Kl. 6.15 tann 21. apríl (helt eg altso):

IMG_2702

Hmmm … hvat ólukkan er hetta, ein rúgva av fólki hevur skrivað á mína tíðarlinju á facebook. Á gud, hugsi eg við mær, tað er 22. apríl, og eg, sum helt, at eg fylti í morgin. Men tíðini rennur ongin undan, so alt tilfarið, sum eg havi keypt til at gera kaku av í morgin altso, má klaskast saman við ferð, tá eg komi aftur frá arbeiði.

Men ikki veit eg, tað gekk … familjan kom og fekk drekkamunn og kaku, og rópini gingu, og tá eg sigi róp, meini eg róp, tí familja mín tosar ikki, vit rópa. Um 50 flokkar vóru á tingi, so høvdu vit øll valt hvør sín flokk. Men musikalt eru vit á linju, so nøkulunda altso, tí okkurt býtt gongur niðri á plenuni í cowboyhatti og strimlajakka eina ferð hvørt summar. Men lad gå, hann er fittur kortini!

Familjan er eittans, men facebookvinir eru sanniliga eisini góðir at hava.

Túsund takk fyri heilsanir á degnum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s