Gott val!

Í morgin verður val, og eg vóni, at tað skal bera til at skapa eitt bygdaráð á demokratiskum grundarlagi.

At tað ikki skal hava týdning, hvønn tú ert í familju við, ella hvussu nógvar pengar tú eigur. Eitt tað týdningarmesta er eftir mínum tykki, at vit ikki steðga upp, men hugsa nýtt. Ikki so at skilja at alt gamalt er óbrúkiligt, men tað er av týdningi, at vit sleppa burtur úr vanahugsan, at vit ikki vilja broyta, bara tí at soleiðis hava vit altíð gjørt. Tað hevur týdning, at vit megna at hugsa uttan fyri boksina, at gera tingini øðrvísi enn vit plaga.

Kommunualt arbeiði er broytt. Fyrr var vanligt at kommunan hevði størri sjálvræði og kundi takst við tey mál, hon helt hava størst týdning, men nú eru fleiri og fleiri stór øki løgd út í kommunurnar at umsita.

Eldraøkið og barnaverndartænastan eru mál, sum krevja, at samstarv er millum báðar kommunurnar, og tað er væl hugsandi, at øki koma afturat, sum gera, at kommunan fær minni sjálvræði og størri lógarkravd mál at umsita.

Kommunan má hava eina langtíðar fíggjarætlan við eini samlaðari ætlan fyri, hvørjar atgerðir skulu prioriterast í valskeiðnum. Sumt skal bara gjaldast, tí tað er lógarkravt, annað skal prioriterast, tí tað er neyðugt fyri at kunna virka, og so aftur skal fyrilit takast fyri tað, sum er neyðugt at brúka pengar uppá, fyri at fólk skulu trívast á staðnum bæði í vinnu og frítíð.

Eg havi í mínum valátaki lagt dent á nøkur høvuðsmál: týdningin av at borgarin kennir seg hoyrdan, at hann veit, hvat fer fram í kommununi, at hann ikki kennir seg avvístan, tá hann vendir sær til kommununa við einum trupulleika.

Eg havi tosað um integrering, sum eg haldi, vit eiga at seta í verk, og at vit eiga at síggja integrering sum nakað, ið gongur báðar vegir.

Eg havi víst á tær tríggjar smáu bygdirnar í kommununi, sum vit eiga at knýta tættari at okkum, har Mykines er í einari serstøðu, bæði við atliti til, at hon er útoyggj og at hon dregur eitt vaksandi tal av ferðafólki til sín, og at har mugu atlit takast til náttúruna beinanvegin.

At enda havi eg víst á, at vit mugu seta trivnaðarsamskipara í starv; vit kunnu ikki halda fram at dúvu uppá, at sjálvboðin skulu skipa fyri frítíðartilboðum til børn og ung, her má kommunan inn at leggja tilboðið í fasta legu.

Eg havi sera stóran áhuga í mentan. Eg eri virkin í savnsarbeiði og havi verið tað í nógv ár. Kommunan sjálv nýtist ikki neyðturviliga at standa fyri mentanartilboðum, men fólk mugu kenna, at tey eru vælkomin við sínum hugskotum, og at tað verður settur prís uppá, at tey eru framtakshugað og vilja skipa fyri.

Tær báðar valkaféirnar í Bø og í Sørvági og valfundurin leygarkvøldið í Marghøllini góvu mær eitt nokkso gott yvirlit yvir, hvat fólk halda hava týdning fyri at kunna trívast. Tað var týðiligt, at tað í mongum førum als ikki varð tosað um alt tað glæsiliga, sum valevnini lovaðu at fremja, um tey vórðu vald inn, men harafturímóti at tað í grundini eru tey smáu tingini, sum hava nakað at siga: mangan slíkt sum liggur og gnagar, tí at borgarin følir, at hann ikki verður hoyrdur. Tað er slíkt, sum ferðslutrygd, kloakkviðurskifti, verja av børnum, so tey ikki koma til skaða, skelting, kavarudding, viðlíkahald av gróðri og kirkjugørðum og ivaleyst annað við.

Sjálvandi er tó týdningarmikið at hava visjónir, at duga at skapa karmar fyri at fólk skulu trívast, at vinnan skal mennast og økjast, at gera tað gjørligt og attraktivt at búseta seg í kommuni, tí um slíkar visjónir ikki vóru og settar í verk, so var helst ónøgdin størri.

Vit eru øll góð við okkara heimstað og vilja honum tað besta, nú er upp til veljaran at avgera, hvørji valevni, hann heldur, eru best før fyri at skipa fyri næstu fýra árini.

Gott val

Barna- og ungdómsvinalig kommuna

tim-marshall

Í Sørvágs kommunu eru 289 borgarar ímillum 0 og 18 ár.

Hetta eru børn og ung, sum samfelagið ikki tilskilar nakran formligan rætt at taka avgerðir um nakað viðvíkjandi sínum lívi.

Fyrst er at siga, at tað ber illa til at geva heilt smáum nakran rætt at ráða yvir nøkrum, men tað skulu ikki ganga mong ár, so eru børn før fyri at geva sína meining til kennar um viðurskifti, sum ávirka tey.

Men duga vit nóg væl at lurta?

Børn og ung undir 18 ár hava ongan atkvøðurætt, men mugu bara vóna, at tey vaksnu taka avgerðir, sum er til bata fyri teirra viðurskifti.

Vit, sum eru vaksin, vita sjálvandi nokkso væl, hvat børn hava tørv á, men kortini fáa vit ikki alt við. Vit eru kanska onkursvegna uppsteðgað í einari hugsjón um, hvat vit halda, er gott fyri børn, og hvat tey hava tørv á. Og kanska hava vit ein ynskidreym um, at alt skuldi verið, sum tað var fyrr, tá ið ung gingu í dans, á biograf og spasseraðu aftur og fram eftir vegnum, kanska drukku eina sodavatn inni á einari kafé onkuntíð.

Vit vita innast inni, at nógv av hesum er farið. Í dag fara ung av bygdini til Havnar í vikuskiftinum at hugna sær. Tíbetur er ein bussur, sum kann avheinta tey, tá tey vilja heim aftur, so tey á tann hátt eru betur tryggjað móti bilvanlukkum.

Komandi bygdarráð eigur at seta ein trivnaðarsamskipara í starv, sum millum annað skal hava tilboð til børn og ung um hendi. Neyðugt er, at viðkomandi tekur tey við upp á ráð. Vit eiga at lurta eftir teimum ungu, hvat tey helst vilja sleppa at gera í einum ungdómshúsi. At tey fáa avgerðarrætt og sleppa at virka fyri at skapa eitt gott ungdómsumhvørvi, fer at gera tað meira viðkomandi fyri tey og tryggjar, at tey ikki kenna tað sum, at hetta bara er okkurt, sum er smoygt oman vyir høvdið á teimum, men at tey eru ein aktivur partur av átakinum. Kommunan hevur sjálv prógvað, at tað ber til við átakinum í skúlanum í januar 2015, har børn og foreldur vórðu spurd um, hvat tey sakanaðu í kommununi.

Tað ber til at skapa karmar fyri børnum og ungum í kommununi. Tað verður endurtikið nærum sum eitt mantra, at vit hava brúk fyri spæliplássum og ungdómshúsum, men vit mugu eisini fylla okkurt í hesar karmarnar og gevast at halda, at alt kann gerast við sjálvbodnum kreftum. Kommunan má tryggja, at tilboðið liggur í fastari legu, sjálvt um øll sjálvboðin hjálp er kærkomin, ongin ivi um tað.

Ein annar trupulleiki eru tey ungu, sum hava størri trupulleikar at dragast við. Seinastu tølini frá Barnaverndartænastuni vísa, at børn og ung í Vágum hava tað trupult. Orsøkirnar kunnu vera mangar, tað kann millum annað vera av rúsevnum, kynsligum ágangi, harðskapi, happing og hjúnaskilnaði. Ein trivnaðarsamskipari kann neyvan loysa hesar trupulleikarnar, men vit hava tíbetur nógv fakfólk á økinum, sum duga at loysa slík mál, men eisini hesi ungu eiga at fáa karmar, sum fær tey at kenna seg trygg og elskað. Kanska vit bjarga onkrum á málstrikuni.

Børn og ung eru okkara framtíð, tí mugu vit fara væl við teimum og lurta og virka hareftir.

Mykinesnevndin má virka

Í 2013 var Mykines gjørt Ramsarøki. Hetta merkir, at serlig atlit skulu takast til at verja um náttúru og fuglameingi á staðnum.

Hetta hevur stóran týdning fyri Sørvágs kommunu, og kommunan hevur eisini eitt umboð í nevndini, sum er borgarstjórin.

Umhvørvisstovan hevur borið skjótt at, longu í 2015 var álit liðugt við tilmælum um, hvat gerast skal fyri at verja um náttúru og djóralív í oynni. Hetta álit er gjørt við støði í tí, sum fólk á staðnum siga um støðuna úti í Mykinesi.

Vit vita, at endamálið við ferðavinnuni frá landsins síðu er, at talið av ferðafólki skal verða tvífaldað í 2020. Kann vera, at tað er tvífaldað áðrenn tað tíð, men í øllum førum er av alstórum týdningi, at Sørvágs kommuna saman við fólki á staðnum fer undir eitt miðvíst arbeiði at tryggja fuglalívið í oynni.
Møguliga er okkurt longu gjørt, tað er ikki til at vita, tí onki frættist um hetta.

Eg veit at landið hevur sett 400.000 kr av til umhvørvisvernd nú í tvey ár, men tað munar als ikki. So her kundi Sørvágs kommuna roynt at trýst á.

Í Sørvágs kommunu sigst vera ein Mykinesnevnd, men eg veit ikki, hvør situr í tí nevndini, um nakar, líka so lítið sum eg veit, um nakar fundur hevur verið í nevndini. Hetta er als ikki nøktandi; nevndin eigur at hava regluligar fundir saman við Sørvágs kommunu, so at fólk á staðnum hevur nakað at skula hava sagt í hesum líka so væl sum í øðrum viðurskiftum, sum hevur týdning fyri oynna.

Tilmælini í Ramsarálitinum eru fyrst og fremst at tryggja, at rotta ikki kemur út í oynna, m.a. við at ansa eftir vøruflutningi bæði sjóvegis og luftvegis. Seinastu tíðindini frá Jens Kjeld um avleiðingarnar av, at rotta sleppur út á eina oyggj, eru skelkandi, her mugu atlit takast til, at slíkt ikki hendir í Mykinesi ongantíð ov skjótt.

At tryggja at teljing av fugli kemur í eina fasta legu, er av týdningi fyri at vita, hvussu m.a. lundastovnurin hevur tað.

At tryggja at ferðafólk eru fullkomiliga greið yvir, hvussu tey skulu ganga í haganum. Her er bæði tørvur á meira skelting og avmerking av gøtum. Vit vita, at varðagøtur eru almennar, ein og hvør kann ganga eftir teimum, men gøtur annars eru ikki almennar, men hoyra til hagan tær ganga ígjøgnum. Vanligt hevur tó verið, at fólk ganga eftir hesum gøtum uttan at biðið verður um loyvi, men tað er ikki nóg gott, tá tað kemur til ferðafólk, sum økjast meira og meira í tali, her má koma skil í. Bæði við skelting og við at biðja um loyvi at ganga í høgunum ímóti gjaldi.

Vit vita av, at eitt útoyggjafelag er, sum arbeiðir miðvíst við ætlanum á útoyggj, sum skulu gera tað liviligari har. Td. er ymiskt farið í gongd í Mykinesi, sum kann geva fólki á staðnum meira burtur úr ferðafólki innan gisting og mat. Vit hoyra í heilum, at vit eiga at taka pengar frá ferðafólki, sum koma til Føroyar, men fyrsta treyt er, at tú hevur ein vøru at selja teimum, so skal tú nokk fáa pengar.

Í Mykinesi búgva 14 fólk. Vit hava kanska lyndi til at halda, at tá tað nú búgva so fá fólk har, so hava tey kanska ikki so nógv fyri neyðini, men her fara vit skeiv. Um rætt verður atborið kunnu vit tryggja, at skil kemur á ferðafólkastreymin, at meira verður at vinna av peningi fyri tænastur, tí vit vita, at ferðafólkatalið út til Mykinesar fer at økjast enn meira, og vinnur tú pengar úti í Mykinesi, so dryppar í kommunukassan. Tað er av alstórum týdningi, at bygdaráðið tekur fólkið á staðnum við upp á ráð soleiðis, at ferðavinnan kann stýrast meira, og at fólk úti í Mykinesi trívast.

Fyrsta treyt er, at Mykinesnevndin kemur at virka!

Eru vit øll saman um tað?

AnnieSpratt.jpeg

Tá ið fólkateljing var fyri fimm árum síðan, vísti tað seg, at tað í Vágum búðu 32 fólk við asiatiskum móðurmáli og 24 við øðrum europeiskum móðurmáli. Í dag er talið helst væl størri.

Tá ið fólk flyta henda vegin at búseta seg, so eru tey avskorin frá sínum parti av familjuni í heimlandinum og kunnu ikki venda sær til teirra at fáa hjálp til eitthvørt. Tað eiga vit at hava í huga, tí sjálvt um flestu teirra fáa góð viðurskifti við sína nýggju familju, so er tað ikki líka lætt at fara til teirra við onkrum, sum kanska er eitt sindur trupult at tosa um.

Eg, sum havi búð uttanlands, minnist hvussu ómetaliga strævið tað kundi vera til tíðir ikki bara at kunna fara til mammu, pápa, systur ella beiggja fyri at fáa eitt gott prát ella stuðul og góð ráð um eitthvørt. Eg minnist eisini, at tað ikki altíð var so lætt at vita, hvussu man bar seg at í hesum nýggja landinum, og tá var landið bara Danmark! Hvussu man tað so ikki vera at koma higar úr Asiu?

Nú tað stundar til kommunuval hugsi eg við mær, hvussu væl kunnað tilflytarar munnu vera um kommunuvalið. Eg hugsi við mær, at tað kann vera trupult hjá einum, sum er fødd á staðnum, og sum tosar føroyskt at fylgja við, hvaðna verri má tað vera hjá einum, ið ikki skilir føroyskt!

Sørvágs kommuna eigur at lata øllum tilflytarum ein bókling, sum greiðir frá hvørjar tænastur eru á staðnum, tað veri seg læknar, tannlæknar, ansing, skúlagongd, kunning um arbeiðsmøguleikar og fakfeløg og eisini slíkt sum viðgerðartilboð og hjálp, ið kann fáast aðra staðni frá td. Kvinnuhúsið og Heilbrigdið.

Allir borgarar eiga at fáa somu kunning í kommununi.

Tilflytarar eiga at hava eitt serligt umboðsfólk í kommununi, sum tey kunnu seta seg í samband við.

Viðkomandi kann hjálpa til við ráðum og bráðfeingis kunning, skaffa tulkar, um tað er neyðugt. Tað er jú hugsandi, at ein persónur skal hava eina sera umráðandi samrøðu, sum viðkomandi kanska ikki fær fullan ágóða av, av tí at tað ikki skilir málið, tosað verður, og her hugsi eg ikki bara um føroyskt, men líka so nógv um enskt.

Týðandi upplýsingar um tænastur í kommununi og tað, ið fer fram, eigur at vera á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu á enskum máli. Her eigur kommunan at hava leinkju til Útlendingastovuna, har bóklingurin New to The Faroe Islands liggur inni.

Málundirvísing skal vera á fleiri torleikastigum og skal gerast sum eitt samstarv millum Sørvágs kommunu, Vága kommunu og báðar skúlarnar fyri at kunna fáa fleiri undirvísarar og fleiri toleikastig.

Hetta er alt avgerandi fyri at kunna sleppa at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar.

Og sjálvandi skulu vit hava sambinding, um brúk er fyri tí, men vit eiga at skipa fyri tiltøkum, har allar mentanir hittast at geva burtur av sínum ríkidømi, sum eyðkennir eins egnu mentan.

Brúk er fyri, at vit viðurkenna hvør annan, og vit eiga eisini at viðurkenna, at líka sum føroyingar trunka seg saman í fremmandum londum, soleiðis hava eisini onnur tørv á at hittast, hugna sær og tosa saman á sínum egna móðurmáli. Har eigur kommunan at vera opin fyri at lata høli til.

Tey, ið eru komin higar, eru satt ríkidømi fyri okkum. Tey eru hvørki ein hóttan ella neyðardýr, sum eru komin antin illa ella væl fyri her í landinum. Tað bart mær fyri, at tað júst var neyðardýrahugburðurin, sum kom fram, nú eg sá Suna og Rósu posera saman við Reyða Krossi og tosa um at fáa í lag sambinding í Vágum.

Tilflytarar eru eftir øllum líkindum væl fungerandi fólk, ið kunnu lata ein hóp av vitan og góðum upplivingum frá sær, vit skulu bara læra at møta teimum og geva teimum møguleika fyri at møta okkum og fungera á jøvnum føti við okkum.

Góða Johanna …

letter-of-intent2

Góða Johanna …

Hvat hugsaði tú, tá tú sá navn títt standa á prenti í Føroyatíðindum tann 28. januar í 1918?

Lærerinde Johanne Mortensen stóð har, uppstillað á listanum hjá Froðbiar Sóknar kommunu millum 15 menn.

10 ár eftir at tú og aðrar kvinnur høvdu fingið loyvi at velja á kommunuvali, royndi tú tínar veingir og varð vald.

Hvat er tað, sum ger, at summi eru undangongufólk?

Tú vart fødd í 1865 og vaks upp í Skopun.

Í 1887 tóku tú og tríggjar aðrar kvinnur læraraprógv, tær fyrstu kvinnur í Føroya søgu, sum fóru á læraraskúla. Her gekst tú á odda saman við flokssystrum tínum, Amaliu úr Havn, Elisabeth av Selatrað og Johannu av Saltnesi.

Tá vart tú 22 ár.

Henda tíðin, tá tú vart í besta blóma, var ein kollveltandi tíð á allan hátt. Einahandilin var avtikin, níggju ár áðrenn tú vart fødd, handlar komu í nógvum bygdum, fyritakssemið vaks, fólk gjørdust meira tilvitað um seg sjálv og um samfelagið.

Mundi tú vera við á jólafundinum í Tinghúsinum í 1888? Ella vart tú farin til Skopunar at halda jól? Nei, helst vart tú ikki við, tí í Wikipedia stendur um jólafundin:

 

Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið.

 

So har vóru bara menn á fundinum eftir øllum at døma.

Men um tú vart ella ikki, so vóru samtyktirnar nakað, sum tú mást hava hugsað um. Nýútbúgvin lærari, sum tú vart: tí har var gjørt vart við, at føroyskt skuldi lærast í skúlanum, at føroyskar skúlabøkur skuldu gerast, at næmingarnir skuldu læra um Føroya søgu, og at ongin uttanatslæra skuldi vera í kristnikunnleika, í staðin fyri at lira alt av sær á donskum, skuldi tað endurgevast á føroyskum.

Tú starvaðist sum lærari í Quillingsgarði í Havn í 8 ár og gjørdist eisini fyristøðukvinna fyri sunnudagsskúlan í Havn í 1894, men tú slapst kortini ikki at velja lim í kirkju- ella meinigheitsráð.

Tá vart tú 29 ár.

Skúlakommissiónin gav tær gott viðmæli, hon:

 

“Johanne Poulsen maa anses for en lærerinde af fremragende dygtighed, hun formaar at holde Orden og Disciplin og at bibringe den hende betroede Ungdom gode Kundskaber.”

 

Sjálvandi stóðst tú fyri, alt annað var ógjørligt, tú mást hava verið eitt sjáldsamt barn, nær byrjaði hesin frælsishugurin í tær, nær birtist sjálvsálitið í tær: hetta, sum gjørdi, at tú vart vís í, at tú dugdi sjálv, at tú dugdi at skipa fyri, at stýra?

Henda tíðin er sanniliga eisini kollveltandi tíð fyri kvinnurnar, hóast fólkaræðisligu tilgongdirnar, sum byrja at taka skap hesa tíðina, ikki verða hildnar at fevna um kvinnurnar ella tey ognarleysu fyri alt tað.

Fyrst tóku teir sær æruna av landnáminum, teir sóu jú sum kunnugt landið og góvu tí eisini navn. Tjóðskaparrørsluna tóku teir sær eisini æruna av, tí í Føringafelag í keypmannahavn skuldu kvinnur ikki vera limir, tí tað vóru jú sum kunnugt bara menn, sum vóru menniskju. Men her steðgaði dansurin, tí har vóru Súsanna, Billa, Jetta, Andrea og Frida, og tær løgdu ikki ein lort í, at tær ikki sluppu upp í felagið, tær stovnaðu bara sítt egna.

Tá vart tú 31 ár, Johanna, og kanska fekst tú íblástur av hesum kvinnunum, tí ikki gekk long tíð, so vóru tær viðurkendar sum menniskju og gjørdust limir í Føroyingafelag saman við monnum.

Hetta ólýdnið hevur verið eitt signal út til bæði menn og kvinnur tá í tíðini, at hetta finna vit okkum altso ikki í, vit mótmæla.

Og tær líktust tær, Johanna, tær tóku sakina í egnar hendur. Súsanna í Kirkjubø skrivaði og gav blað út, Billa heiman av Sandi skrivaði yrkingar og fekk tær prentaðar. Her hendi okkurt við kvinnunum, tær førdu seg fram og vildu nakað, tær vildu so í øllum førum síggjast aftur í almenna rúminum. Tær vóru ikki offur, men aktørar í søguni.

Hví eru vit so tigandi? spyr ein kvinna í grein í Fuglaframa í 1899. Hví samráðast vit ikki eisini um okkara viðurskifti (…) Mannfólkini leggja síni viðurskifti fram fyri hvørjum øðrum bæði í talu og upp á prent, og tað vísur ikki annað enn, at tað er rættur mátin. Hví skulu vit ikki gera tað sama?

Tá ið tú las hetta, vart tú 34 ár, Johanna.

Men sum vanligt, tá ið kvinnur ditta sær at gera vart við seg í almenna rúminum, so verður hetta snarað á heilt annan bógv av monnum, teir fara at tosa um klæðini, tær lata seg í, hvussu fínar tær eru blivnar uppá tað, hvussu illa tær síggja út og so framvegis.

Ring a bell? Tit minnast kanska Helle við Gucci taskuni, Hilary við tí ótrúgva manninum, Ritt við tí dýra hotellkamarinum, Anniku, sum rak sum bukka millum sengur ella Liljuna Weihe, tann grussan í Kringvarpinum?

 

Tú hitti Dánjal Johan, skipara av Tvøroyri, og gjørdist smaskforelskað, ja, so forelskað, at tú giftist og broytti navn frá Poulsen til Mortensen, og tú flutti úr Havn til Tvøroyrar. Men gavst tú tá? Nei, als ikki, tú fórt undir at hava skúla heima við hús við Sílánna, tríggjar flokkar hevði tú inni í stovuni, og tú helt fram sum lærarinna næstan til tín doyggjandi dag.

Mundi tú lesa yrkingina, sum Frúgv hevði skrivað í Tingakrossi 1. januar 1902: Konufólkið til árar, kanska at stýra! var heitið á yrkingini:

 

Hann:

“Vilja tit kvinnur ein ljósari dag,

so dvøljið ikki, men komið av stað

og sláið tykkum í lag við okkum!”

 

Hon:

“Hoyr, eru tit ørir í knokkum?

 

Kunnu vit, kunnu tit, so sigur tú mær …

Nei, nei! Eg gevi tær einki svar.

At stemma – eg! Á, gakk burt tín veg,

er slíkt tó nakað fyri meg?

 

Eg, mítt gamla dreiv,

havi byttu og sleiv,

har veit eg vist, at eg fari skeiv.

Slíkt er kunnugt hjá mær,

men at stemma við tær …

nei, hvar vilt tú tó hen? Kom mær ikki ov nær!”

 

Løgdu aðrar uppí:

“Mugu vit vera frí!

slíkt ókvinniligt er til at koma sær í.”

“Damir” spæla klaver,

seyma franska brodér,

men at stemma sum menn, tað jú gysiligt er!”

 

Tagdu hinar allar samlar,

bæði ungar kvinnur og gamlar,

hugsaðu nógv og umráddu seg.

Tá segði ein:”Jú, stemma vil eg!”

 

“Vilt tú?” segði hin, sum stóð longst burtur frá,

“hvat siga so tit aðrar, sum her standa hjá?”

Tá mælti tær allar av eins manns munni:

“Vit vilja stemma!” – Spælið var vunnið.

 

Tá upp brátt ein sum snarljós fór:

“Bíða nú, tað er meir: Vit sleppa sjálvar í kór.

Nú fyrstani síggi eg munin á.

Vit eiga sjálvar sess í borgarráð.

 

Og kanska meir: Vit ganga tær dyr,

sum ein aleina hevði lov til fyrr;

óvist, tað verður so mikið knoss,

at ein av okkum fær hansara pláss.

 

Tá umbýtt verður í holini,

ja, tá verður eldur í kolini.

Tá ein hvør gevur skomm fyri takk,

tá ið formaðurin er farin í stakk …

 

Takk fái hann, sum gav okkum slík boð.

Góð er væl súpan og gott tykist soð,

men lívið er meir enn eitt grunnesartroð.

 

Sjálvandi las tú yrkingina,.

Tú vart 37 ár tá, Johanna.

Og kanska hómaðist eitt lítið smíl í munnvikunum, tá tú las fundarfrágreiðingina í Fuglaframa um fundin, sum hevði verið um kvinnurætt og frælslyndi tann 8. juni í 1902, har heitt orðaskifti fór fram, um kvinnur skuldu fáa meira rættindi, um tær vóru nóg búnar at taka við hesari ábyrgdini, ella um tær skuldu uppvenjast.

Ein hugburður og menniskjafatan, sum minnir ikki sørt um ta fatan, sum kom fram, tá tosað var um at geva svørtum valrætt bæði í USA og Suðurafrika. Blaðmaðurin á Fuglaframa endar við at siga frá, at:

 

Her kom eitt kvikligt orðaskifti millum A. Jógvansson, S. Hansen, R. Rasmussen og Símun Skarð um, antin tað var beint at geva kvinnunum javnlíkan rætt við mannin alt fyri eitt ella at seta eitt mark fyri, hvussu langt tær skuldu sleppa.

 

Hetta orðaskiftið á fundinum hevði sjálvandi samband við, at tað í 1902 var givið ógiftum kvinnum, sum guldu minst 4 kr í skatti, loyvi at velja á kommunuvali.

Tú vart gift, og tú hevði starv, men tú slapst ikki at velja, Johanna. Kanska vart tú ein av teimum illu kvinnunum, sum talaðu at og vildi, at giftar kvinnur eisini skuldu sleppa at velja? Tí føroyskar kvinnur vóru eisini illar, tær vildu sleppa at vera javnbjóðis partar av samfelagnum.

Mundi tú lesa Oyggjarnar, blaðið hjá Súsonnu Patursson? Helst gjørdi tú tað, Johanna, um ikki annað so fyri at síggja allar tær góðu uppskriftirnar upp á rabarbur og hvannir og annað, sum tú mundi hava í tínum vakra urtagarði uttan fyri húsini við Sílánna.

Men har var annað at lesa enn uppskriftir í Oyggjunum, har sæst bæði á reglunum og serliga ímillum reglurnar, hvussu væl tær fylgja við í vánaligu korunum hjá kvinnum, har koma fram dreymamyndir um kvinnurnar í Amerika, sum eru so høgt í metum, so nógv øðrvísi enn her heima hjá okkum, hvussu nógvar pengar tær forvinna, at tær sleppa hagar, tær vilja, at læra og taka útbúgvingar. Í Oyggjunum verður tosað um valrættin, sum føroyskar kvinnur ikki hava enn.

Kanska fekst tú eisini íblástur og kendi teg stuðlaða av yrkingini hjá Føroya fyrsta mannliga feministi Jóannesi Paturssoni, tá ið hann í 1904 yrkti Tað frættist nú og fregnast um land og um bý, í sambandi við kommunala kvinnuvalrættin?

 

Tað frættist nú og fregnast

um land og um bý,

At konufólkaøldin, hon rennur so ný.

Um allan heimsins ring

nú kemur várligt lot;

nú verða konubrot.

 

Og helst las tú greinina, sum stóð í Oyggjunum 5. september 1906 við heitinum Kvinnu-valgrætt-stevni, har  ein Mantefiera verður nevnd, sum er undangongufrú hjá teim eingilsku, sum ikki vilja gjalda skatt, altantíð teim ikki er játtað stemmurætt.

Undangongufrá, ja, soleiðis verður tikið til í Oyggjunum, men í móðurmálsorðabókini eru slíkar als ikki til, har eru bara undangongumenn.

Jú, vist mundi bæði tú, Johanna, og aðrar við tær, fylgja væl við, hvat fór fram í alheimspolitikki. Tit vóru mitt í rokanum, tit kendu til suffragettirnar, sum settu alt á gos fyri at fáa valrætt, júst um hetta mundi.

Og tíbetur fingu vit valrættin – fingu, sigi eg? Nei, okkara formøður stríddust fyri rættinum og vunnu hann! Í 1915 var valrættur settur í gildi í Danmark fyri kvinnur.

Forslag til lov om Forandringer i Lov om Færøernes Lagting varð eisini viðgjørt í Føroyum, bæði í 1915 og -16. Helst vistu teir allir á tingi, at ongin orsøk var at mótmæla valrættinum, tí tað, sum serliga var kjakast um, var støðan hjá prósti og amtmanni á tingi.

Lóg um Føroya Løgting og Landsting kom í gildi 28. apríl 1916, sum gav kvinnum og ognarleysum yvir 25 ár valrætt til Føroya Løgting.

Tá vart tú 50 ára gomul, Johanna.

Og tvey ár seinni bjóðaði tú teg fram til sóknarstýrið, fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevði tikið sær rættin at bjóða seg fram at stýra saman við hinum.

Tá vart tú 52 ár.

Og tú vart vald og sat í sóknarstýrinum í fýra ár, og so vart tú 57 ár og hevði undirvísingina og kærleikan eftir. Tú átti tvey børn og ein mann og eina kúgv í kjallaranum, sum tú vart góð við.

Og vist gjørdu tit mun, hóast tað í nevndaráliti til uppskotið um nýggja løgtingslóg verður sagt um kvinnurnar: at als ongin orsøk er at bíða við at gera broytingar, til tær hava fingið valrætt, tær hava als ikki gjørt vart við seg alment, hóast grundlógarbroytingarnar hava stórt árin á teirra støðu í samfelagnum.

So líka sum man í Danmark ikki hevur tímað at bíða við at taka avgerð um støðu kongs í tinginum, so var ikki hildið vera neyðugt í Føroyum, at lata kvinnurnar koma við í eina avgerð um støðuna hjá prósti og amtmanni. Tað skulu menninir nokk taka sær av.

Tær hava ikki gjørt vart við seg alment siga teir í tinginum, tað fær meg at hugsa um, at seinasta kanning av, hvørjar keldur verða nýttar í fjølmiðlum Who makes the news frá 2015, kemur fram til, at kvinnur telja umleið 24% av teimum, sum verða umrødd ella siterað í miðlunum. Hvussu mundi tað síggja út í 1915?

Men kvinnurnar gjørdu kortini mun. Tá tær sluppu á fólkaatkvøðu í 1907 um rúsdrekkalógina, var bann sett fyri útskeinking, eitt mál, sum kvinnur høvdu stóran og aktivan leiklut í,  sjálvt um tær heldur ikki sluppu at vera við í Havnar Avhaldsfelagi saman við monnum, men sjálvar settu sítt egna á stovn í 1899; og tá ið tú og aðrar við tær, Johanna, á fyrsta sinni sluppu á løgtingsval í 1918, fekk Sjálvstýrsiflokkurin fyrstu ferð meiriluta á tingi.

Og tað er vist og sannheit, at kvinnur vóru tilvitaðar um sína støðu tá. Fyrsta fakfelag stovnað av kvinnum var Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. Stovnað í 1922 við teimum trimum, Magdalenu Olsen, Annu Hovgaard og Poulinu Niclasen Einarsson í nevndini. Tær vóru undangongufrúur, sum tikið var til í Oyggjunum.

Tá vart tú 56 ár, Johanna, og sat síðsta árið í kommunustýrinum, helst hevði tú ikki nógv við fisk at gera annað enn at gera hann til matna, men kanska fleiri av børnunum hjá fiskagentunum høvdu sitið inni í tínari stovu og lært at lesa?

Í 1927 fór ein fitt, lítil genta, sum æt Elin, at ganga í skúla hjá tær. Hon sigur soleiðis frá:

 

Tað frættist skjótt, at henda unga lærarinnan dugdi væl bæði at fáast við børn og at læra tey. Skúlagjaldið var fimm krónur um mánaðin, men tað stóð ongantíð á hjá henni at hava nóg mikið av næmingum. Summi børn gingu ókeypis, onkur mamman seymaði fyri lærarinnuna, og onkur drongur í grannalagnum bar mjólkina heim í handilin, áðrenn hann fór í skúla.

Skúlavegurin hjá mær var fyri tað mesta niðan gjøgnum bøin, tvørtur um Stóragil og síðan beint fram, til eg kom í skúlatúnið.

Lærarinnan kom út á trappuna eftir okkum, og tá ið vit høvdu latið okkum úr troyggju og tuflum, fóru vit inn í skúlastovuna, sum var hennara spísistova. Vit sessaðust kring borðið, og lærarinnan sat við borðendan. Hon var í vøkrum, síðum kjóla við høgum hálsi. Á bringuni hevði hon brosju og gullringar í oyrunum. Teir skygdu, tá ið hon vendi sær á. Hon hevði ljóst, purlut hár og lítlan topp. Men tað besta av øllum var, at hon var so blíð og smíltist, sum vildi hon siga: -Tit skulu ikki vera bangin, góðu børn!

Vit trivust væl her í skúlanum við Sílánna. Mestur var tað hennara tol, og at hon var góð við børn, sum fekk okkum at trívast. Tað var so trygt, næstan sum heima, at sita her í hennara hugnaligu stovu, prýðiligir urtapottar vóru í vindeygunum, myndir á bróstinum, messinglampan uppi yvir borðinum og í horninum stovuklokkan, sum sló hvønn tíma.

Tað var vakurt við Sílánna. Har vóru uppdyrkaðar traðir, hoyggjhús, fjós og snøgt laðaðir grótgarðar. Urtagarðurin hjá lærarinnuni var sera vakur við nógvum væl angandi urtum og berjarunnum.

 

Longu trý ár eftir at Elin var farin í skúla, andaðist Johanna bara 64 ára gomul.

Tað var 3. november 1930, og Elin Mortensen, sum jú var tann lítla gentan, sum fór í skúla hjá Johonnu, skrivar í bókini Heimbygd mín Tvøroyri um saknin eftir henda holla grundstuðulin, sum hevði verið so týðandi partur av teirra barnadøgum.

 

Long tíð gekk, áður enn vit fingu eina kvinnu á ting.

Í 1964, 48 ár eftir at valrættarlógin var samtykt, kom Malla Samuelsen inn á ting fyri Sjálvstýrisflokkin sum varafólk. Malla Samuelsen var við til at stovna Kvinnufelagið í Havn og sat í nevnd sum forkvinna og næstforkvinna frá 1952 til 1967. Hon var vald inn í Tórhavnar kommunu á kvinnulista, sum Kvinnufelagið í Havn læt gera í 1956.

62 ár seinni ella 2416 ár eftir, at grikkar funnu upp á demokrati, komu tvær beinleiðis valdar kvinnur á ting: Jona Henriksen fyri Javnaðarflokkin og Karin Kjølbro fyri Tjóðveldisflokkin.

Í dag umboða kvinnurnar 30 % av tingfólkunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit liggja niðast á listanum, um vit samanbera norðurlendsku tingini. Ovast liggur Svøríki við 43,6%, síðan Finnland við 42,5%, Ísland við 40 %, Noreg við 39,6%, Danmark við 39,1 %, Grønland við 35,5% og Føroyar við 30%.

Og hvussu stendur til í kommunustýrunum her hjá okkum? Jú, illa! Í kommununum sita 72 % menn og 28 % kvinnur. So tað gongur bæði seint og aftur á hond, hóast vit hava átt nógvar kvinnur, sum hava slóðað fyri. So her verður nóg mikið hjá okkum at gera, nú kommunuval verður í heyst.

Hví man so vera? Jú kanska tí at tað skuldu ganga meira enn 2000 ár, áður enn kvinnur fingu lut í fólkaræðinum? Og kanska eisini tí at vit ikki kenna okkara egnu søgu, okkara kvinnusøgu, vit kenna ikki fyrimyndirnar. Og vit eru alt ov vanar við at verða settar út á eitt síðuspor, at verða skrivaðar út úr søguni.

Korini bæði áðrenn og eftir at Jóhanna okkara var farin undir grønu torvu vóru hørð. Javnaðarflokkurin var stovnaður trý ár, áðrenn Johanna doyði, og slagorðini vóru: frælsi, javnaður og brøðralag, tí sosialismuni ætlaðu teir eisini at taka patent uppá, men tað sluppu teir ikki, tí vit eiga Rosu og Alexandru og Claru og Emmu, og her hjá okkum eiga vit Magdalenu og Annu og Poulinu og Andreu og Ingeborg og Vígdis og mangar aðrar við teimum.

Og vistu tit av, at Kvinnufelagið í Havn gjørdi semingsuppskot í 1955 í sambandi við læknastríðið í Klaksvík, sum var sent sóknarstýrinum og húsmøðrafelagnum í Klaksvík og Læknafelagnum og Landstýrinum. Hava tit nakrantíð hoyrt tað gitið í nakrari søgu um læknastríðið? Nei, ha?

Nær gjørdust ógiftar kvinnur myndugar, nær fingu vit rætt at arva, nær sluppu vit at ganga í hægri skúla, nær sluppu vit at gjalda skatt, nær fingu vit myndugleikan yvir børnunum, nær fingu giftar konur rætt at ráða yvir sínum egnu pengum, nær fingu kvinnur rætt at fáa almenn størv, nær sluppu vit at vera prestar, nær gjørdust giftar kvinnur myndigar, nær sluppu tær at sita í óskiftum búgvi, nær fekk elsta dóttir rætt at arva garð? Og soleiðis kundu vit hildið fram,

Í Svøríki eru tær farnar at geva søguligt tíðarrit út, Historiskan eitur tað.

Her hava vit sannliga eisini brúk fyri at kenna okkara søgu, vit mugu síggja okkara leiklut sum aktørar í søguni og ikki longur góðtaka at verða trýstar út á eitt síðuspor.

Heitið á tíðarritinum havi eg longu givið tykkum.

Johanna, skal tað sjálvandi eita.