50 litbrigdi av gráum

10959825_10206034750094255_6806144569394085537_n

Eg viðgangi tað, tá bókin kom út, keypti eg mær hana sum e-bók, men tá eg hevði lisið einar tveir, tríggjar partar, legði eg hana frá mær og havi síðan ongantíð lisið í henni aftur. Eg gudi uppá tað! Eg fekk vaml! Tí hetta er ein av mongum bókum, mongum ímyndum, har tú skalt lullast inn í eina romantiska fatan av, at allar kvinnur elska at verða bukaðar av ella um ikki, so mugu tær bara smyrja seg við, at menn kunnu buka tær av, um teir vilja.

  1. februar verður frumsýning í Havnar Bio av filminum Fifty shades of gray.

Eg fari staðiliga at heita á øll fólk, kvinnur og menn, um at boykotta filmin og í staðin flyta hundrað krónur til Kvinnuhúsið. Best hevði verið, um tit fluttu pengarnar sama dag, so tær í Kvinnuhúsinum síggja, at hetta er eitt boykott og ein greiður stuðul til arbeiði teirra at hjálpa kvinnum og børnum í neyð. Eg ásanni, at summi hava eina slíka sexuella preferancu, tvs. at tey øsast av BDSM í sexuallívinum, men greitt er, at høvuðstátturin í BDSM er sínámillum samtykki, og tað ekisterar ikki í hesum bókunum.

Í USA og Onglandi eitur átakið 50 dollars not 50 shades, í Noregi eru tey eisini farin undir sama átak, og eg haldi, at vit skulu fylgja við og vísa okkara andstygd fyri hesum filminum og hesari menniskjafatanini, sum glorifiserar og romantiserar harðskap móti kvinnum. Ikki fara í biograf, men latið í staðin Kvinnuhúsinum 100 kr í stuðli.

Flytið pengarnar tann 12. februar á: Eik Banka 9181-124.044.9

Lesið frálíka grein um evnið her

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s