Sjálvdráttur

220px-Mikkjal_a_Ryggi_and_Bina

Í Vágum hava vit eina Kunningarstovu, hon liggur á flogvøllinum. Flogvøllurin er í Sørvágs kommunu. Kunningarstovan tekur sær av ferðavinnuveitingum í allari kommununi.

Men onkursvegna er tað fyri mær, sum at ferðavinnan nú er farin at ganga í tveimum bólkum. Annar bólkurin er í Vága kommuni, og hin er í kunningarstovuni á flogvøllinum í Sørvági.

Ómetaliga harmiligt haldi eg, at vit ikki kunnu skapa eitt ferðavinnuprodukt, sum tekur støði í báðum kommunum. Hvar, ið feilurin liggur, veit eg ikki, møguliga liggur hann í Sørvági, møguliga liggur hann bara í avoldaðum vanahugsanum.

Eg var á aðalfundi hjá Visitvagar, sum var í Miðvági, og har vóru tveir faldarar presenteraðir, hvør flottari enn annar. Faldararnir vóru um bygdirnar í Vága kommunu og friður verið við tí. Og nú er flott heimasíða gjørd afturat á enskum um bygdirnar í Vága kommunu, og tað stuttliga er, at ein útlendingur, sum ikki veit betur, nú fer at halda, at í Vágum eru fýra bygdir: Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Síðan eitur vagaturist.com, ( turist er forrestin skeivt stavað, tað eitur tourist á enskum) so tað sigur seg sjálvt, at hinar bygdirnar: Sørvágur, Bøur, Gásadalur, Víkar og Mykines eru ikki til.

Sørvágur liggur akkurát sum Vestmanna sum ein blindtarmur í oynni, og tey flestu ferðandi, sum koma henda vegin (og tey eru ikki fá), fara til Mykinesar, sum er ein týðandi partur av Sørvágs kommunu.

Nú kann hetta tykjast sum eitt illsinnisgleps av reinari øvundsjúku, og tað er tað kanska eisini, men tað er eisini fyri at vísa á sundurlyndið og hetta at ganga í sjálvdrátti. Hví ber tað ikki til at gera eitt felags produkt fyri alla kommununa?

Skal alt dikterast eftir, at borgarar í Sørvágs kommunu eina ferð atkvøddu ímóti samanlegging? Ella er tað tí, at so sleppur man ótarnaður at skrivað hitt navnið, sum ongin sørvingur fær seg til at siga hart?

Vit skulu hava túsund møguleikar og ikki bara ein. Vit skulu kunna hava tónleikakonsertir bæði í Listastovuni í Miðvági og í flotta Musikkskúlanum í Sørvági, vit eiga at kunna skipa fyri bókmentaligum tiltøkum bæði í flotta bókasavninum á Giljanesi og í líka flotta bókasavninum í Sørvági, vit eiga at fáa okkum kaffi og njóta eina hugnaliga løtu bæði í Gamla Hotelli og úti á Café Fjørðoy. Og Mikkjal á Ryggi? sjálvandi eigur ein túrur við Mikkjali at byrja í Miðvági, síðan niðan í Gásadal, heim aftur framvið húsunum hjá honum og Binu, har hann vegna tuberklasjúku neyvan mundi búgva leingi, og enda á kirkjugarðinum í Sørvági, fyri síðan at njóta eina hugnaliga sangløtu við kaffi og sálmum hjá Mikkjali í flotta kirkjuhúsinum í Sørvági.

Burtur við sundurlyndi, latið okkum arbeiða saman, sigur ein sørvingur!