Grátt kettlingahøvd á ljósareyðari bakgrund

IMG_3227

Eg og Turið vóru á jólakonsert í gjárkvøldið í Sørvágs kirkju. Tórfríð Tavsen sang saman við gentukóri.

Kirkjurúm hava ein serligan dám yvir sær, og í gjárkvøldið var tað serligt, av tí at pyntað var til jóla, ljós í øllum vindeygum, jólatræ har frammi, ljós og blómur á altarinum. Og so eru kirkjur jú bygdar til orðið, tað veri seg, um tað verður rópt, teskað, sungið, hótt ella tosað við blíðari rødd.

Ljóðgóðskan er góð í kirkjuni, haldi eg, men kanska var ljóðið í hátalarunum eitt sindur ov metaliskt, men eg gloymdi tað í somu løtu, sum Tórfríð læt munnin upp, tí hon hevur ótrúliga góða sangrødd!

Tær gomlu føroysku kirkjurnar eru ikki ætlaðar sum konserthøli, so situr tú ikki nokkso frammarlaga, so fært tú ikki eina samlaða framførslu, tvs. tú hoyrir, men tú sært onki. Og eg haldi, at tað at síggja framførsluna leggur afturat ljóðinum. At eg so sat aftan fyri eina gentu, sum konsekvent sat uppi á bonkarbakinum, gjørdi, at eg fyri størstan part bara sá ein ljósareyðan jakka við kettlingahøvdum við reyðari sloyfu.

So eg viðgangi, at eg viðhvørt var eitt sindur ørkymlað og noyddist at hyggja eina eyka ferð ímillum høvdini har frammi fyri at síggja alturtalvuna og minna meg á, at tá ið fólk bóru smábørnini fram til Jesus at verða vælsignað, so vildu lærusveinarnir forða teimum at gera tað: Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. Markus, 10,14.

Og har vóru nógv børn í kirkjuni, líka frá nýføðingum til stór børn, og tey bóru seg fyrimyndarliga at, eisini tey, sum sótu á bonkarbakunum. At so ein drongur gjørdist móður at enda og svaraði Tórfríð noktandi aftur, tá hon spurdi, um vit vildu hoyra ein sang afturat, tað sigi eg hann ikki ringan fyri, tí heitt var í kirkjuni, og hon var stúvstappað av fólki, sum vóru komin at lýða á og njóta løtuna. Hesin lítli drongurin var ein frísklig áminning um ikki at taka tað alt ov hátíðarliga.

Um sjálva framførsluna vil eg siga, at hon var bæði hugnalig og væl skipað. Tórfríð sjálv í reyðum kjóla og purlutum, ljósum hári. So frægt eg dugdi at síggja millum kettlinga- og fólkahøvd, stjórnaði hon sjálv kórinum og instrumentunum, einum keyborði og einari trummu. Eg helt meg hoyra, at hon hevur røtur í sunnudagsskúlaumhvørvi, bæði á sangvali og soleiðis um hon presenteraði sangirnar. Tað er ikki akkurát mín koppur av te, men tað skal absolutt ikki skilja okkum, eg lurtaði við opnum sinni.

Øll komu væl frá uppgávuni, bæði tey, sum spældu, og tey, sum sungu. Gentukórið ljóðaði avbera væl, tær, sum sungu í kórunum, vóru: Sóley Heðinsdóttir Jørgensen, Malena Eik Joensen, Rebekka Samson Lamhauge, Torgunn Ása Haraldsen, Eydna Mouritsen, Rannveig Rós Joensen, Fríða Haraldsen, Lív Vinjardsdóttir Magnussen, Vár Edvardsdóttir og Tanja Falkvard.

Eitt, sum eg hugsaði ofta, meðan eg lýddi á, var: her hava vit eina fantastiska rødd í okkara bygdaumhvørvi, hon átti at fingið møguleikan at nomið sær meira skúling í sangi og sangteknikki, sum kundi fingið hana at slept teymunum og torað betur. Hon var á alt ov tryggari grund í kirkjuni og hevur format til at sleppa sær leysari og royna okkurt øðrvísi, meira krevjandi og ikki so trygt.

Men hvør sigur, at hon heldur tað hava nakað at týða, kanska var hetta ein lovsangur til Várharra, hinvegin, lovsangur til Várharra er so mangt, og onkuntíð hugsaði eg, at hetta barnabakið framman fyri mær við kettlingahøvdunum við reyðari sloyfu onkurvegna júst var tað, sum var ímyndin av framførsluni, okkurt fitt og søtt, har eg eri til tað meira avbjóðandi og ikki so trygga.

Tórfríð framførdi 12 sangir, allir væl framførdir, har vóru teir siðbundnu jólasálmarnir Gleðilig jól og Føgur er foldin, og so var annað bæði á føroyskum, svenskum og enskum.

Best dámdi mær sangin, hon sjálv hevur skrivað orð og lag til: Størsta gávan og so amerikanska jólasangin: Do you hear what I hear. Sangurin er skrivaður í 1962. Noel Regnay eigur orðini og Gloria Shayne Baker eigur lagið. Hann varð skrivaður sum ein bøn um frið, sum stóðst av hóttanini fyri kjarnorkukríggi, vegna kreppuna millum USA og Sovjetsamveldið í samband við Kuba-kreppuna.

Hann byrjar við at visa á stjørnuna, sangin og barnið og verður síðan til eina bøn um frið:

 

Said the king to the people everywhere

Listen to what I say

Pray for peace people everywhere

Listen to what I say

The child, the child

Sleeping in the night

He will bring us goodness and light

 

Mong hava sungið henda sangin; haldi tað var Bing Crosby, sum gjørdi hann kendan, Tórfríð er komin í lag við songkvinnur sum Patti LaBelle, Mahaliu Jackson, Whitney Houston, Gladys Knight og Celine Dion, fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Tær syngja hann allar á sín egna hátt, og tað gjørdi Tórfríð eisini, og hon gjørdi tað væl. Takk fyri Tórfríð, fyri tína fantastisku rødd!

Okkurt serligt var við konsertini, tí aftaná segði Turið, at tað var nú keðiligt, at vit ikki høvdu ljósið við at seta á grøvuna hjá ommu og abba.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s