Lýð á ljóðið

hosur4Stutt undan jólum høvdu vit bindicafé á bókasavninum í Sørvági. Vit bundu jólakúlur, soleiðis sum norsku Arne og Carlos hava lært okkum. Eg helt tí, at tað kundi verið stuttligt at greitt bindikonunum frá einum tíðarskeiði í Føroya søgu, har konur góvu sítt íkast til føroyskan búskap, sum tær eisini gera í dag.

So eg fór undir at lesa og kanna og havi stolið við hond og fót frá Hans Jacob Debes, heimasíðuni á Fornminnissavninum, Andrias Weihe og Havnar søgu. Helt eg skuldi leggja tað á bloggin hetta ísakalda vetrakvøldið, tá mong av okkum sita í væl bundum sokkum, hosum og troyggjum úr føroyskum tógvi.

Tá eg í 1969 kom við tí skelkandi nýggheit heima við hús, at eg ætlaði mær á studentaskúlan, segði Hansabbi við meg: Far tú bara, men ansa bara eftir, at tað ikki verður sum í vísuni hjá Kvívíks- Jógvani. Vísan, hann sipaði til, var Lýð á ljóðið, sum Kvívíks-Jógvan yrkti í 1926. Í henni verður sagt frá handilsferðunum til einahandilin í Havn.

”Pør og troyggjur” metti fyri vrak,

tók so reyða kritið

rætt sum í ørviti,

”og hann ritar” upp á troyggjubak.

”Grima merkið” troyggjan á seg fekk.

Stóra dupult V-ið,

miðja nátt sum degi

”mundi síggjast” hvar um leið ein gekk.

Aftaná 1620 fóru føroyingar at binda hosur til útflutnings. Viðhvørt hoyrdust klagur frá føroyingum um, at handilin ikki vildi taka hosur frá teimum, og at tað var tað einasta, tey áttu at keypa fyri. Trupulleikin var, at tá sum nú vildi avtakarin í útlondum hava ein ávísan kvalitet á hosunum, annars vildu teir ikki keypa. Tí komu boð frá løgmanni í 1620, at hosur skuldu hava eina ávísa stødd.

Í 1631 varð aftur klagað um, at keypmaðurin ikki tók ímóti hosunum, men tá svaraði hann, at hann júst hevði tikið ímóti 12.000 pørum av hosum, sum vóru send til Hollands. Aftur her vóru hosur vrakaðar, sum ikki høvdu rætta stødd. Tí varð gjørt av at vera enn neyvari við støddini, tær røttu hosustøddirnar fingu so at siga løgmansins innsigli á seg. Løgmaður kunngjørdi, at hosurnar skuldu sniðbindast eftir ávísari stødd, tí vóru hosutrø gjørd eftir ávísum reglum. Munur var á prísinum alt eftir, hvønn lit hosurnar høvdu: reyðar hosur høvdu eitt virði av 5 skinnum og hvítar hosur eitt virði av 4 skinnum. Lógarhosan gjørdist høvuðsútflutningsvøra føroyinga 200 ár fram, eftir tað vóru útflutningsvørurnar troyggjur, lýsi og fiskur, siga teir báðir Jens Pauli og Kári í Havnar søgu.

Aftaná 1657 fall útflutningurin til Hollands, og í staðin keypti dansk-norski herurin og flotin hosurnar.

Seinast í 1600 talinum lækkaði prísurin á hosum, nú var heldur ikki gjørdur munur á liti á hosunum, men allar hosur høvdu virði av 4 skinnum. Afturat var farið at at binda fínari hosur, sum vórðu tøvdar. Hesar hosurnar kravdu dupult so nógv tógv, og tað var dupult so drúgt at spinna og binda hosurnar. Tí tók Gabel stig til, at fólk skuldu nýta hjólrokk (skotarokk) í staðin fyri gomlu handsnælduna, eisini vórðu gjørd hosutrø eftir ávísum givnum reglum, so allar hosur høvdu somu longd. Fyri at fá tær bleytari og fastari vórðu tær tøvdar í landi. Tað verður sagt, at Kristian IV fekk tveir skotar til at læra føroyingar at spinna, og at tað er tí, at rokkurin eitur skotarokkur.

Menn hava verið uppi í ullarbeiðinum fyrr, tað var ikki óvanligt, at teir spunnu. Søgnin sigur, at Knútur í Skálabotni var fyrsti maður, sum átti karðar. Av tí kom nógv fólk til hansara fyri at fáa ull sína karðaða. Í teirri tíðini brúkti fólk annars í staðin fyri karðar teir sonevndu tókambarnar. Tað sigst, at Høgni bóndi í Stórustovu í Oyndarfirði, sum tá í tíðini var av størstu bóndum, læt alla sína ull karða hjá Knúti.

Seinnu helvt av 1600 talinum hækkaðu prísirnir á innfluttum vørum (serliga bygg) og lækkaðu á hosum, tað gjørdi, at fólk vóru verri fyri. Í 1690 gav lensharrin boð um stóra lækking í hosuprísunum. Hetta árið var aftur stór hungursneyð, og millum bøndurnar var stór ónøgd um teir lækkaðu prísirnar. Løgmaður kallaði saman til fund hetta árið, og semja var um at senda eina sendinevnd við fýra monnum til Keypmannahavnar at klaga. Tað eydnaðist at minka um útflutningin av ull, og tað var sjálvandi til fyrimuns fyri tey fátæku, serliga teimum, sum biddaðu sær ull at binda hosur burturúr. Hosubinding var ódýr framleiðsla: sjálvt tey fátækastu kundu útvega sær karðar, rokk og stokkar, sigur Hans Jacob Debes, søgufrøðingur

Longu fyrst í 1700 talinum, tá kongur tók við handlinum, gjørdust hosur týdningarmesta útflutningsvøran. Í 1723 bað danski herurin um 5000 hosupør við nýggjum sniði, stuttar, hálvfínar, tøvdar hosur. So við og við fór tað at loysa seg at binda hosur til útflutnings heldur enn at senda ullina óvirkaða av landinum. Til ber at siga, at júst tann alin langa hosan var búskaparliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum í 18. øld. Hosuframleiðslan vaks í stórum og var móti endanum av øldini næstan 97% av samlaða takstvirðinum. Í 1709 yvirtók kongur einahandilin og hevði hann til 1856, tá einahandlin varð avtikin. Tey fyrstu 20 árini eftir at kongur hevði yvirtikið handilin, vórðu 175.000 pør av hosum vrakaðar, tí ikki slapst av við tær. Í skjølum frá hesi tíðini sæst, at vrakaðu hosurnar vórðu nýttar til ífyllu í havnarlagnum millum Toldbodgade og Kvæsthusbroen í Keypmannahavn.
Sjón fekst fyri søgn, tá tað í 1973 varð farið undir at grava út fyri kjallara í einum fyrrverandi korngoymsluhúsi í Toldbodgade (nú Admiral Hotel). Tað vísti seg, at korngoymsluhúsið var bygt oman á eitt gamalt tyrvingarpláss við alskyns burturkasti, ið stavaði frá 17. og 18. øld. Undir grevstrinum varð komið niður á hópin av klædnaleivdum, millum annað hosupør. Kanningar bendu á, at hosurnar vóru úr Føroyum.

Tað loysti seg at binda: Ein bønarmaður fekk 8 skillingar og kost um dagin, meðan ein kona td., sum bant 2-3 pør av hosum fekk 10-13 skillingar um dagin. Korini hjá fátøkum betraðust seint í 1700 talinum, og tað høvdu tey mangan hosunum fyri at takka.

Í 1773 læt Fríðrikur kongur (5) gera høggmyndir í Norðmansdalinum við slottið Fredensborg við Esrum vatnið í Norðursælandi.hosur3 Har vóru gjørdar 69 høggmyndir, 59 av norðmonnum og 10 av føroyingum. Tær norsku høggmyndirnar vísa, úr hvørjum fylki fólkini eru, meðan tær føroyska vísa, hvat fólk gera og liva av. Har var millum annað eisini høggmynd av konu við noða undir høgru hond, sum bindir eina langa hosu. Tað sæst á høggmyndini, at hon hevur tráðin um høgra fremstafingur, sum er føroyskur bindingarháttur.

Útflutningur av hosum og eisini troyggjum helt sær heilt fram til 1800 talið. Løbner sigur frá, at handilin fekk nógvar klagur um, at troyggjurnar vóru ov stuttar og ov trongar. Hetta kann kanska skyldast, at fólk hava spart upp á tógvið. Hosur og troyggur vóru kannaðar, tá tær komu í handilin. Til hetta arbeiði var ein hosutakari. Troyggjusnið vórðu gjørd í 1820 og send sýslumonnunum um landið, fyri at fólk skuldu binda troyggjur við røttum sniði.

Eftirspurningurin minkaði so við og við, og fyri at lívbjarga sær seldu fólk vraktroyggjur í loynihandli í býti við vøru. Hesin loynihandilin spældi ikki altíð væl av, um hetta yrkir Kvívíks-Jógvan:

”Føroya fólkið” livdi ei við gleim;

bert ein seldi vøttin,

so fekk hann ta hóttan;

”Tú skalt missa” óðal, hús og heim!”

Í 1832 koma aftur fleiri nýggj hosu- og troyggjusnið at binda eftir. Amtmaðurin letur væl at troyggjunum, sum verða bundnar til útflutnings, men fyrst í 1840´árunum vinna tær íslendsku og jútsku troyggjurnar á teimum føroysku, og vinnan minkar í Føroyum; í staðin fyri eru fólk meira og meira farin at rógva út og virka fisk.

Føroyska bindikonan kom upp at hanga á vegginum á Tjóðarsavninum í Keypmannahavn. Málarin F.T. Kloss málaði ein málning av henni í 1844. Kloss, sum var næmingur hjá kenda listamanninum Eckersberg, hevði verið eina ferð í Føroyum saman við Fríðriki 7, sum tá var krúnprinsur. (Málningurin stendur ovast í hesum blogginum)

Soleiðis gjørdist eg eitt sindur klókari uppá eitt tíðarskeið í føroyskari kvinnusøgu, helst er ikki alt rætt, men vónandi tað mesta.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s