Sivilfólk og sivilfólk valdast

gaza_child

Allan fyrrapart hevur útvarpið sagt frá um eitt sivilflogfar, sum er skotið niður í eystara parti av Ukrainu. Eg skilji tað væl, tí hetta er ein sorgarleikur av teimum heilt stóru, ein sorgarleikur, sum er orsakaður av kríggi og valdsgerðum.
Men tað, sum undrar meg, er, at tað ikki í sama mun er breaking news, at ísraelski herurin er farin inn um mark á Gaza og myrðir frá hond.

Seint hóskvøldið byrjaði atsóknin, meðan eg havi sitið og lurtað eftir Guðruni og Bartali, Toxido Rebels og eftir stuttliga klovnaleikinum hjá Kjartani Hansen á G. Eg hugsaði eisini við mær, tá eg vaknaði í morgun og tendraði donsku dr2 støðina, sum eg geri hvønn morgun, áðrenn eg fari til arbeiðis, at mitt í allari gleðini eru fólk, sum liva í sorg, ræðslu og armóð.
Eitt má eg geva útvarpinum, at tónleikurin hevur verið so nógv betri fyrrapartin, enn hann hevur verið leingi, so alt gott um G, sum hevur givið teimum í útvarpinum íblástur, men samstundis má eg siga, at onkur á sama stað svevur í tímanum, tá tað kemur til tíðindaflutning. Tey eru ikki sína uppgávu vaksin, stutt og greitt.
Tíðindaflutningurin higartil um stríðið í økinum hevur snøgt sagt næstan bara snúð seg um at tosa við føroyingar, sum eru giftir við onkrum ísraela, ella sum búgva har av onkrari orsøk, og sjálvandi er tað viðkomandi at hoyra fyrstuhondsupplivingar, men so má eg bara siga, at tað er spell, at ongin føroyingur er giftur við einum palestina!
Hvat hevur størri týdning, 298 myrd ferðafólk í einum flogfari ella 298 myrdir palestinar? Útvarp Føroya hevur givið okkum svarið.

Í pit

stonesogeg

Stones á Roskilde – hvussu var?

Havi ikki nóg mikið av superlativum! Spæligleði, autentisitetur, nostalgi, blíðskapur, kæti …

Roskilde var: trunkað saman í bíðistøðu, landluktur, gleði, øl og musikkur, søtur hashroykur, alt sum fekk undirritaðu at minnast aftur á Roskilde fyri 39 árum síðan, í sjeynda mánaði, í tjaldi, alt bar til, 21 ára gomul og forelskað.

Roskilde nú var eisini litleysari, ikki so sprøklut fólk, men gleðin var tann sama við ella uttan hash.

Konsertin hjá Rolling Stones hevur fingið blandað ummæli í donsku bløðunum. ØLL tosa um tað ótrúliga, at Mick og teir klára at framføra, tá teir eru so GAMLIR. Heili 70 ár er Mick. Og ok, kanska er tað ikki so vanligt, at síggja 70 ára gamlar menn vríggja við tí sindrinum av reyv, ið Mick nú hevur og dansa/renna út og inn eftir pallinum, men hey! Hví skalt tú tross allar djevlar setast í ruggustól ella fáa rollator, bara tí at tú hevur rundað tey sjeyti? Men ok, eg fekk ikki latið verið at hugsa: gott at Mick ikki er ein 70 ára gomul kona við kálkmangli, tað hevði endað við undirpartinum í øðrum endanum á pallinum og yvirpartinum í hinum.

Ná, henda 60 ára gamla var í hopla, og besta ummælið, Stones fekk, kom frá mínum báðum døtrum, Jenny og Turið: hetta var besta konsert, tær nakrantíð høvdu upplivað! Soleiðis søgdu tvær, sum eru fløskaðar upp við Mjús, við Múrin, G!, Roskilde og øðrum festivalum. Mission accomplished!

Setlistin var hesin:

Jumpin´ Jack Flash

Let´s Spend the Night Together

It´s Only Rock´n Roll (But I Like It)

Tumbling Dice

Wild Horses

Doom and Gloom

She´s So Cold

Out of Control

Honky Tonk Women

You Got the Silver (Keith)

Can´t Be Seen (Keith)

Midnight Rambler (Mick Taylor)

Miss You

Gimme Shelter

Start Me Up

Sympathy for the Devil

Brown Sugar

You Can´t Always Get What You Want (kórið Vocal Line, Århus)

(I Can´t Get No) Satisfaction

Tveir tímar og eitt korter spældu teir, meira enn 85.000 fólk lýddu á. Sjálv var eg farin í pit, eitt fullkomiliga nýtt hugtak, sum eg annars altíð havi bundið saman við Formel 1, men sum eisini er eitt stað, har tú stendur væl fyri bara nakrar metrar frá øllum tí, sum fer fram í sælulívslandi.

Vit, sum kenna Stones, kenna eisini teir fyrstu tónarnar í Jumpin Jack Flash, sum fær alt upp at gartera, og tað hóast teir ikki megnaðu at halda tað reiðiliga koyrandi, tað var ov falskt, ov illa samanspælt, og alt møguligt annað, men tað vóru Stones, so what the hell!

Í grundini funnu teir ikki seg sjálvar, fyrr enn teir komu til Wild Horses: ´a sweet and romantic song’ sum Mick tók til:

I watched you suffer a dull aching pain
Now you’ve decided to show me the same
No sweeping exit or offstage lines
Could make me feel bitter or treat you unkind
Wild horses couldn’t drag me away
Wild, wild horses couldn’t drag me away

Var tað løgið, at eg tá hugsaði um unnustuna, sum Mick hevði mist fyri trimum mánaðum síðan, og tók synd í honum. Kanska var tað júst hesin sangurin, sum fekk teir á beint, tí eftir hetta var alt bara rock´n roll and I liked it!

Tó var eitt lag, sum eg helt vera ein joke, tað var lagið She´s so cold, sum fólk høvdu atkvøtt um, skuldi framførast. Hvør hevur atkvøtt um hetta, er mær ein gáta, Mick Jagger segði eisini eitt sindur skemtandi: We haven´t played THIS for a while …

Keith slapp at framføra sínar tveir sangir, og tað var, sum hann kundi verið systkinabarn Tom Waits við sínari whiskeyrødd, men tað er eisini rock´n roll, og tað dámar okkum eisini, og so er hann so skidi sjarmerandi, skemtari, blíður, smílandi, við tí flákrandi turriklæðnum hangandi afturi í reyv, bless you, segði hann fleiri ferðir, og tað var, sum hann segði tað við bara meg. Ronny Wood, everybody, did a great job, segði hann og smíltist um alt fimmoyrað yvir á Ron Wood.

Og so kom Mick Taylor og Midnight Rambler, og honum hava vit bíðað eftir í fleiri ár, og sum tað var gott! Ein rundur, fittur væl spælandi (sum altíð) Mick Taylor og nakað, vit fyrr kallaðu jam session. Og tað merkir ikki súltutoys sessión.

War, children, it’s just a shot away
It’s just a shot away
War, children, it’s just a shot away
It’s just a shot away

Mick Jagger og Lisa Fisher: orð eru fátæk!

So tá ið Start Me Up byrjaði, var tað nærum óneyðugt, tí vit vóru byrjað fyri langari tíð síðan og vildu ikki hava tað at enda:

It you start it up,
Love the day when we will never stop
Never stop, never, never, never stop
Tough me up
Never stop, never stop
You, you, you make a grown man cry
You, you make a dead man come,
You, you, you make a dead man come

Tey seinastu løgini hava negativ heiti, Vocal Line frá Århus sluppu at royna seg, og greiddu seinni frá, at tey vóru gobsmacked, tí Mick Jagger hevði sjálvur verið til staðar, meðan tey vandu, tað høvdu tey ikki væntað, men soleiðis er Mick, segði eg við meg sjálva. Eg veit: havi ikki ánilsi av, hvussu Mick er, men haldi meg vita eftir at hava lurtað og notið hetta orkestrið í eini 48 ár.

So eg fekk bæði tað eg vildi og var væl nøgd.

Faðir okkara í himmiríki

holmens-orgel

Í dag fekk eg lokkað dóttrina Turið við mær inn í Holmens kirkju at lurta eftir orgulkonsert. Hetta var ein matiné, sum skuldi byrja árliga orgulfestivalin í Holmens kirkju. Erik Kolind spældi, hann er organistur í kirkjuni og er ikki hvør sum helst.
Eg havi verið púra burtur í orgulspæli, síðan eg hoyrdi Kevin Bowyer spæla orgul í eini kirkju í Odense, á fløgu væl at merkja, so nú vildi eg sleppa at hoyra orgulspæl live, væl at merkja á einum monsturstórum orgli.
Eg kann enn fáa míni børn at undrast yvir míni løgnu áhugamál, men tá ið Turið var komin yvir tað allarversta, gjørdi hon av at koma við.
Tá ið vit komu inn í kirkjuna, vóru longu nógv fólk komin, flestu teirra vóru gomul; stuttligt at síggja so nógvar gamlar keypmannahavnarar upp á eingang og so ein gamlan sørving mitt í speisuni. Hetta vóru væl uppdrignir áhoyrarar, tyktist sum fleiri teirra kendu hvør annan, tey heilsaðust og smíltust. Eg legði serliga merki til ein gamlan mann, sum heilsaðu upp á kvinnur við at kyssa tær á hondina, so fitt hugsaði eg og vónaði, at hann var líka fittur við sína konu heima við hús.
Ein bjóðaði vælkomin, og tað gjørdist púra greitt, at hann bólkaði áhoyrarnar í tveir partar: hann bjóðaði fyrst teimum vælkomnun, sum altíð plagdu at koma, síðan bjóðaði hann okkum, sum ikki vóru von at koma, vælkomnum. Vit vóru líkasum eitt slag av a og b áhoyrarum. “Legg onki í,” segði Turið: “Várharra setti ongan eftir.” Turið blívur við at fáa meg at undrast, tá hon kemur við slíkum sitatum. Eg minnist, hvussu ofta hon spurdi meg: tú mamma, hvør er hasin Adam, sum lærarin altíð tosar um í kristni. (Ok, so ringt var tað kanska ikki …)
Vit fingu eisini greitt at vita, at kirkjan gjarna vildi hava, at vit løgdu pengar í bússuna, tá ið vit fóru avstað, men tey vildu ongar tveykrónur hava, segði hesin, men kundu hugsa sær, at 100 kr var hóskandi donatión.
Sovorðið ‘skitprat ‘leggi eg ikki so nógv í. Og tað samsvarar á ongan hátt við ørindini hjá Jesupápa, men tað kundi eg ikki fara at siga við henda tápuliga mannin.
Skráin var góð, har vóru verk eftir Weckmann, Bach, Steigleder, Vierne og Widor. Weckmann var eitt sindur trilvandi, Kolind var ikki komin í stødið, Í Vater unser im Himmelreich, BWV 737 eftir Bach helt eg meg hóma eitt kent sálmalag. Altíð hugaligt at kenna okkurt aftur. Mær dámdi væl Résignation eftir Louis Vierne, har var okkurt lætt yvir lagnum, kanska minti tað meira um nútímans kompositiónir, uttan at eg á nakran hátt skal gera meg til serfrøðing, men bæði hann og seinni Widor doyðu í 1937, í mun til hinar harrarnar, sum eru frá 15, 16- og 1700 talinum. Résignation er eitt karakterstykki, lesi eg í programminum, sum snýr seg um klokkurnar í Westminster, kærleikssangir og gargoilurnar á Notre-Dame katedralinum.
Eitt sindur av gálgaskemti er í programminum, sagt verður, at Vierne fall deyður um niður á tangentarnar á orglinum í Notre-Dame, har hann var organistur, og tað elvdi til eitt tragikomiskt ýl inni í kirkjuni. Sikken en sortie, sigi eg bara.
Okkurt var tó við hesum stykkinum, sum fekk meg at slappa av, ja, eg fór næstan í dvala. Knappliga var mær hyggjandi yvir á veggin, og har hekk Kristus naglaður á ein smalan kross. Hann hevði ikki útbreiddar armar, sum vit er von at síggja, men upprættar armar, so hann hekk har sum ein strika í luftini við síðuna av prædikustólinum. Eg hugsaði eina løtu, um Jesupápan, sum sigst vera sendur til jarðar at bjarga menniskjum frá synd, mundi halda seg hava loyst uppgávuna, og eg kundi ikki lata vera at hugsa um Sýria, teir tríggjar dreingirnar í Ísrael, sum onkur hevur myrt við køldum blóði og mangar aðrar syndir, sum fara fram hvørt sekund í hesum heimi.
So endaði konsertin við Orgulsymfoni no. 1, fyrsta sats – Allegro vivace hjá Widor. Fantastiskt, sigi eg bara. Stórbart og vakurt alt í senn, lættir tónar og djúpir, brølandi tónar, tónar langt burturi og nær við. Nei gott er, lat meg heldur gevast, eg verði ongantíð orgulummælari.
Men handalagð var framúr!
Eg má viðganga, at Holmens kirkja fekk ongar pengar frá mær, tá ið eg fór út: eg átti bara tveykrónur, men upplivilsi var framúr, hóast Turið ikki var so imponerað, hon segði sum er, at nú hevði eg aftur lokkað hana til nakað so løgið sum eina orgulkonsert í einari monsturkirkju saman við einari rúgvu av gomlum fólkum.
Na well, í morgin verða aðrir tónar, tí tá gongur leiðin til Roskilde, og har verða sikkurt eisini nógv gomul fólk.