The Flat Rabbit

flatÍ Amerika er alt so stórt, øll tosa small talk, og øll kunnu blíva rík og forsetar.

Soleiðis hugsaði eg, tá eg í morgun kom til arbeiðis og sá, at ein bók hjá Bárði Oskarsson varð blivin ummæld í The (við trýst á di) New York Times!

Tað næsta, eg hugsaði, var Evangeliið eftir Matteus, 5 kapittul, 15 ørindi: Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum.

At seta sítt ljós undir skeppumál er myndamál, hvør skal siga: gevst at goyma teg og halda, tú onki ert verd!

Hvat var tað so, sum bæði gav mær ein feril av stórheitsvanviti og setti mær hesar bíbilsku grillir í høvdið? Jú, ein myndabók sum eitur Flata kaninin.

Og hvat handlar hon so um? Jú, eina kanin, sum liggur fløt sum ein pannukaka á vegnum, steindeyð, og um ein hund og eina rottu, sum finna hana har. Hvør hevur forrestin nakrantíð hoyrt um, at ein hundur og ein rotta eru makkarar? Nei, ha?

Hesi bæði, hundurin og rottan, gera tað, sum so mong ikki gera, tey fara ikki bara víðari og siga: oh well, hon um tað. Nei tey steðga á og grunda yvir, hvat tey skulu gera, tí sjálvt um tey ikki kenna hana sum so, so halda tey, tað vera syrgiligt, at hon bara skal liggja har.

Tað stutta av tí langa er, at tey fara aftur á staðið og pilka kaninina upp av vegnum, og tað verður gjørt við gefühl:

”Ansa eftir oyrunum, segði hundurin, meðan hann varisliga pilkaði tey fløtu beinini upp av vegnum.”

Og so fara tey undir operatión jarðarferð ella rættari luftferð, og tað verður gjørt í røttum praktiskum anda, einki snýs og tár og kreppuhjálp og talur: kaninin verður klistrað upp á ein dreka, og so á flog, og tað er ikki sum at siga tað: 42 ferðir mugu tey renna aftur og fram, áðrenn drekin fer uppfrá. Og so lovar Bárður hesari kensluni fram, sum vit mangan hava í okkum: hvussu man hetta vera? Hesin spurningurin, sum vit so mangan hoyra í útvarpi og sjónvarpi eftir onkra marksetandi hending: hvussu føldist tað?

Og sjálvandi sleppur rottan at royna at halda drekanum eisini:

”Hevur tú hug at royna?”

Og á myndini síggja vit hundin rætta rottuni snórin, tí slíkt upplivilsi mugu tey bæði vera felags um!

Tá eg lesi og hyggi at Fløtu kaninini, minnist eg afturá eina hending, tá sonurin hjá mær, Hanus, og vinmaðurin Meinhard høvdu funnið ein deyðan fugl uttan fyri húsini. Teir høvdu eisini jarðarferð; Hanus er bóndasonur, so hann stóð fyri grevstrinum, og sum so mangan fylgdi eg við í passaligari frástøðu og hoyrdi hann siga við vinmannin: ”Meinhard, pápi tín er prestur, so tú kanst halda taluna.” Tað var sanniliga eisini praktiskt!

Bókin kom út í 2011.

Hon er síðan útkomin í Danmark, Noregi, Týsklandi, Kanada og Kekkia. Og skjótt eisini í Íslandi og Svøríki.

Eg má siga, sum mín skilagóða dóttir Turið ofta sigur, tá hon verður noydd at hyggja at katastrofufilmum, hoyrir um eina komet, ið er á veg til jørðina ella sær ein dokumentar um veðurlagsbroytingar: “Eg verði konfronterað við mína egnu deyðiligheit”.

Kanska vit endiliga fara at viðurkenna, at vit duga til nakað innan bókmentir, at vit lova bara einum veti av stórlætisørskapi framat, kanska eitt pikkalítið ummæli í føroyskum miðlum hevði verið ein byrjan?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s