Trigger warning

Trigger warning

Eitt nýtt fyribrigdi hevur stungið seg upp og fingið fótafesti fleiri staðni, sjálvandi fyrst í USA. Tað er fyribrigdið trigger warning, sum er ein ávaring til tín um, at tað tú nú fert at lesa er so ógvusligt, at tú kanst velja, um tú vilt lesa tað ella ikki. Í The New Yorker skrivar Rebecca Mead í Literature and Life um fyribrigdið, at tað er: “The hope that safety might be found, as in a therapist´s office, in a classroom where literature is being taught is in direct contradiction to one purpose of literature, which is to give expression through art to difficult and discomfiting ideas, and thereby to enlarge the reader´s experience and comprehension.” (The New Yorker 9. &16. juni 2014). Hon tekur dømi úr bókmentunum, at Huckleberry Finn skal hava trigger warning fyri tey, sum hava royndir av rasismu, og at Keypmaðurin í Venecia skal hava eina anti-semitiska trigger warning.

Komi at hugsa um, hvussu vit uttan at vita av tí, alla tíðina verða hildin á tryggari grund inni á netinum: at netið velur fyri okkum: um eg havi lisið hesa bókina ella greinina ella filmin, so fái eg uttan at biðja um tað upp í spannir av sama slag bókum, tekstum, myndum og filmum, so at eg ikki sleppi út um mark ella royni nakað annað enn tað, eg kenni til ella eru samd um frammanundan.

Herfyri stóð ein grein í The New York Times, har sagt verður, at studentar á University of Californina, Santa Barbara heittu á lærarar um at ávara teir ímóti ymiskum grafiskum tilfari. Hetta tekur meira og meira dik á seg, fólk vilja ávarast móti teksti og myndum, sum kann verða orsøk til post-traumatiska strongd, her er at byrja við serliga hugsað um neyðtøkuoffur og krígsveteranar.

Vit hoyra tað viðhvørt í sjónvarpinum td. at danska tv-avísin ávarar ímóti harðligum myndum, ella vit kenna tað frá filmi, har aldursmark verður sett á, fyri at smá børn ikki skulu síggja splattarafilmar. Men trigger warning er nógv, nógv víðfevndari.

Hugtakið ’trigger warning’ hevur sín uppruna á internetinum, í fleiri ár hava feministiskir bloggarar og forum brúkt hugtakið fyri at ávara lesarar, serliga neyðtøkuoffur, at teksturin ella myndin hevði ógvusligt innihald.

Fyribrigdið vindur uppá seg, og í dag kunnu alt fleiri sløg av tekstum og myndum skelka fólk og geva teimum strongd. Í grundini er tað ikki ávaringin sum so, sum er trupulleikin, men at tú letur vera við at lesa ella hyggja. Altso, tað, eg eri mest bangin fyri, er ikki ávaringin, men at ávaringin kann blíva stovnsfest, soleiðis at skúlaverkið, heilsuverkið, trúarbólkar og aðrir áhugabólkar kunnu brúka hetta sum eitt slag av byrging, so at tú antin ikki torir ella vil lesa um nakað enn tað tú ert von. Tú mást ikki lesa Mrs. Dalloway hjá Virginiu Wolf, tí hon skrivar um sjálvmorð, ella tín trúarfelagsskapur ávarar teg at lesa ein tekst við orðunum: trigger warning: homosexuality!

Og hví sigi eg hetta? Jú fyrst og fremst tí at eg ikki fyrr enn nú rættiliga hava varnast hetta fyribrigdið, og tí at tað sjálvandi og tíbetur eru deildar meiningar um hetta bæði millum feministar og ikki feministar.

Á Nordisk Forum í gjár og fyrradagin, kundi onkur kanska havt ynskt trigger warning á ymsum, td tað hjá Prudence Mabele um neyðtøku í Suðurafrika, sum vindur meira og meira uppá seg, nú verða ikki bara gentur og ungar kvinnur neyðtiknar, men eisini smábørn niður í tveir mánaðir og gamlar konur í nítiárunum. Prudence Mabele er forrestin leiðari á Positive Women Network. Ella tá ið tú lurtar eftir, hvussu romafólkið hevur havt tað og enn hevur tað ymsa staðni í heiminum, ella kvinnan í rullustóli, sum greiðir okkum frá øllum ferðunum, hon hevur verið bjóðað samkenslu-sex frá hýruvognsførarum.

Enn velji eg at lurta eftir øllum og læra av tí.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s