Vit, ið eru komin eitt sindur til árs, kenna flest øll tær gomlu jólasøgurnar, har børn hava tað trupult, tey hava fátæk foreldur og eiga ikki tað sama sum hini børnini. Ongan penan kjóla at fara í jólatræsveitslu í ella ongan góðan mat at eta á jólum. Men har er altíð onkur ræðuliga fittur keypmaður í bygdini, sum í seinastu løtu bjargar jólunum hjá teimum fátæku, so eisini tey sleppa at njóta jólahugnan og jólaboðskapin uttan at kenna strongd av nøkrum slag.
Í Føroyum í dag, kundu vit saktans farið aftur at skrivað slíkar jólasøgur, tí nú eru so nógvir fittir ’keypmenn’, at ongin orsøk er at kenna seg við sviðisoð. Hví sigi eg nú so? Jú, tí at eg ræðist hetta. Tá ið vit fyrr høvdu nakrar hjartagóðar einstaklingar, sum bjargaðu jólunum hjá børnum, so var tað tí, at vit tá ikki høvdu eina sosiala skipan, sum loftaði teimum, sum stóðu illa í tí.
Tað hava vit nú, ella tað skuldu vit havt, men trupulleikin er, at sosiala skipanin ikki hevur fylgt við í, hvussu fólk liva nú á døgum. Hon er enn stórt sæð girað til eina gamla fatan av familjumynstrum, kynsleiklutum og als ikki rættað ímóti teimum væntanum, sum flest fólk hava, fyri at tey halda seg hava eitt virðiligt lív.
Pengar gera ikki fólk lukkulig, siga øll tey, sum eiga pengar, og kanska onkur annar við. Gu’ gera teir tað! Tað er nógv lættari at liva, um tú sleppur undan at venda hvørjum fimmoyrað.
Tey, sum eru snávað, hava brúk fyri hjálp, hoyrist aftur og aftur á sosialu miðlunum, og rætt er tað, men líka rætt er tað, at sjálv sosiala skipanin haltar, og tað var nakað av tí, eg haldi Rigmor Dam var inni á, tá hon og Bill kjakaðust í kringvarpinum í gjárkvøldið.
Fólk, ið arbeiða hálva tíð, fólk við lágari inntøku, einsamallir uppihaldarar, pensjónistar, lesandi … øll hava brúk fyri lægri húsaleigum, betri íbúðum at búgva í, lægri matvøruprísum osfr osfr
Alt gott um at B36 bjóðar ókeypis limagjald, at Í menniskjum góður tokki bjóðar fólki hjálp til at halda eini betri jól, at onkur koyrir út við matvøru, at Sosialurin savnar pening til fátøk, men álvaratos … nær fáa vit eitt politiskt stýri við visjónum og evnum og vilja at bøta um korini hjá teimum á niðastu rók í samfelagnum?
Hesir einstaklingar og felagsskapir gera tað av góðvild og helst eisini fyri at vísa, at okkurt er ravruskandi galið í okkara samfelag, so er bara at vóna, at hetta ikki verður ein koddi, har politiska skipanin kann leggja seg at snorksova, tí hetta taka privatir felagskapir sær av.
Hvussu leingi skulu fólk ganga við hattinum í hondini?