Surface

Nú havi eg verið í Keypmannahavn nakrar vikur – í býnum, sum eg elski.

Eg eri so eydnusom at verða blivin omma enn eina ferð og sleppi at fylgja við teimum fyrstu døgunum hjá mínum ommusoni.

Tað njóti eg, tí skjótt skal eg av stað aftur til Føroyar, og so sleppi eg ikki at síggja hann aftur live, fyrr enn í oktober.

Men eg geri eisini annað. Eg royni at fáa so nógv sum møguligt við at mentanarligum tilfari, fyri tað mesta eri eg einsamøll, og tað er ikki so stuttligt, sum at vera saman við onkrum, sum tú kanst tosa við, ímeðan og aftaná at tú hevur verið til onkra framsýning ella konsert.

Mær var unt at sleppa at hoyra Tony Bennet og Lady Gaga í Tivoli, og tað var fantastiskt, Tony Bennet var ein stór fyrimynd fyri Amy Winehouse, fann eg útav, nú eg var og hugdi eftir dokumentarfilmi um hana í einum lítlum biografi í Helsinki. Ein dokumentar, eg kann viðmæla!

Men besta konsertupplivilsi var inni á Betty Nansens Teatrinum, meðan jazz-festival var her í býnum. teir báðir feðgarnir Anders og Benjamin Koppel spældu saman við øðrum góðum tónleikarum: Anders Koppel (hammondorgul), Benjamin Koppel (saxofon), Aske Jacoby (guitar), Eythor Gunnarsson (klaver), Peter Nilsson (trommur), Henrik Dam Thomsen (cello).

Hetta var framúr væl spælt og verður seint gloymt!

Eri júst afturkomin úr Øksnehallen, har fotografurin Søren Solkær hevur framsýning av street art, sum hann hevur ferðast runt og fotograferað í trý ár.

2015-07-19 14.06.24
Broken Fingaz Crew (Ísrael) Berlin 2013 Á myndini stendur: Escape through the bottleneck, átti at verið ræðumynd hjá AA
2015-07-19 14.13.14
Icy and Sot (Iran) Brooklyn 2014 Mær dámar væl, at alt konsentrerar seg um tað í erva
2015-07-19 14.18.15
FAITH47 (Suðurafrika) Stavanger 2013 Hesa myndina hevur Søren Solkær tikið …
IMG_2588
… og hesa havi eg tikið í vár 2015. Sigur ikki so lítið um, hví Søren Solkær hevur fotoframsýning og ikki eg
2015-07-19 14.23.58
Slinkachu (Ongland) London 2014 Hugtakandi støddlutfall
2015-07-19 14.23.39
Strøk (Noreg) Stavanger 2013 Mær dámar væl skuggarnar

Har vóru sjálvandi eitt ótal av øðrum myndum, hetta var bara eitt lítið kut úr øllum.

Í morgin fari eg til frisør, Street Cut eitur frisørsalongin, fyri nú at verða verandi í kontekstinum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s