Hugleiðingar um ungdóm

Hoyrdi Mr. Tambourine Man í morgun í útvarpinum, meðan eg neyðhelt mær í róðrið á veg suður til Havnar. Kom knappliga at hugsa um eina hugleiðing, eg hevði til eitt mentanarkvøld í Sørvági fyri seks árum síðan, tí gjørdi eg av at seta hana í bloggin. Hon er lang sum eitt ónt ár, og kanska fáa tey mest burturúr, sum eru úr Sørvági, men nú liggur hon her:

konfirmandSjálvt um fartelefonin, teldan, sjónvarpið, dvdspælarin og aðrar tøkniligar snildir ikki vóru uppfunnar tá á døgum, so var okkurt at stytta sær stundir við í Sørvági:
Útvarpið!
Serliga vóru tað tíðindini hálvgum sjey, har tú mátti sita pinnastill og ikki siga eitt orð, so var tað Tórshavn Radio, har øll alla tíðina skuldu koma á 2069, og har alt Føroya fólk visti av, at Jógvan Páll í Vestamanna fór at fáa ein Beatles jakka, tá pápi hansara kom heimaftur, og so var tað barnaútvarpið: hvussu grótu vit ikki saman við neyðars, frændaleysa Remi ella ristu í brókunum av Kaspari, Jaspuri og Jónatan, sum gingu á tá og stjólu, men gudhavilov var politimeistarin Bastian ein fittur fýrur, men Suffía mostur, hon var ein grussa og váttaði allar fordómar um konufólk við sínum ‘á dú á dú her er so skitið!’ So var tað ljónið, harragud tað var óhugnaligt, eg hevði ikki ánilsi av, hvat eitt ljón var, men bara stemningurin í húsunum hjá Kaspari og teimum segði mær so mikið, at tí skuldi tú ikki koma ov nær.
Og so lurtaðu øll eftir Luxembourg: henda ótrúliga radiostøðin, sum gav tær allan tann musikk, tú ynskti at hoyra, sjálvt um kvaliteturin var soleiðis, at tú við jøvnum millumbilum noyddist at spíla oyrini út fyri yvirhøvur at hoyra nakað, tí ljóðið fjaraði burtur og kom aftur við jøvnum millumbilum, og ljóðið ikki bara hvarv, men tað hvarv við einum fyri okkum serliga væl kendum skróvandi, gresjandi ljóði, sum alíkavæl bara átti at vera so. Og lýsingarnar, sum tú enn hoyrir fyri tær: ‘Stimoriol gum, Stimorol gum, Stimorol chewing gum,’ ella ‘Aqua Welva is new from Goya.’
Heima áttu vit harmoniku, sum var toygd í hvørjari lykkju, og gittara og bandupptakara við spolum, ja ikki var tað løgið, at foreldrini viðhvørt vóru um at gerast ør í høvdinum av óljóði, tí alt gekk fyri seg í heimarustovu, kamar var ikki nakað, tú brúkti sum uppihaldsrúm, tað svavst tú í! Tað fekst serloyvi til at klistra myndir úr Vi unge og Børgeblaðnum upp á veggin uppi yvir songini, so tú um kvøldarnar, áðrenn tú sovnaði, um ikki annað kundi droyma um, tá ið tú skuldi giftast við Mick Jagger og sjálv gerast víðagitin sangarinda.
Ongantíð áttu vit plátuspælara, og tað mátti Jógvan á Ørg líða undir, eg veit ikki, hvussu ofta Erhard sendi meg út á Ørg at lána plátuspælaran frá honum, og tá eg royndi at argumentera fyri, at tað kanska ikki var so heppið í tíð og úrtíð at lána plátuspælaran frá Jógvani, var eg tept við einum: Tú skalt fáa 5 krónur aftur fyri!
Eg gjørdist ongantíð rík av 5 krónunum, ivist í, um eg nakrantíð fekk nakra, og Jógvan var ikki serliga glaður fyri henda snorungan, sum í heilum kom at lána. Eg skilji hann væl! Eg hevði heldur ikki verið so glað, um onkur í tíð og úrtíð kom og lánti sterioanleggið frá mær!
Musikkur opinberaði seg rættiliga fyri mær einaferð úti hjá Zittu. Frammanundan hevði eg verið von við tær tjúkku 75 pláturnar, sum Alma og Mikkjal Erik áttu: tær vóru nógvar, men eg minnist serliga Min firbente ven og En glad køkkenskriver, men úti hjá Zittu gjørdist alt øðrvísi ein dagin, eg var harúti við Erhardi, helst hevði mamma sagt, sum so mangan áður: ’Tak hana við!’ Í øllum førum, har úti høvdu tey plátuspælara – sjálvandi! Og henda góða dag høvdu Erling og Eivin og teir fingið eina nýggja plátu – eina appilsingula singleplátu, hon var sett á og so hoyrdi eg hetta:

Hey, Mr. Tambourine Man!

Og eg var fokin – og hevði bara vanvirðing til yvirs fyri Charlie Pride og Larry Finnegan, sum brølaðu út úr niðurrullaðum vindeygum á bilum hjá miðvágsdreingjum við brúllkrem í hárinum!
Og tá ið Mikkjal Erik lá á sofuni hjá Almu úti á Lið og sang ’Lille Loyla, Lille Loyla’ fyri mammu og spurdi hana, hvat henni dámdi tann sangin, mátti eg bara rista á høvdunum av, hvussu ringan smag hann hevði.

Dansur var fyrst í gomlu dansistovuni, orkestur vóru nógv, allir skuldu royna seg, og tá eg sigi allir, meini eg allir, gentur høvdu ikki lut í útinnandi listini á pallinum, annað enn sum go go girls ella groupies. Men tá ið enska orkestrið The Times kom til Sørvágs og spældi konsert í gomlu dansistovuni, skuldi tú trúð, at tað vóru Beatles, sum vóru komnir, vit lógu omaná hvørji aðrari fyri at fáa autograf, og teir spældu so hart, at tað hoyrdist líka út á Bakka, søgdu øll, og tey gomlu øtaðust, men vit frøddust um at endiliga hendi okkurt spennandi, og ein dagin sá eg enntá Savage Rose á vegnum beint við húsinini hjá Sigrid á posthúsinum. Snakka um globalisering! Uttan iva vóru tey á veg av stað við flúgvara, men tað var bara so fantastiskt, at tað ikki kann lýsast við orðum.

Filmar sóu vit eisini í Sørvági, í heila tikið má sigast, at vit í so máta vóru betur fyri enn í dag, hvat tí viðvíkur. mykines
Mítt fyrsta filmsupplivilsi var ein Gøg og Gokke filmur, sum Geytin kom við og vísti úti í gomlu dansistovuni. Uttan iva hevur mamma sagt, sum hon plagdi: ‘Tak hana við!’ Og so eri eg farin og havi av prátinum væntað, at tað fór at blíva ordiliga stuttligt, men tað var tað bara yvirhøvur ikki! Tvørturímóti var tað so óhugnaligt at síggja Gøg berja Gokke av, og at síggja teir detta oman gjøgnum trappur og koyra útav við bilum, at eg, tá íð Geytin tendraði ljósið fyri at skifta filmsrullu, sat í sjóðheitum gráti av berari neyð, tí at eg var frá mær sjálvari av bangilsi. Geyti, tað reella menniskja hann var, royndi at ugga meg og fáa meg at flyta afturum og seta meg ímillum Hera og Eilif hjá Hensari, ivaleyst helt hann tað vera tryggari har, men har hjálpti ongin bøn, eg græt og skríggjaði og snoraði og var slept út og varð bjargað frá hesum ræðufilmi.
Eg skal ikki endurtaka, hvat Erhard, Anny, ja sjálvt Herálvur, sum var tvey ár yngri enn eg, søgdu við meg, tá ið tey komu til hús, men eg royndi at verja meg við at siga, at Hans abbi segði, at eg hevði gjørt kvettið, tí Geyti gav mær tveykrónuna aftur.
Og tit kunnu ætla, at tað gekk long tíð, áðrenn eg tordi á film aftur, men sum skúlagenta, var eg og flestu onnur ofta á filmi. Tað var fast at fara at hyggja at plakatunum, sum fyrst hingu uttanfyri hjá Mallhans og síðan á hjalsvegginum hjá Jens.

Romantikkur var sera týdningarmikil í huganum á gentum tá og er tað ivaleyst enn: vit sótu allar og bíðaðu eftir riddaranum á tí hvíta hestinum inni á Libbikafé, úti hjá Eli Johnson, í Kaffistovuni ella aftanfyri bakaríið hjá Skælingsjógvan, meðan vit drukku Hawai, ótu Karamel, og Skælingsjógvan undirhelt við tí Alfagra land mítt á donskum.
Vit keddu okkum næstan í hel, tí onki hendi nakrantíð. Sjálvt miðvingar í leðurjakkum, reyðum nylonskjúrtum og við brúllkrem í hárinum ella marinarar á Hvidbjørnen, Fyllu og Vædderen vóru óinteressantir. Tað vóru serliga gentur, ið vóru eldri enn eg, sum fjasaðust við teimum. Gentur við turrikløðum bundnum beint á høkusnippinum – tað var ordiliga smart og sexut, seinni gingu tær í lårkort.
Forrestin nú eg tosi um klæðir, so var Anny shopaholic, langt áðrenn bøkurnar komu út: tá ið hon hevði verið skúlabarnaferð í Íslandi og skuldi koma aftur, sótu vit í vindeyganum í heimarastovu og bíðaðu. So steðgur bussurin heima í bygdini, Anny kemur úr, og so hoyri eg mammu siga niður fyri seg: ‘eg visti tað altíð, hon man eiga nøkur oyrir eftir, tí nú hvarv hon inn í Norðstovu við teimum.’
Og rætt var, hon hevði ikki klovið tveyoyrað eftir, tá ið hon kom til hús, men tað gjørdi ikki petti, tí eg síggi hana enn fyri mær: eina verðinsdamu í spildurnýggjum buksum, koma oman gjøgnum bygdina og út til okkara. Og buskurnar vóru ikki bara nýggjar, men vóru marinubláar við svaj í brókunum, og eg helt tær vera fantastiskar, men ivaleyst havi eg sagt við hana, at tær vóru ordiliga ljótar, sjálvt um eg innast inni bara var sjúkliga øvundsjúk, tí eg hevði sæð, at hon næstan strálaði, meðan hon sjálvsikkur gekk oman gjøgnum bygdina, og onkur annar mundi halda tað sama, tí tað gekk ikki long tíð, fyrr enn ein ljóshærdur miðvingur við falli í hárinum, men ikki við brúllkremi, sást kredsa rundanum húsini hjá okkum á knallert.
Í heila tikið var hetta við dreingjum fantastiska spennandi: Jonna hjá Sigmund og eg kundu sita stillar, hond upp undir kinn og hyggja at myndunum av Jørgen Franz og Hanna, sum stóðu í glas og rammu á náttborðunum hjá Hjørdis og Odu, teir vóru ótrúliga sjeikaligir og vakrir og so vóru teir fremmandir og spennandi, annar úr Miðvági og hin úr Skálavík, sukk!
Ella tá ið eg einaferð slapp við Miu og Elisabeth til Hvítanesar at ferðast, sum í sjálvum sær var eitt ótrúligt bragd, tá ið vanligasta svarið upp á spurningin Min længste rejse gik til? í Mine venner bókini var: ‘til Sandavágs.’
Har sluppi vit oman til Havnar á Ólavsøku, og har uttan fyri hjá nonnunum, sum altíð høvdu basar á ólavsøku, uppstóð ein bardagi millum tveir dreingir, báðir vóru í føroyskum klæðum og skítfullir, og bardagin galt eina gentu, sum grátandi royndi at leggja seg ímillum fyri at skilja teir sundur. Harragud eg helt tað vera romantiskt! Í dag haldi eg tað bara vera sjúkligt!

Enski rithøvundurin Wirginia Woolf skrivaði einaferð eina bók, sum í mínum vaksna lívi kom at hava stóra ávirkan á meg: Bókin A Room of ones own var um rættin hjá kvinnum at hava eitt egið rúm, ella við øðrum orðum javnbjóðis rætt við menn at kunna virka.
Kanska var tað tí, at tá eg var barn og hálvvaksin, høvdu gentur egið rúm á vesunum. Úti hjá Jonnu hjá Sigmund høvdu tey eitt vesi í kjallaranum, har tað stóð: Her kan man sidde i egne tanker, medens en anden på døren banker, og tað vóru vísdómsorð: hvussu mangan vóru vit ikki gummur hjá hvørji aðrari inni á vesunum? og tað var uttan mun til, hvørji ørindini vóru: har blivu mong av lívisins viðurskiftum endavend, tað veri seg romantisk fyribrigdi, politikkur, religión og bara tað at kunna betrúgva seg til eina aðra.
Annars gekk tað út uppá at spassera, undir arm sjálvandi, og royna at síggja ordiliga kul út, tá ið miðvingarnir við brúllkrem í hárinum og í reyðum nýlonskjúrtum og rullukragatroyggjum koyrdu framvið og floytaðu og komu við lokkandi tilboðum, meðan teir veittraðu við elefantøli!
Í heila tikið varð so nógv spasserað eftir Niðaravegi, at eg í dag als ikki undrist á, at vegurin fór so illa, at hann so við og við er asfalteraður næstan upp undir kantin á garðinum oman móti sjónum!

Politikkur upptók meg nógv, bæði tá og ger tað framvegis, Vietnamkríggið var uppá tað harðasta, og eg kendi tað viðhvørt, sum eg skuldi verja alla mannaættina, og eg helt amerikanska herin bera seg at sum dýr, bæði tá á døgum og nú.
Eg gekk eisini inn fyri líkarætti og fekk oftani at vita, at eg bara kundi fara út á kaiina at lossa og vita so, um nakar dugur var í mær, tað var ikki, fyrr enn eg bleiv heilt stór, at eg uppdagaði, at tað saktans bar til at hava líkarætt, sjálvt um tú ikki hevði musklar.
Eg fór heimanífrá 16 ára gomul, kanska var tað sum í sanginum, eg hoyrdi úti hjá Zittu: And the ancient empty street´s too dead for dreaming.
Eg fann stutt síðani eitt bræv, sum Elisabeth hjá Miu hevur skrivað mær, tá eg eri farin til Havnar, har hon sigur, at her er so keðiligt, síðan tú ert farin, at eg ikki eingang tími at lúgva okkurt fyri tær.
Eg havi roynt ikki at logið fyri tykkum, kanska pynta eitt sindur uppá tingini, men vóni, at tit hava tímað at lurta.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s