Í gjárkvøldið, tá eg kom til hús, var eg so fylt av kenslum.
Eg hevði verið á Reinsarínum og lurtað eftir: Poul, Urd, Eivør, Marjun, Kristinu, Duritu og Poulu.
Eg setti meg at hyggja at einari sending í sjónvarpinum um Drápið í Dvor, sum fór fram í august í 1995.
Mong vóru drápini á Balkan hesa tíðini, hesi í Dvor vóru av 9 fólkum við likamligum og sálarligum breki.
Ein donsk herdeild lá beint yvir av staðnum, har drápini fóru fram, og har varð einki gjørt at steðga teimum, tí sum herleiðarin segði: vit høvdu ikki mandat at blanda okkum uppí, og eg mátti fyrst og fremst hugsa um at verja mína deild.
Hetta var ein moralsk tvístøða, ið herleiðarin kom í, og í sendingini var hann aftur og aftur konfronteraður við spurninginum: hví løgdu tit ikki uppí, hví gjørdu tit einki, hví bjargaðu tit teimum ikki?
Autonomi, refleksjón og dirvi, men mest av øllum dirvi, sigur Marjun Syderbø Kjelnæs í yrkingini Túsund orð. Slá tað sum eitt krosstekin framman fyri bringuna …
Sjálvsavgerðarrættur, umhugsni og dirvi, alt hetta manglaði herleiðarin, tá hann valdi ikki at steðga blóðbaðnum í Dvor.
… dirvið, ið krevst, at bróta seg gjøgnum veggir, ið standa millum hjarta og andlitið vent móti øðrum; – soleiðis lýsir Poul yrkingasavnið hjá Marjuni á facebook, og eg hugsi við mær, at tað er júst hetta dirvið, sum vit mangla so ofta.
At síggja henda dokumentarin skar seg inn í hjartað, haldi eisini, at tað var tí, at tað stóð í so ómetaliga stórari kontrast til hetta lívgevandi kvøldið niðri á Reinsarínum, har allar hesar sprelllivandi kvinnurnar førdu seg fram og hugtóku við sínum fantastisku orðum, myndum, upplestri og tónleiki. Eg kendi meg næstan, sum eg eina løtu livdi í einum matriarkati, men kom brádliga brestandi niður aftur í veruleikan, tá eg sá og hoyrdi um hesar ræðuliga upplivingarnar í Dvor.
Tá ið Eivør sang Elskaði: Eg taki náttina aftur – Læsi nú upp – Velji kuldan og víddirnar – Undir, bíðar alt eftir mær, enn
Tá hugsaði eg við mær: hetta er sum ein emancipatorisk yvirlýsing. At velja frælsi og samstundis at tora at lata tað fara, sum man elskar, fyri at vera trúgv móti sær sjálvari. Og er tað ikki júst hetta, sum ger, at vit mangan heldur velja at lata blaðið vera óskrivað og opið?
Kópakonan og allar aðrar konur fingu uppreisn á Reinsarínum í gjárkvøldið. Burtur var myndin av hesum undarligu monnunum, sum fjala lyklar niðri í kistum, so at tú ikki skalt sleppa leys.
Month: januar 2016
Meðan vit bíða eftir kvinnunum
Myndin er tikin í Klaksvík, tá ið virðislønirnar vórðu latnar í 2013
Mentanarvirðislønirnar verða latnar í kvøld, og sjálvandi fari eg at lurta! Og eg gleðist um øll, sum hava fingið tær, eisini hin yrkjarin, sum var eitt sindur illur í sær, hevur uppiborið sína.
Mentanarvirðisløn Landsins er latin 15 ferðir, 13 menn hava fingið hana og 2 kvinnur.
Heiðursgáva Landsins er latin 12 ferðir, 2 felag/bólkur hava fingiði hana, 8 menn og 2 kvinnur.
Málrøktarvirðislønin er latin eina ferð til ein mann
Serstøk virðisløn er latin tvær ferðir til ein mann og eina kvinnu
Virðisløn til ungt listafólk er latin fýra ferðir, 3 menn og 1 kvinna hava fingið hana.
Sømdargávu Landsins fáa 10 fólk, 7 menn og 3 kvinnur.
Ein (maður) var í útvarpinum í morgun og spáddi um, hvør fór at fáa virðislønir, har var eitt ótal av nøvnum á monnum og einar fýra kvinnur nevndar, harav ein varð søgd, helst ikki fór at fáa hana …
Soe… 35 menn og 9 kvinnur …
Tað hjálpir lítið, at allar virðislønirnar eru kvennkynsorð …
Eg haldi at allar virðislønirnar í kvøld eiga at fara til kvinnur …
Her eru nøkur boð:
Sólrún Michelsen, Birita Mohr, Annika Hoydal, Hansina Iversen, Greta Svabo Bech, Eivør Pálsdóttir, Rakel Helmsdal, Krabbatoymið ( Turið Kjølbro, Lydia Didriksen, Marjun Ziskason), Marianna Debes Dahl, Guðrið Helmsdal, Kinna Poulsen, Malan Marnersdóttir, Turið Sigurðadóttir, Astrid Andreasen, Sigrun Gunnarsdóttir
… fyri bara at nevna nakrar