Besti dagur í lívinum

den-sande-historie-om-pinocchios-naese

Við søtorðaðu tónunum frá The Devil hjá P. J. Harvey fór eg í morgun undir at lesa Den sande historie om Pinocchios næse hjá Leif GW Persson.

Bókina keypti eg í Gamla Bókhandli í gjár fyri eitt gávukort, sum eg fekk í føðingardagsgávu frá Krígssavninum, tá eg fylti 60.

Bókin varð vald við umhugsni. Sum onkrum kunnugt, eri eg púra burtur í krimibókmentum, men av tí at so nógv lort kemur út millum ár og dag av krimibókum, royni eg at leita væl í skvaldrinum og finni av og á ”en ros och en ring”, sum onkur syngjandi tók til fyri nógvum árum síðan.

Lívið er alt ov stutt at lesa vánaligar bókmentir, so tað royni eg ikki at gera.

Hetta er fyrstu ferð, eg lati ein bók upp hjá Leif GW Persson, sum verður sagdur at vera ein framúr høvundur. Hann hevur heimasíðu, hvat tá? Tað fyrsta tú sært, tá tú fert har inn, er, at tú kanst keypa eina Leif GW Persson dukku. Genialt, sigi eg bara, og hetta slær líka sum tónan ann.

Sjálvandi hevur Persson skrivað annað enn krimibøkur, hann skrivar eisini fyri menn: Stora machoboken, Grabbarnas stora presentbok og Grabbarnas kokbok. Er tað ikki bara deiligt?

Glað og væl nøgd fari eg undir at lesa:

Høvuðspersónurin í bókini er kriminalkommiserurin Evert Bäckström, ein guds gáva til kvinnurnar, heldur hann sjálvur, men sum starvsfelagarnir siga vera feitan og ólekkran.

Eg elski hann longu: plottið byrjar við, at hann verður vaktur og fær at vita, at sakførarin Thomas Eriksson er deyður, og hann verður frá sær sjálvum av gleði.

Eg fái neyvt at vita, hvussu kriminalkommiserurin er út frá, hvussu hann snákar sær henda góða morgun, hann fær gleðiboðini. Tað fyrsta, hann ger, er at lætta um trýstið, tað ger hann hvønn morgun og hvørt kvøld. Hann hevur eitt fast høgrahondstak um Supersalamiin, sum tikið verður til. Tá tað arbeiðið er av, fer hann at eta: tjúkkar flísar av donskum bacon, fýra speilegg, snerkt breyð við eykasaltaðum smøri og ríkiligt av jarðberjasúltutoyi, appilsindjús og eitt stórt krúss av sterkum kaffi við mjólk.

Eitt drápsmál skal loysast við fullum búki av mati og ikki við gularótum og havrakliti. Bäckström er vísur í, at tað er júst hetta, sum ger, at tað ofta gongst so illa hjá hansara skronglutu og fávitskutu starvsfelagum at loysa drápsmál.

Tá hann hevur vaskað, rakað sær og bustað tenn, letur hann seg í. Tað er veitsludagur, Thomas Eriksson er deyður. so hann fer í gulan løriftsklædning, bláa løriftsskjúrtu, svartar, hondseymaðar italienskar skógvar og eitt litríkt lummaturriklæði, sum hann stingur niður í bróstlaumman sum eina seinastu heilsan til drápsoffrið, um skøvningin hevur hann ur av hvítagulli. Hann nikkar viðurkennandi at sær sjálvum í speglinum og fær sær ein hóskandi skamt av maltwhisky og tvær hálstablettir omaná, áðrenn hann fer út til bilin, sum bíðar uttanfyri.

Bäckström koyrir sjálvandi ikki bilin sjálvur, og tær báðir starvsfelagarnir, sum eru við, eru sjálvandi tveir jubilidiotar, og kriminalkommiserurin undrast yvir, hvussu tað ber til, at hetta slagið av idiotum altíð enda í politinum.

Tá ið Bäckström kemur fram til húsini hjá tí dripna, noyðist hann at halda sær fyri ikki at fara dansandi upp trappurnar, har eru alt ov nógv fólk rundan um …

Nú eg endi kapitlið, hoyri eg Cream aftanfyri, teir syngja White Room, ”you said no strings could secure you at the station”

Er tað løgið at eg gleði meg til næsta part?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s