hashtag solareclipse2015

IMG_2631

Ja, so slapp man at uppliva hetta. Aðru ferð, hóast fyrra ferðin er farin í gloymskunnar hav, av tí at eg bara var tveir mánaðir. So onki tos um hønur her.

IMG_2633

Tá klokkan var seks, var longu fyrsta fólk á fótum, tí nú skuldi finnast útav, um tað fór at blíva betri í Havnini, har teir 10.999 turistarnir vóru, men vit samdust skjótt um, at best mundi vera at vera verðandi í Vágum. Tá klokkan nærkaðist hálvgum níggju, fór alt upp at gartera, ringt varð, og kimað var í eystur og vestur at vita, hvussu sá út her og har, og sjálvandi var regn og grátt og klárt og stilli og vindur og alt møguligt hvørt um annað. Men endin var, at vit øll stevndu til Miðvágs at uppliva ljósið. Og tað var júst hetta, sum annar bróðurin súrliga viðmerkti: at tað skuldi vera komið so langt, at vit noyðast yvir til Miðvágs at síggja ljósið. Sagt er mær tó aftaná, at tað sást líka væl í Sørvági.

IMG_2637

Á veg yvir til Miðvágs vóru longu flogfør á ferð, helst sótu tey nú øll har uppi í luftini við sjampagnugløsum og sushi, meðan vit, á ja, vit drukku forrestin eisini sjampagnu …

IMG_2640

Men tá so hetta fyribrigdið endiliga upprann, so fall friður á summi, og summi gingu amokk, tí slíkt hevði ongin sæð áður, sum jú rætt var (næstan).

Mær kom til hugs, at Hanus Kamban í útvarpinum segði, at tað var okkurt slag av ærufrykt yvir hesum at vera vitni til slíkt náttúrufyribrigdi, sum er so ævintýrliga sjáldsamt.

Eg dugi ikki at greiða frá tí, annað enn kensluna av at finna útav, at tú sást nakað á himmalhválvinum, sum gekk fyri seg so ævintýrliga langt burturi, at tað næstan ikki rúmtist í huganum. Umhvarvið av mánanum, sum spakuliga fór inn yvir sólina, gylta ringin, tá alt var blivið svart og kalt, og so løtan, tá sólin spakuliga sigldi undan aftur, og fuglarnir lættu sær á …. men altso ikki hønur – hetta vóruu likkur – og tað var ljós …

Aftaná, tá alt var av, kom mær til hugs sangin hjá Sebastian: Når lyset bryder frem, ja, orsaka altso, at eg kom at hugsa um sovorðið danskt, men har syngur Sebastian í fyrsta ørindi:

Du lille barn du er på vej til drømmeland
Pludselig møder du en mærkelig mand
Han tar dig med over det dybe vand
Til I kommer til en fremmed strand
Som i et eventyr
Er alt du ser
Her er onde trolde og gode feer
Du vil se mer
Når lyset bryder frem
Når lyset bryder frem
Ja, så må du hjem
Så må du hjem

og har hann endar við orðunum:

Som i et eventyr
Er alt du ser
En syndig sjæl fløj væk
Men her er mange fler
Du vil se mer
Når lyset bryder frem
Når lyset bryder frem
Ja, så må du hjem
Så må du hjem

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s