Riddarar í Keypmannahavn

37._film_for_de_seje_ridder_ordrednyt

Fyrradagin var heeeiiitt, í gjár var heeeiiitt, og í dag er aftur heeeiiitt. Hvat er tað ikki herligt at liva!

Havi verið inni á Christiansborg slotti og hugt at gobelinunum, sum drotningin fekk í gávu, tá ið hon fylti 50. Tað tók 10 ár at veva gobelinurnar, í Paris sjálvandi, eftir mynstri hjá Bjørn Nørgaard.

Tær vóru ólukksáliga flottar! Men enn eina ferð, má man turrisliga konstatera, at kvinnur onki pláss eiga í søguni. Jú, ein kvinna fekk serligt pláss millum teir hundraðtals menninar og tær kongaligu kvinnurnar sjálvsagt: Bodil Koch …

Hugsaði eitt sindur um hetta, nú Pia Kjærsgaard hevur fingið æruna at vera forkvinna fyri fólkatingið, men kanska er hon ikki verri enn ein Jógvan á Lakjuni. Í øllum førum líkast tey nógv í orð og tal.

Men harragud, sum tað er flott inni á Christiansborg, alt osar langan veg av stættarmuni, men tað taka vit við ein dag sum hendan við 30 hitastigum, tí tað er ein lætti at spæla kongalig og njóta svalan inni á slottinum. Ok, vit vóru í bláum plastskóm, neyvan ganga tey kongaligu í plastskóm inni á Amalienborg!

Útkomin keypa vit okkum ísakalda rabarbusaft og eina tvíflís afturvið komplimangum frá tveimum eldri harrum, sum siga, at vit mugu sleppa fram um teir at keypa, tí vit eru so nógv vakrari enn teir …

Tá vit hava notið breyðflísina afturvið rabarbusaftini, fara vit inn í Ríkisarkivið at hyggja at einari framsýning av skjølum frá hersetingini av Danmark. Hersetingin byrjar av álvara kl. 4.40, og kl 8.00 koma boð um, at Danmark hevur steðgað allari mótstøðu. Nakrir mans eru dripnir, turrisliga verður ført inn í bøkur, hvør maðurin er, nær hann er føddur, hvar hann er skotin, og nær hann er deyður. Lungnaskot, skot í høvdið, ryggin: hørð fakta henda heita summardagin í Keypmannahavn. Nakrir riddarar fóru í tí umfarinum!

Vit fara víðari oman móti kanalunum, har nógv ferðsla er á sjónum bæði av bussferjum, privatum spitbátum og kajakkrógvarum. Ein ungur maður kemur og setir seg hjá okkum framman fyri kaféina. Hann hevur fingið gott eyga á mína síðukonu, sum hann roynir at bedára, alt hann kann, við innbjóðingum til sumbadans, romantiska kanalrundferð og mangt annað, men hon bítur ikki á. Hann roynir eisini at sjarmera meg, tá hann hoyrir síðukonuna venda sær til mín og tosa við meg, mest fyri at fáa meg at bróta inn, so hon kann fáa eina góða umbering fyri at fara. So hann spyr, um hon er úti og gongur við mammu síni, og henda gamla her má trekkja upp á smílubandið, tí tað ljóðar fyri henni, sum hann heldur, at eg eri sloppin úr ellisheiminum eina løtu og nú verði luftað í hesum góða veðrinum. Men hann kennir ikki síðukonuna, so hon verður enn meira pissed off av hesari viðmerkingini, tá hann leggur afturat, at tað átti hann eisini at gjørt meira av: altso at lufta mammuna.

Neyðars riddari, hevði hann bara vitað …

Vit fara víðari og enda dagin á kaféini við Skuispælshúsið, saman við rosévíni og einum kaldligum loti úr kanalini.

Sum sagt: tað er herrligt at liva, og nú fara vit oman á Kapelvej at fáa okkum okkurt etandi og kanska eina kalda afturvið.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s