Kópakonan aftur niðurbundin!

26197_ccc_660_358

Eg má viðganga, at eg ikki eri líka himmalfegin sum fólk flest um hesa standmyndina, sum nú er komin at standa í Mikladali.

Fyri meg er søgnin um kópakonuna ein fullkomiliga greið frásøgn um at taka frælsi frá fólki, at gera seg inn á náttúruna og kanska einamest ein søgn um ágang ímóti kvinnu.

Standmyndin er eitt listarbragd av einari machohugmynd og er í mínari verð fullkomiliga øvut av søgnini um kópakonuna.

Søgnin gevur okkum eina kenslu av einum manni, sum ger seg inn á náttúruna. hann pilkar við okkurt, sum hann átti at latið fingið frið.

Fyrst sigur søgnin okkum, at kópar eru fólk, sum hava stoytt seg oman og hava forkomið sær í sjónum, og hetta syrgiliga útgangsstøði ger bara tað, sum síðan hendir, enn verri.

Tá ið mikladalsdrongurin sær kópagenturnar dansa á helluni, hugsar hann als ikki um, at hann ger seg inn á nakran, hann tekur sær tað, hann vil hava. Hann sær, at hon er vøkur, og tí vil hann hava hana heim við sær til hús, hon skal vera kona hansara.

Tað er púra greitt, at søgnin tekur partí við kópakonuni og ikki mikladalsdronginum. Søgnin sigur frá, hvussu hon gremur seg og bønar og biðir um at sleppa aftur í havið, men har hjálpir ongin bøn, hon noyðist heim við dronginum ellar rættari: “hon fylgir honum eftir húðini, ið hann bar við sær.” og húðin verður síðan læst niður í eina kistu, og lykilin hevur maðurin altíð hjá sær.

Kópakonan hevur sostatt fulkomiliga mist frælsið og má liva sum fangi saman við manninum og geva seg inn undir tær treytir, sum henni eru settar, treytir, sum kvinnur nú einaferð hava verið tvungnar at geva seg undir frá fyrndartíð. Frælsishugurin er har framvegis í kópakonuni, tú fært næstan varhuga av, at hon hevur roynt at finna fyrsta møguleika fyri at sleppa leys, og tá tað so gerst veruleiki ein dag, er hon skjót at sleppa sær avstað, tó ansar hon væl eftir, at børnini, hon eigur saman við mikladalsmanninum, ikki skulu koma til skaða, meðan tey eru einsamøll. Hon noyðist tí at gera eitt ræðuligt val, skal hon verða verandi eftir hjá manni og børnum sum ófræls og í kærleiksloysi, ella skal hon fara aftur í havið, har hon í grundini hoyrir heima, og har kærleiki hennara er: brimilin. Valið er ikki lætt, tí mangan sæst høvdið á kópi úti í briminum, tað er kópakonan, sum er komin aftur at síggja børnini.

 

Kenslukuldin hjá mikladalsmanninum kemur enn einaferð fram, tá menn skulu fara á látur at sláa kobbar, og kópakonan vísir seg fyri honum í dreymi og biðir hann ikki drepa brimilin, tí tað er maður hennara og biðir hann eira tveimum hvølpum, tí tað eru synir teirra.

Hetta er aðru ferð, hon hevur bønað og biðið mikladalsdrongin/ nú mannin um ikki at gera seg inn á seg og síni, men kortini lurtar hann ikki eftir, hann lurtar ikki eftir einari kvinnu, og hann gevur ikki nátttúruni gætur.

 

Standmyndin er stórsligin, ongin ivi um tað, og kanska verður hon eitt ferðamál, sum teir í Norðoyggjum vóna, men sál hevur hon ikki. Og standmyndir eiga at hava sál, hóast tær eru úr hørðum tilfari.

Fyri mær at síggja, hyggur hon niðan í bygdina, tá hon í staðin átti at hugt út í hav. Hon ímyndar á ongan hátt eina kvinnu, sum leingist eftir at sleppa leys. Hon gevur slett ikki søgnini lív, einari meistarliga væl frásagdari søgn, sum bæði sigur nakað um frælsishugaðar, kærleikshungrandi kvinnur og desperatar, kærleikshungrandi menn.

Handanin av lyklinum, sum skuldi markera endan á hátíðarhaldinum, var enn einaferð ein sementering av valdinum, sum menn halda seg hava rætt at hava yvir øðrum. Húðin varð enn eianferð stongd niður í kistuna, kvinnan skuldi enn einaferð bindast niður, og kærleikin skuldi knúskast.

 

Tað, sum eg nú hugsi um, er, um borgarstjórin í Klaksvík er glaður fyri sín nýggja leiklut sum modernaður mikladalsmaður.

 

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s