Í dag er minningardagur teirra sjólætnu, og hóast talið á deyðum føroyingum á sjónum tíbetur fækkast, so er hesin dagurin serligur, av tí at tað eru 70 ár síðan, at kríggið endaði, og dagurin tí verður brúktur at minnast teir føroyingar, ið fórust á sjónum undir 2. veraldarbardaga.
Nú eg hyggi yvir á Sørvágs kirkju, har ljós er í vindeygunum í kirkjuni og í stásiliga nýbygninginum við síðuna av, komi eg at hugsa um eina syrgigongu, sum eg upplivdi á Nørrebro tann 24. oktober.
Vit vóru ávegis til hús og nærkaðust Nørrebro støðini; tá tú kemur inn á støðina, sært tú niður á vegin, og har var ein levint og gangur á vegnum. Fólk, serliga kvinnur í turriklæði, flýddu yvir háls og herðar, og róp og gangur hoyrdist.
Bæði dóttirin og eg ógvaðust við og skundaðu okkum av tokinum og niður á gøtuna, tí hetta mátti sjálvandi kannast, og fyri ein, sum er von at ganga kravgongur fyri alt møguligt, var hetta ógvuliga spennandi.
Men eg var ikki sørt bangin. Tí tá eg kom oman á gøtuna tustu folk í túsundatali fram eftir gøtuni, øll ílatin svørt klæðir, har vóru serliga menn í gonguni, tað tyktist sum kvinnurnar hildu seg eitt sindur fyri seg sjálvar.
Og hví var eg bangin? Tí eg hevði ikki ánilsi av, hvat hetta merkti. Vóru allir muslimar í Keypmannhavn endiliga farnir totalt amok? Rópini Yā Hussain! Yā Hassan! hoyrdist alla tíðina, og fólk tustu fram eftir og steðgaðu allari ferðslu á vegnum, og har er ikki so lítil ferðsla, skal eg heilsa og siga.
Í gonguni vóru menn í gulum vestum, hesir royndu at halda skil á gonguni. Nú eina ferð kemur ein av hesum monnum yvir til okkara, heilsar og spyr, um vit vilja hava ein faldara? Jú, tað vilja vit gjarna, og síðan bjóðar hann sær til at greiða okkum frá, hvat hetta alt merkir, sum hendir framman fyri okkum, og sum onkurvegna má hava fingið øgiliga nógvar danir at seta okkurt galið í hálsin. Í hvussu er at døma eftir reportasjunum, sum stóðu í donskum miðlum aftaná.
Hetta er tað, eg fann útav: Tey gingu syrgugongu, tí tað var tíggundi dagurin eftir Muharram. Dagurin nevnist Ashura dagur og er til minnis um, at abbasonur Muhammed varð dripin saman við 72 av familjulimum sínum fyri at hava sett seg upp ímóti einum harðrendum kaliffi um ár 680.
Hesin sonur Fatimu, ið var dóttir Muhammed, æt Hussain ibn´Ali. Ibn, haldi eg, merkir sonur. Okkara góði Hussain stríddist fyri at fáa rættvísi og javnrættindi. Tað eru shiamuslimar, sum halda henda syrgidagin; fyri sunnimuslimar harafturímóti er dagurin ein gleðishátíð, tí teir feira, at tað er dagurin, har ísraels fólk slap undan faraounum.
Tað eru sjálvandi ymsar meiningar um hesa minnishátíð, og tær eru bannaðar av mongum manni, td. av Sadammi Hussaini, og tá hesar gongur hava verið, eru tær mangan endaðar í blóðbaði, tað mundi eisini endað galið í Keypmannahavn, tí ein av teimum 3000 syrgjandi gekk amok við einum revolvara, og tað var hetta, donsku miðlarnir heftu seg serliga nógv við og ikki, hvat hinir 2999 muslimarnir gjørdu.
So eg gjørdist klókari og mintist, at eg onkuntíð hevði sæð slíka gongu í sjónvarpinum, har menn sláa seg til blóðis av sorg. Nú verður viðmælt at geva blóð í staðin. Alt broytist.
Tað er øgiliga týdningarmikið at samskifta, so at sjálvt um eg ikki konverteraði á staðnum, og heldur ikki ætli mær at gera tað, so fór eg knappliga at varnast, at ein rúgva av hesum turriklæðsílatnu kvinnunum høvdu hvítar rósur í hondunum, á faldaranum sló ein hvít dúgva við veingjunum, og eina staðni í rúgvuni sá eg tveir gamlar menn leiðast so fittir fyri ikki at missa hvønn annan burtur. Og rópini? Tey flestu vóru á donskum og vóru áheitanir til fólkið í gonguni um ikki at tyrpa seg saman, men ganga víðari fram móti moskuni, har syrgihátíðin skuldi enda.
Eg eri sera takksom fyri, at eg slapp at tosa við henda skilagóða muslimin.
Nú er gudstænastan byrjað …