Meðan onnur hava brølað Tú alfagra land mítt og Føroyingar, sum her nú koma saman, havi eg gingið og filosoferað á listaframsýningum her í Keypmannahavn. Fyrst inni á Charlottenborg á framsýningini Take me (I´m yours), sum, eg helt, ljóðaði so øsandi. Og tá eg so hoyrdi, at Yoko Ono hevði eina installation á framsýningini, skundaði eg mær at fara. Í tíðindaskrivinum søgdu tey frá, at hetta konseptið gekk út uppá, at tá í framsýningin var av, skuldu øll listaverkini vera farin heim við teimum vitjandi. Og tað læt eg mær sjálvandi ikki siga tvær reisir, eitt listaverk hjá Yoko, hallov!
Tá eg so kom inn á framsýningina, fann eg útav, at hetta var villleiðandi marknaðarføring, tí tað var ógvuliga lítið eg sum vitjandi slapp til hús við, einari badge, einum bommi, einari tablet ella brúktum klæðum.

Verkið hjá Yoko var eitt ynskitræ, og skuldi eg tikið tað heim við mær, kravdist ein kranabilur, og í grundini vænti eg ikki, at ætlanin hjá Yoko var, at eg skuldi fáa tað heim við, hence villeiðandi marknaðarføring, so í staðin skrivaði eg eitt ynski um frið á hennara ynskitræ og heilsaði samstundis mínari twittervinkonu, sjálvt um eg veit, at hon ikki lesur ynskini, men savnar tey saman og grevur tey niður á einum stað í Íslandi. Men eg fyrigevi Yoko alt, tí sum hon sigur mær í einum twitterboðum: The universe has a soul. A beautiful one.

So gekk leiðin út á Ørkina í Ishøj, har vóru tvær spennandi framsýningar. Onnur við Gerdu Wegener og hin við fronsku Niki de Saint Phalle.
Liðugt er rundan um listasavnið, nú er vatn allan vegin rundan um, og framman fyri inngongdina er “bátadráttur”, so tú skalt fáa kensluna av at fara umborð í eina ørk.
Gerda Wegener er onkursvegna hjápersónur í filminum The Danish Girl, tað er hon, sum var gift við listamálaranum Einar Wegener, sum seinni gjørdist Lili Elbe. Eg haldi, filmurin dugir illa at lýsa ein transkyndan, tykist sum hann verður transkyndur av at standa modell fyri Gerdu Wegener í konufólkaklæðum.
Men framsýningin harafturímóti gevur eina fantastiska uppliving av einum pari, sum eru fullkomiliga framman fyri sína tíð. Gerda Wegener var ikki góðtikin í the establishment, men eftir at filmurin kom fram, hevur Ørkin valt at seta hesa framsýningina upp, sum gevur mær eina kenslu av einari kvinnu, sum er fullkomiliga komin til sættis við, at maðurin, hon hevur gift seg við, í grundini er ein kvinna. Ótrúligt: hetta er í tjúgunum! Vit stríðast enn í dag við at javnseta transpersónar, td. er tað í Noregi og helst aðra staðni við neyðugt, at um ein transpersónur vil viðurkennast juridiskt, so skal hann ella hon lata seg sterilisera.

Ein framúr væl uppsett framsýning, har tú sást menningina hjá Gerdu Wegener frá smáum tekningum til permur og lýsingar til flottar málningar. Tað, at hon og Lili Elbe fluttu til Paris, gjørdi helst sítt til, at hon rættiliga fekk folda seg út sum listakvinna.
Eg visti ikki av Gerdu Wegener fyrr enn eg sá filmin The Danish Girl, og eg haldi, tað er so løgið, at eg ongantíð í lívinum heldur havi hoyrt um hesa fantastisku listakvinnuna Niki de Saint Phalle.
Hon verður á framsýningini kallað pioner, feminist og mong onnur superlativ. Listfólkaleikluturin fekk ein nýggjan almennan status, siga tey í Ørkini, og Saint Phalle var saman við Andy Warhol millum tey fyrstu listafólkini, sum tilvitað brúktu miðlarnar til sína list. OK? Og hví havi eg so bara hoyrt um Andy Warhol? Men hvor om alting er, sum hann sjálvur, Tróndur Vatnhamar, plagar at taka til, so var eg tikin av fótum og púra burtur í hesari fantastisku listakvinnuni.
Hon gjørdist kend av fyrstan tíð við at gera skulpturar, sum hon síðan skeyt eftir og fekk máling at renna úr skotholunum og niður eftir skulpturunum, flott úrslit, sum td. hetta:

Har var so ótrúliga nógv at hyggja at og hugsa um. Her eru tvær:
Marilyn Monroe og tríggjar Nanas-kvinnur.
Eg eri in awe av øllum hesum gávuríku og andsfrælsu kvinnunum. Her er so nógvur kærleiki, ella sum Yoko sigur undir sloganinum (sum eg tíverri ikki fái sagt á føroyskum, tí slogan er herróp ella slagorð, og tað er altso ikki serliga friðarligt): IMAGINE PEACE: Think PEACE, Act PEACE, Spread PEACE.