Kópakonan – part two

Seinasta leygardag vóru vit nøkur, ið settu okkum í bil og koyrdu norður til Klaksvíkar. Endamálið var Mikladalur á Kalsoynni, har vit skuldu síggja hesa nógv umrøddu kópakonu.

Eg var sera spent, tí nú hevði eg spilt hesa konuna so út, at eg hopaði at ongin kendi meg aftur frá sjónvarpinum, tí so var deyðin í durinum.

Summarfestivalur var í Klaksvík, so vit væntaðu at nógv fólk fóru at standa í bíðiraðnum til Syðradals, men so var ikki, haldi, har vóru bara einir 9 bilar, tá til stykkis kom. Helst lógu festivalgestirnir enn og svóvu eftir væl eydnaða kvøldið fyri.

Sam er tann sami sum altíð, havi mangan siglt í hesum skipi á sundinum millum Oyragjógv og Vestmanna, og hann er enn akkurát líka deprimerandi. Einasta broyting vóru tvær tyggigummiautomatir, sum hingu niðri í salongini. Spyr meg ikki hví, tey tyggja kanska illa í Kalsoynni …

Ert tú komin í oynna, so fert tú sjálvandi til allar bygdir: Syðradals, Húsar, Mikladals og Trøllanes.

Sera vakrar bygdir og ótrúliga reinar og væl hildnar. Vit gjørdu tann feil ikki at hava okkurt við okkum at eta og drekka, tí avhaldshúsið í Mikladali læt ikki upp fyrr enn kl. 13, og kioskin á Trøllanesi var mannleys, av tí at øll vóru á summarfestivali.

So tá ið vit endiliga sluppu inn í avhaldshúsið, kastaðu vit okkum út yvir kaffikannur, vaflur og kleynur, og denn vælsignaði kaffimunnur! Har hevði stutt síðan verið ein mentanardagur, so á vegginum hingu málningar hjá Martini Joensen, sum hevði verið har norðuri og sungið fyri teimum. Fínir málningar – mær dámar sera væl strikurnar og litirnar hjá Martini.

So ørg var eg, tá eg sá kópakonuna
So ørg var eg, tá eg sá kópakonuna

Men sjálvandi var tað mest av øllum kópakonan, sum dró, og vøkur er hon, ongin ivi um tað! Og helst hevði hon ikki riggað, um hon vendi mikladalsfólki reyv, men boðskapurin er framvegis skeivur eftir mínum tykki, so tað standi eg við. Ongin í Mikladali kendi meg aftur (you wish), í øllum førum var eg ikki fyri nakrari morðroynd.

Men skamm fái meg at lasta kalsoyingum fyri at fáa økt ferðafólkatal í oynna! Har er vakurt og lætt at koma runt, ein sjáldsom smiðja í Trøllanesi er eitt must eisini, men sjálvandi, har má gerast meira fyri at bjóða ferðafólki okkurt at keypa. Helst verður tað skjótt, tí visitkalsoy er sett á stovn, so har fer at verða lív í toynum at døma eftir økta ferðafólkatalinum, sum Strandferðslan boðar frá.

Eitt, sum slær meg á slíkari ferð, eru allir tunlarnir, men who am I at gronast um tað, eg meini so við, eg hevði neyvan farið upp um fjøll fyri at sloppið úr bygdini, og so eru tvær kirkjur har, tvs. har eru í miðal fjøruti fólk í hvørjari kirkju sunnudagar, um eg ikki taki feil av fólkatalinum. ikki so galið, um so er, kanska færri fólk ganga í kirkju í størri bygdum, hvør veit, eg eri ikki sjálv fastur gestur har. Tveir skúlar eru eisini í oynni, men um børn ganga har, veit eg sannheit at siga ikki.

Tá vit komu yvir um aftur, varð farið beina leið til Elisabeth á Viðareiði, sum bíðaði eftir okkum við stoktum lomviga. Og síðan varð farið til hús í oysandi regni, neyðars summarfestivalgestir, hugsaði eg við mær, tá eg rundaði tann kynsleysa húkin í Klaksvík.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s