Eg var stødd í einum av stóru høllunum á Frankfurtar bókamessuni, tá útvarpið ringdi og kunngjørdi, at prosenttalið av uppstillaðum kvinnum var lækkað í mun til seinast. Henda, ið ringdi, vildi sjálvandi hava at vita mína hugsan um hetta.
Beint eftir samrøðuna kom eg at hugsa um sangin hjá Effersøe, sum hann yrkti í 1897: Fára siðir – Førja siðir, sum var ein uppgerð við Jóannes Patursson. Ein av hesum macho – sláan seg fyri bringuna sangunum, sum vit eru so von við.
Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi,
svulturin neit nú í mønu og merg,
ørðug var skor yvir blámandi bylgju,
ræsurnar stongdust frá fjalli til berg;
fylgið gav tol, tí tað bilaði ei:
veðrurin prúði, tann slóðarin treysti,
kundi sum fyrr øllum vísa á leið,
enn hann við nakkanum bresti.
Tá so Helgi Abrahamsen í nærum at kalla skaðafrøi skrivaði grein í Norðlýsi, har sagt varð, at nú hevði Demokratia spælt fallit, so var tað ikki sørt, at eg ímyndaði mær Helga sum tann prúða veðrin í sanginum, sum slóðaði fyri, og so skuldi fylgið bara fara aftaná og trúgva øllum, sum sagt var.
Men nú er tað einaferð soleiðis, at innan fyri tað økið, sum Demokratia fæst við, henda ikki undur. Tað er ikki soleiðis, at vit hava billað okkum inn, at einar høghælaðar skógvar skuldu fara at loysa allar trupulleikar, og at kvinnur fóru at blíva so benovaðar av skónum, at tær streymaðu upp á listarnar, hartil er tað so væl kenda glasloftið nærum skottrygt, tað skal ómetaliga nógv til fyri at fáa eina rivu í tað, soleiðis at kvinnur reelt hava tað fría valið at siga nei ella ja til at lata seg stilla upp til politiska umboðan.
Tað hevur síðan víst seg, at tað ikki er ein afturgongd í uppstillingini, men ein stagnatión. Og tað er sum so heldur onki at reypa av. Hinvegin so hevur Demokratia verið sera aktivt alt hetta árið bæði við 100 ára haldinum fyri valrættinum hjá kvinnum og ognarleysum og upp undir kommunuvalið, og eg haldi at til ber at siga, at nú vita fólk væl og virðiliga, hvat Demokratia stendur fyri.
Tað skal sterkur løgur til skurvut høvur, mugu vit ásanna, tá vit ferð eftir ferð fáa at vita, at her er ongin trupulleiki, kvinnur tíma bara ikki at stilla upp, og tær, sum stilla upp, fáa nógv meira rúmd í miðlunum enn menninir.
Gudforbarmiseg, hugsi eg øgiliga ofta. Tað er ikki bara fjalladalsfylgið, sum stendur fast í fonnum, men har stendur okkurt rimmarfast í høvdunum eisini, kanska síggja vit ikki útvegirnar ella møguleikarnar?
Jú, sanniliga er brúk fyri Demokratia!