Faðir okkara í himmiríki

holmens-orgel

Í dag fekk eg lokkað dóttrina Turið við mær inn í Holmens kirkju at lurta eftir orgulkonsert. Hetta var ein matiné, sum skuldi byrja árliga orgulfestivalin í Holmens kirkju. Erik Kolind spældi, hann er organistur í kirkjuni og er ikki hvør sum helst.
Eg havi verið púra burtur í orgulspæli, síðan eg hoyrdi Kevin Bowyer spæla orgul í eini kirkju í Odense, á fløgu væl at merkja, so nú vildi eg sleppa at hoyra orgulspæl live, væl at merkja á einum monsturstórum orgli.
Eg kann enn fáa míni børn at undrast yvir míni løgnu áhugamál, men tá ið Turið var komin yvir tað allarversta, gjørdi hon av at koma við.
Tá ið vit komu inn í kirkjuna, vóru longu nógv fólk komin, flestu teirra vóru gomul; stuttligt at síggja so nógvar gamlar keypmannahavnarar upp á eingang og so ein gamlan sørving mitt í speisuni. Hetta vóru væl uppdrignir áhoyrarar, tyktist sum fleiri teirra kendu hvør annan, tey heilsaðust og smíltust. Eg legði serliga merki til ein gamlan mann, sum heilsaðu upp á kvinnur við at kyssa tær á hondina, so fitt hugsaði eg og vónaði, at hann var líka fittur við sína konu heima við hús.
Ein bjóðaði vælkomin, og tað gjørdist púra greitt, at hann bólkaði áhoyrarnar í tveir partar: hann bjóðaði fyrst teimum vælkomnun, sum altíð plagdu at koma, síðan bjóðaði hann okkum, sum ikki vóru von at koma, vælkomnum. Vit vóru líkasum eitt slag av a og b áhoyrarum. “Legg onki í,” segði Turið: “Várharra setti ongan eftir.” Turið blívur við at fáa meg at undrast, tá hon kemur við slíkum sitatum. Eg minnist, hvussu ofta hon spurdi meg: tú mamma, hvør er hasin Adam, sum lærarin altíð tosar um í kristni. (Ok, so ringt var tað kanska ikki …)
Vit fingu eisini greitt at vita, at kirkjan gjarna vildi hava, at vit løgdu pengar í bússuna, tá ið vit fóru avstað, men tey vildu ongar tveykrónur hava, segði hesin, men kundu hugsa sær, at 100 kr var hóskandi donatión.
Sovorðið ‘skitprat ‘leggi eg ikki so nógv í. Og tað samsvarar á ongan hátt við ørindini hjá Jesupápa, men tað kundi eg ikki fara at siga við henda tápuliga mannin.
Skráin var góð, har vóru verk eftir Weckmann, Bach, Steigleder, Vierne og Widor. Weckmann var eitt sindur trilvandi, Kolind var ikki komin í stødið, Í Vater unser im Himmelreich, BWV 737 eftir Bach helt eg meg hóma eitt kent sálmalag. Altíð hugaligt at kenna okkurt aftur. Mær dámdi væl Résignation eftir Louis Vierne, har var okkurt lætt yvir lagnum, kanska minti tað meira um nútímans kompositiónir, uttan at eg á nakran hátt skal gera meg til serfrøðing, men bæði hann og seinni Widor doyðu í 1937, í mun til hinar harrarnar, sum eru frá 15, 16- og 1700 talinum. Résignation er eitt karakterstykki, lesi eg í programminum, sum snýr seg um klokkurnar í Westminster, kærleikssangir og gargoilurnar á Notre-Dame katedralinum.
Eitt sindur av gálgaskemti er í programminum, sagt verður, at Vierne fall deyður um niður á tangentarnar á orglinum í Notre-Dame, har hann var organistur, og tað elvdi til eitt tragikomiskt ýl inni í kirkjuni. Sikken en sortie, sigi eg bara.
Okkurt var tó við hesum stykkinum, sum fekk meg at slappa av, ja, eg fór næstan í dvala. Knappliga var mær hyggjandi yvir á veggin, og har hekk Kristus naglaður á ein smalan kross. Hann hevði ikki útbreiddar armar, sum vit er von at síggja, men upprættar armar, so hann hekk har sum ein strika í luftini við síðuna av prædikustólinum. Eg hugsaði eina løtu, um Jesupápan, sum sigst vera sendur til jarðar at bjarga menniskjum frá synd, mundi halda seg hava loyst uppgávuna, og eg kundi ikki lata vera at hugsa um Sýria, teir tríggjar dreingirnar í Ísrael, sum onkur hevur myrt við køldum blóði og mangar aðrar syndir, sum fara fram hvørt sekund í hesum heimi.
So endaði konsertin við Orgulsymfoni no. 1, fyrsta sats – Allegro vivace hjá Widor. Fantastiskt, sigi eg bara. Stórbart og vakurt alt í senn, lættir tónar og djúpir, brølandi tónar, tónar langt burturi og nær við. Nei gott er, lat meg heldur gevast, eg verði ongantíð orgulummælari.
Men handalagð var framúr!
Eg má viðganga, at Holmens kirkja fekk ongar pengar frá mær, tá ið eg fór út: eg átti bara tveykrónur, men upplivilsi var framúr, hóast Turið ikki var so imponerað, hon segði sum er, at nú hevði eg aftur lokkað hana til nakað so løgið sum eina orgulkonsert í einari monsturkirkju saman við einari rúgvu av gomlum fólkum.
Na well, í morgin verða aðrir tónar, tí tá gongur leiðin til Roskilde, og har verða sikkurt eisini nógv gomul fólk.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s