena í Malmø

Tú skalt búgva í Svøríki, Noregi ella Íslandi, um tú vilt vera í einum landi, sum er komið longst innan javnstøðu. Finnland og Danmark eru komin stytst, siga tær. Eingin nevnir Føroyar, tí: 1) tað er ikki eitt land 2) helst kann ongin her á ráðstevnuni ímynda sær, hvussu tilafturskomin vit eru.

Marnamynd

Tað er hugaligt at hoyra svenskar politikarar, kvinnur sum menn, tosa um javnstøðu, sum var tað natúrligasta ting í verðini. Eisini svenskir kommunalpolitikarar og embætisfólk tosa um javnstøðu,  hvussu týdningarmikið tað er eisini á lokala økinum.

Ótrúligt, hugsi eg við mær og byrji at reksa upp øll økini, har vit í Føroyum eru túsund kilometrar  aftanfyri. Innantannað sjálvandi.

Í Føroyum hava vit, trúgv tí um tú vilt, ein ráðharra fyri javnstøðu, sum mær vitandi ikki hevur gjørt ein  pinn fyri javnstøðu. Tykist mær, sum maðurin als ikki hevur áhuga fyri evninum. Hyggur tú at  heimasíðuni, har økið skal eitast at vera undir, so skalt tú leita við luppi fyri at finna nakað sum helst  um evnið.

Fann eina rapport inni á básinum hjá Nordisk Ministerråd: Hållbar jämställdhetsarbete i förskolan  och skolan i Norden. Sjálvandi leiti eg mær inn á, hvat sagt verður um Føroyar; har hevur ein Mena  Jacobsen gjørt “en innhållsstudie med könsperspektiv av de färöiska läseböcker från klass 1-3.” Tað  gongur upp fyri mær, at henda Mena má vera eg, tí á næstu síðu síggi eg permuna á kanningini.

Spurd,  hvat hendi aftaná kanningina, sigi eg (ella Mena, sum eg nú eiti): Onki.

Akkeja – denn Mena, denn Mena!

Nokk um tað: í morgin fari eg at geva Johan Dahl ein kjans, hann fer at tosa um parttíðararbeiði.

Ein fittur fuck-fingur

0114051Tað var næstan so, at splashurin og eg fóru vaggandi til Havnar í morgun. Hoyrdi nýggja lagið hjá Benjamini og Peturi Pólsson, Arr.

Deilig rútma, var líka við at halda, at tað minti eitt sindur um country, men so kortini ikki. Og helst var tað tí, at mær dámdi tað so væl, tí country er ikki mín koppur av kamillute.

Teksturin er deiliga einfaldur, og kortini sigur hann ikki so lítið.

Kom at hugsa um yrkingasavnið Kærestesorg, sum danin Kristen Bjørnkær gav út í 1976, tað seldi í stórum mongdum, tí onkursvegna rakti tað beint á seymin. Menn kundu eisini vísa kenslur, teir vóru bleytir og trongdu til ugga. Og helst var marknaðarføringin hareftir: savnið hevði reyða permu og ein hjarta við blómum, har heitið stóð innií. So feminint, sum eitt glansbílæt:

 

Forlad mig tidligt
Forlad mig i min ungdom
Før vi lærer hinanden at kende
Ved en fest, hvor vi begge to er
Lad mig møde en anden end dig
Hvis du alligevel vil forlade mig
Forlad mig i min barndom
En tidlig solskinsmorgen
Hvor alle køer er sat på græs
Og jeg endnu er en lille dreng
Der leger i en sandkasse
Åh kære
Jeg tror jeg dør
Hvis du forlader mig
Tag mig med
Kan du ikke bare ta’ mig med
Hvis du forlader mig?

(Kristen Bjørnkær: Kærestesorg, 1976)

Teksturin í sanginum hjá Peturi og Benjamin vísir, at persónurin er komin eitt sindur víðari, hann er eitt sindur tann vegin: fuck you, eg leggi ikki petti í tað, eg eri komin víðari. Tí tað er onki at ivast í, at teksturin byggir á eitt brot ella ein skilnað.

Hangi ikki mína tilveru upp á tín knaga, syngja teir. Persónurin vil ikki dvølja í tí gamla, í orðunum og gerðunum, sum hava verið søgd og gjørd.

Tú ert bara eitt arr á míni húð, syngja teir, og har sum arr er, hevur eitt sár verið, tað vita vit.

Skilnaður er sárur, skilnaður frá teimum, tú elskar, er ræðuligur, og tann, sum kennir seg vera órættaðan, stríðist við at sleppa undan kensluni av beiskleika. Sangurin Arr hjá Peturi og Benjamin er eitt gott boð um, at tað ber til: tómrúmið fyllist skjótt við hita og látri frá góðum vinum.