Seinasti dagur í Keypmannahavn, tíðliga av stað í morgin. Noyðist at fara frá húsum hálvgum fimm um morgunin, tí eg skal við náttkjólarutuni upp til Føroyar.
Var og hugdi at framsýningini What´s happening? á Statens Museum for Kunst, og tað angri eg á ongan hátt. Sera spennandi framsýning og stuttligt at minnast aftur á eins egnu ungdómsár, tá eitt tað fyrsta, ið gjørt var, tá man var niðurkomin at lesa, var at melda seg inn í Rødstrømperne, Albertslund afdeling.
Framsýningin vísir á broyting í listfatanini í 1965-1975: sum tað verður sagt í framsýningaravísini: hvat hendir, tá ið man setir avantgarde listina í 60´unum upp ímóti feministisku listini í 70´unum? Hvat hendir, tá ið hugt verður eftir listamonnum við feministiskum eygum, tá ið sjónarhornið verður forskotið í mun til tað søguliga faktiska valdið? Dylan sang: You don´t know what is happening, do you, Mr Jones? Og reyðsokkarnir svaraðu aftur nøkur ár seinni: Something is happening, but you don´t know what it is, do you, Mr Jones?
Framsýningin er býtt upp í A og B, fyrri partur er í høvuðsheitinum verk eftir listamenn: Poul Gernes, Per Kirkeby, Jørgen Leth (Det perfekte menneske) og aðrar, meðan annar partur í stóran mun vísir á ta ovurstóru skriðuna, sum fór á rull, tá ið tilvitaðar kvinnur byrjaðu at møva seg inn í listaskálarnar. Og boðskapurin er greiður, reyður, hóast tær nú nokta at gera drekkamunn til kollveltingina. Fokus verður sett á mannin, hjúnabandið, valdið, kroppin og harðskapin, men eisini á kollektivitetin og solidaritetin.
Ein framsýning, sum ikki pakkar boðskapin inn í gliturpappír, tú fært tað mitt millum eyguni: