Okkurt, sum letur seg upp

10511237_1497997103773299_2753091493420584348_nViðhvørt hendir so nógv spennandi í senn, at tú ert noydd at velja. Í gjár kundi eg velja ímillum at hoyra fyrilesturin hjá Hanusi Kamban um Leonard Cohen ella fara í biograf at hyggja at Ludo hjá Katrini Ottarsdóttur.

Eg veit av góðum grundum ikki, hvussu fyrilesturin var, men eg kann siga fyri vist, at filmurin var framúr góður.

Hann var væl filmaður, litir og ljós riggaði væl, setti bæði tað vakra og óhugnaliga í perspektiv. Hann var væl spældur, og søga og spæl fekk væl fram, hvussu trupult tað kann vera hjá einum barni, sum livir sum lús ímillum tvær negl.

Treyðugt so, hasir fuglarnir kundu kanska verið færri, og tilsipinging til fuglarnir hjá Hitchcock var kanska í so beinleiðis, men hinvegin so vóru tað kanska fleiri av yngru hyggjarunum, sum ikki hugsaðu um Hitchcock.

Eg veit ikki, um ein slíkur filmur verður kallaður psykologiskur thrillari, okkort sovorðið kanska, men síðukvinnan og eg lupu sjóleysar uppfrá, einaferð tá brim brast móti klettunum. Helst var tað kombinatiónin millum tað øgiliga seina spælið og tey knappligu ljóðini. Onkur hevði eisini á orði aftaná úti í klubbagarðinum, at júst ferðina á filminum vart tú noydd at venja teg við, tí at vit eru so stúvstappað við high speed ferð í amerikaniseraðum filmum.

Jú, vit stóðu eina góða løtu í klubbagarðinum og tosaðu um filmin, og bara tað sigur mær, at hann ávirkar, tí tað ger hann!

Tað er onkursvegna hetta her við hesari at síggja til friðsæluni og einum óttafullum spenningi: nær sigi/ geri eg nakað, sum kann útloysa eina katastrofu. Kom at hugsa um eina yrking hjá Märtu Tikkanen, har hon sigur um sonin, sum ræðist tað, sum kann henda við tí alkoholiseraða pápanum:

”Hann óttast altíð

hann óttast altíð vanlukkuna

sum hann veit kemur

hann veit bara ikki nær”

 

og tá so vanlukkan er hend:

 

”Nú er ikki neyðugt

hjá mær at órógvast

er tað hent

sigur hann”

(Kærleikssøga aldarinnar, Laura Joensen týddi)

Eg haldi, at mest sigandi senan í øllum filminum var tann, har læknahjúnini seta seg niður eftir at hava tosað við gentuna og pápan, og læknin sigur: Sum tað er synd í hasum manninum, og konan sigur: Sum tað er synd í hasari konuni!

Eg haldi, at Katrin Ottarsdóttir fekk fram, at vit mugu ansa eftir børnunum. Eg haldi ikki, at hennara ætlan er, at vit skulu taka partí fyri einum ella hinum partinum, tvørturímóti; tá tú ert barn og livir í trongum umstøðum, so kennist tað helst soleiðis sum tey reyðu húsini mitt í øllum tí grøna vakurleikanum og kirkjuni beint við, men kortini og tvørtur ímóti allari friðsæluni so ert tú fullkomiliga einsamøll og hjálparsleys.

Her hjá mær er fjálgt og lýtt,

kæra góða barnið mítt.

Meðan eg í vøggu haldi,

er tað, sum tað størsta valdið

upp í hond var givið mær –

(Hans A. Djurhuus: Vøgguljóð)

 

Eg fari ongantíð aftur at hyggja at húsunum á Høgnamørk við somu eygum …

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s