Operation Valentine

11855845_885819014816715_999259074868113483_nVar í Sjónleikarhúsinum hóskvøldið til royndarsýning av leikinum Operation Valentine.

Eg má siga sum er, at eg var hugtikin.

Die Ferösche Compagnie er ein serligur leikbólkur, sum skapar eksperimenterandi list, sum eisini er radikal.

So eg var avgjørt fyrireikað uppá, at hetta ikki fór at vera ein leikur, har eg skuldi planta reyvina niður at og so bara taka ímóti.

Áskoðarin er viðleikari

Áskoðararnir standa uppi alla tíðina, teir flyta seg á gólvinum, alt eftir hvussu leikararnir seta pallin upp, tí spælistað flytir seg alla tíðina. Vit fingu eisini høvi at taka aktivan lut í spælinum, men eg helt ikki, at tað kendist sum tvang, eg kundi lata vera, um eg vildi. Tað, sum eg helt vera mest hugtakandi við hesum at vera inni í leikinum var, at eg á tann hátt kendi meg mitt í hendingunum, eg stóð í Sørvágs túni, meðan flogførini flugu uppi yvir, eg hoyrdi skotini. Eg, sum eri uppvaksin við søgum frá krígnum, slapp nú at uppliva tað á kroppinum.

Grøna presendingin

So løgið tað ljóðar, er ein grøn presending høvuðsrekvisittur í leikinum. Hon er fjøll, sum ensku hermenninir síggja á fyrsta sinni, aldur, har skip ganga burtur, hon er flogfar, hon er baktjald, hon er alfa og omega. Eg helt tað vera ótrúligt, at tað ber til hjá leikarum at fáa so nógv lív í ein lut, sum í mínum huga bara er tengdur at hoygging ella onkrum tílíkum.

Kærleiki undir krígnum

Tað sigur seg sjálvt, at tá ið fleiri túsund menn koma til land við fáum íbúgvum, so verður onkur forelskaður, onkur ólukkuligur, onkur óður, onkur vónbrotin. Heitið á innrásini í Føroyum, Operation Valentine, hevur hetta tvíbýtta í sær: kríggj og kærleiki. Haldi eisini, at tað kemur fram í plakatini, sum er ljósareyð.

Kærleikin í leikinum varð lýstur á rørandi hátt við brævinum frá Rex, sum var skrivað á óhjálpnum føroyskum. Vit sluppu at síggja og hoyra Rex lesa upp úr brævinum fyri unnustuni, og hon stendur hinumegin og lurtar og kemur við forelskaðum ljóðum, tí tá tú ert forelskað, so leggur tú onki í, hvussu tað verður sagt, so har kann Føroysk Rættstaving fara heim at leggja seg. Meðan henda eitt sindur óhjálpna kerligheitserkleringin fór fram, var presendingin brúkt sum baktjald, við myndum av Humphrey Bogart og Ingrid Bergman úr filminum Casablanca; so væl gjørt, at tú næstan helt, at tað vóru Humphrey og Ingrid, ið tosaðu.

Politikkur undir krígnum

Leikurin er settur saman av ymsum genrum, tú ert vitni til álvara og gaman, akkurát sum tað stendur uppi yvir pallinum á Sjónleikarhúsinum. Tað radikala í leikinum, helt eg, var hetta um fólkaatkvøðuna, um at tá ið tað kemur til skarpskeringar, so eru vit nakrir ræðuligir vingluskøltar, og Kjartan Hansen fer eisini út úr salinum í øðini av, at bert tríggir mans møttu á fundi, har 41 áttu at verið møttir.

Ein sera súmbolsk sena, helt eg tað vera, tá ið føroyingur krámar uppi á lærinum á Hilberti amtmanni, sum heldur føroyingum like puppets on a string. Eg helt tað vera genialt, tað var provokerandi, men kortini so fekk tað meg at hugsa um, at vit føroyingar hava krámað uppi í donsku boppunum nú í skjótt túsund ár. So hví kundi hann ikki kráma uppi á Hilberti?

Í forhøllini er flott framsýning, sum Krígssavnið hevur staðið fyri, har fáa fólk bjóðað te og biskvitt, og kunnu á tann hátt koma í rætta stemningin.

Leikurin viðger hersetingina við listarligum frælsi, og um hetta kann vekja áhuga millum okkara ungu fyri hetta so týdningarmikla skeið í Føroya søgu, so er slagið vunnið!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s