… og onnur í Miðeystri

IMG_3089Herfyri fekk eg nýggjan postkassa, og tí er tað hent, at eg fái eina ørgrynnu av lýsingum í kassan. Eg havi ikki sett Ongar lýsingar-merkið á postkassan aftur.

Fríggjadagin hevði eg fingið ein plastlumma við ymiskum glitri í, m.a. Maria Poulsen baðirúm, sum eg noyddist at hyggja at. Hvat hendir: úr rúgvuni av glitri dettur ein pappírslepi við einum ælaboga á og hondskrivaðum boðskapi undir.

Eg verði biðin um at hjálpa neyðstøddum, ella rættari sagt: forfylgdum kristnum og øðrum í Miðeystri.

Hví fekk eg ringan smakk í munnin? Var tað av boðskapinum? Hjálparsleysu stavsetingini? Inniligu bønini á lepanum?

Nei, eg fekk ilt av orðunum forfylgd kristin, eg fekk ilt av, at eg skal marka neyðhjálpina, eg skal spyrja; ert tú ateistur, buddistur, hinduari? Ok, so fært tú ikki eitt klovið tveyoyrað, tí tú hevur ikki rætta trúgv.

Eg eri krisitn sjálv, hóast onkur kanska heldur, at tað er lygn, men alt vendist innan í mær av hesum.

Henda at síggja til óskyldiga bønin kemur samstundis, sum vit øll eru vitni til størstu flóttafólkavanlukku síðan 2. veraldarabardaga. Eg veit meg ikki hava hoyrt, at tey, ið hjálpa flóttafólki, fyrst spyrja tey, hvat tey trúgva uppá, og um tey ikki trúgva rætt, so kunnu tey bara sígla sín egna sjógv.

Men bønin um at hjálpa forfylgdum kristnum hongur tætt saman við orðaskiftinum, sum hevur verið á facebook og aðra staðni hesa seinastu tíðina, har málað verður við stórari skrift og sagt verður, at Isis og talibanar, og gud viti hvat, fjala seg millum flóttafólkið, at víðgongdir felagsskapir tilvitað hava sent víðgongdar muslimir norður eftir fyri at taka ræði á Europa, og at vit mugu verja okkum móti vandanum, sum muslimar standa fyri.

Eg ivist ikki í, at kristin verða forfylgd, og sjálvandi skulu tey hjálpast, men hetta smagleysa pappírið var betur ósent! Las eina grein í morgun í Al Jazeera Magazine eftir Charles Gallagher: Persecuted whites and the myth of Discrimination parity. Í greinini verður sagt:

A 2012 Public Religion Research Institute found that 60 percent of white working class Americans believed “discrimination against whites has becoming as big a problem as discrimination against blacks.” Og seinni: A 2014 Pew study found that 50 percent of white Evangelical Christians believe that there was “a lot of discrimination against their group.”

Henda fyri mær at síggja víðgongda føroyska rørslan, sum hevur tikið seg upp hesa seinastu tíðina, er ørkymlandi: meðan orðaskiftið hevur gingið um broytta hjúnabandslóg, hava tey verið at hoyrt og sæð alla staðni. Tey hava fullkomiliga frítt sagt sína hjartans meining um hetta við hjúnabandslóg, og samstundis hava tey grátið og gramt seg um, at tey ikki sleppa til orðanna. Hallóv – give me a break! Vit sleppa ikki undan tykkara miðaldarliga orðavavstri, og vit skulu heldur ikki sleppa undan, tað er kjarnin í demokratinum!

Samstundis sum fólk í túsundatali flýggja undan kríggi, órættvísi og fátækradømi, sum í mangar mátar er elvt av politikki, valdsgreði og av religión, so sita føroysk víðgongd her heima og gremja seg um, at tey eru forfylgd, bæði her og í Miðeystri, altso álvaratos: um tað ikki er at fáa vent fokus skeivan veg, so veit eg onki. Men samstundis mugu vit ásanna, at tá ið slíkt hendir, at fólk krevja sín sjálvsagda rætt, tað veri seg rættin til lív ella hjúnaband ella at drepa grind fyri alt tað, so verður ein øgilig polarisering, øll ræðast og tosa um síðstu tíðir, og hvat veit eg.

Eg taki fullkomiliga undir við orðunum á pappírslepanum: Geva har tað treingir til, neyðstaddum ei at gloyma – betri er enn gull at goyma! Men skulu vit ikki gevast at skilja bukkarnar frá lombunum, eiga vit ikki øll lut í himmalskari sælu.