Tað er skjótt, tað er trygt, tað er smidligt, tað er føroyskt, tað er átuligt …

thoughts-mirror-box-rosa-cobos

Kom at hugsa um, nú eg ein morgun hoyrdi, at alt Føroyar skal talgildast, at eg, seinast eg var á apotekinum, skuldi siga einari gentu trý tey seinastu tølini í mínum persóntali.

Ikki fyrr enn eg var komin út um aftur, fór eg at hugsa um, at tað er nú nokkso løgið at skulu siga einum meira og minni tilvildarligum persóni (no offence) mítt persóntal. Eftir øllum at døma liggur tað inni í telduskipanini hjá apotekinum, tað liggur inni á telduskipanini í øllum pørtum av heilsuverkinum, á taks, í bankanum, og helst fleiri aðra staðni við.

Er tað ringt ella gott? Skal eg leggja nakað í, um fleiri túsund ymisk starvsfólk runt um alt landið vita ella hava atgongd til mítt persónliga p-tal?

Nei, eg veit ikki, kanska ger tað ikki petti. Kanska skal eg bara leggja í, at eg sleppi undan at upplýsa bústað, telefonnummar, kyn, aldur, barnatal og mangt annað, tí tað vita tey longu frammanundan. Kanska tað verður so í framtíðini, at tey eisini fara at vita, hvørji persónligu áhugamál, eg havi, hvørjar netadressur eg vitji javnan, hvørjar bøkur eg lesi, hvønn eg tosi í telefon við, hvar eg haldi feriu, hvussu nógvar sjeikar eg havi havt ímillum ár og dag, hvussu nógv børn, hvussu nógvar abortar, á nei, alt hetta vita tey longu …

Skal eg leggja í? – ella skal eg bara hugsa um at verja milliónina inni á Bank Nordik, so ongin fer av stað við henni?

Personliga Persson
far med bussen som alla andra.
I överrock och med handskar och hatt
låter han sina tankar vandra.
Och tankarna far,
precis som han vill.
Och ingen hade kunna gissa sig till,
vad slags tankar han hade.
Och de var ju bra det.
(Cornelis Vresswijk: Tio vackra visor och Personliga Person, 1968)

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s