Denne lov gælder ikke for Færøerne

index Ótrúligt sum vit eru sósað inn í danska søgu og hugburð. Sjálvt um tað kann lesast í søgubókum hjá Hans Jacob Debes, í søguni um Løgtingið hjá Hans Andrias Sølvará og við at lesa Løgtingstíðindi frá 1915-16, so verður ferð eftir ferð framtúrað við, at vit í Føroyum víðkaðu um valrættin í 1915. TAÐ ER BARA IKKI RÆTT! Valrættur og valbæri fyri kvinnur og ognarleys varð samtykt á Føroya Løgtingi í apríl 1916, so vit hava ikki 100 ára dag fyrr enn næsta ár. Løgið at sjálvt tjóðveldisfólk, sum ikki viðurkenna, at danska grundlógin er samtykt av føroyingum, eisini eru uppi í gleðiskórinum um føroyskan valrætt. Tað er heldur ikki rætt, at føroyskar kvinnur vóru fyrr á vali enn danskar kvinnur, sum onkur av portalunum hevur ført fram í dag. Bæði føroyskar og danskar kvinnur vóru fyrstu ferð á vali í 1918, tá bæði løgtings- og ríkisdagsval var. So sjálvt um Posta hevur tikið tingini upp á forskot og givið 100 ára valrættarfrímerkir út, og sjálvt um allir portalar pástanda, at vit hava havt 100 ára valrætt í hesum døgum, so er tað ikki rætt. Eg gleðist um at danskar og íslendskar kvinnur fingu valrætt fyri 100 árum síðan, og eg gleði meg til at vit fara at feira okkara valrætt í 2016.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s