Góða Johanna …

letter-of-intent2

Góða Johanna …

Hvat hugsaði tú, tá tú sá navn títt standa á prenti í Føroyatíðindum tann 28. januar í 1918?

Lærerinde Johanne Mortensen stóð har, uppstillað á listanum hjá Froðbiar Sóknar kommunu millum 15 menn.

10 ár eftir at tú og aðrar kvinnur høvdu fingið loyvi at velja á kommunuvali, royndi tú tínar veingir og varð vald.

Hvat er tað, sum ger, at summi eru undangongufólk?

Tú vart fødd í 1865 og vaks upp í Skopun.

Í 1887 tóku tú og tríggjar aðrar kvinnur læraraprógv, tær fyrstu kvinnur í Føroya søgu, sum fóru á læraraskúla. Her gekst tú á odda saman við flokssystrum tínum, Amaliu úr Havn, Elisabeth av Selatrað og Johannu av Saltnesi.

Tá vart tú 22 ár.

Henda tíðin, tá tú vart í besta blóma, var ein kollveltandi tíð á allan hátt. Einahandilin var avtikin, níggju ár áðrenn tú vart fødd, handlar komu í nógvum bygdum, fyritakssemið vaks, fólk gjørdust meira tilvitað um seg sjálv og um samfelagið.

Mundi tú vera við á jólafundinum í Tinghúsinum í 1888? Ella vart tú farin til Skopunar at halda jól? Nei, helst vart tú ikki við, tí í Wikipedia stendur um jólafundin:

 

Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið.

 

So har vóru bara menn á fundinum eftir øllum at døma.

Men um tú vart ella ikki, so vóru samtyktirnar nakað, sum tú mást hava hugsað um. Nýútbúgvin lærari, sum tú vart: tí har var gjørt vart við, at føroyskt skuldi lærast í skúlanum, at føroyskar skúlabøkur skuldu gerast, at næmingarnir skuldu læra um Føroya søgu, og at ongin uttanatslæra skuldi vera í kristnikunnleika, í staðin fyri at lira alt av sær á donskum, skuldi tað endurgevast á føroyskum.

Tú starvaðist sum lærari í Quillingsgarði í Havn í 8 ár og gjørdist eisini fyristøðukvinna fyri sunnudagsskúlan í Havn í 1894, men tú slapst kortini ikki at velja lim í kirkju- ella meinigheitsráð.

Tá vart tú 29 ár.

Skúlakommissiónin gav tær gott viðmæli, hon:

 

“Johanne Poulsen maa anses for en lærerinde af fremragende dygtighed, hun formaar at holde Orden og Disciplin og at bibringe den hende betroede Ungdom gode Kundskaber.”

 

Sjálvandi stóðst tú fyri, alt annað var ógjørligt, tú mást hava verið eitt sjáldsamt barn, nær byrjaði hesin frælsishugurin í tær, nær birtist sjálvsálitið í tær: hetta, sum gjørdi, at tú vart vís í, at tú dugdi sjálv, at tú dugdi at skipa fyri, at stýra?

Henda tíðin er sanniliga eisini kollveltandi tíð fyri kvinnurnar, hóast fólkaræðisligu tilgongdirnar, sum byrja at taka skap hesa tíðina, ikki verða hildnar at fevna um kvinnurnar ella tey ognarleysu fyri alt tað.

Fyrst tóku teir sær æruna av landnáminum, teir sóu jú sum kunnugt landið og góvu tí eisini navn. Tjóðskaparrørsluna tóku teir sær eisini æruna av, tí í Føringafelag í keypmannahavn skuldu kvinnur ikki vera limir, tí tað vóru jú sum kunnugt bara menn, sum vóru menniskju. Men her steðgaði dansurin, tí har vóru Súsanna, Billa, Jetta, Andrea og Frida, og tær løgdu ikki ein lort í, at tær ikki sluppu upp í felagið, tær stovnaðu bara sítt egna.

Tá vart tú 31 ár, Johanna, og kanska fekst tú íblástur av hesum kvinnunum, tí ikki gekk long tíð, so vóru tær viðurkendar sum menniskju og gjørdust limir í Føroyingafelag saman við monnum.

Hetta ólýdnið hevur verið eitt signal út til bæði menn og kvinnur tá í tíðini, at hetta finna vit okkum altso ikki í, vit mótmæla.

Og tær líktust tær, Johanna, tær tóku sakina í egnar hendur. Súsanna í Kirkjubø skrivaði og gav blað út, Billa heiman av Sandi skrivaði yrkingar og fekk tær prentaðar. Her hendi okkurt við kvinnunum, tær førdu seg fram og vildu nakað, tær vildu so í øllum førum síggjast aftur í almenna rúminum. Tær vóru ikki offur, men aktørar í søguni.

Hví eru vit so tigandi? spyr ein kvinna í grein í Fuglaframa í 1899. Hví samráðast vit ikki eisini um okkara viðurskifti (…) Mannfólkini leggja síni viðurskifti fram fyri hvørjum øðrum bæði í talu og upp á prent, og tað vísur ikki annað enn, at tað er rættur mátin. Hví skulu vit ikki gera tað sama?

Tá ið tú las hetta, vart tú 34 ár, Johanna.

Men sum vanligt, tá ið kvinnur ditta sær at gera vart við seg í almenna rúminum, so verður hetta snarað á heilt annan bógv av monnum, teir fara at tosa um klæðini, tær lata seg í, hvussu fínar tær eru blivnar uppá tað, hvussu illa tær síggja út og so framvegis.

Ring a bell? Tit minnast kanska Helle við Gucci taskuni, Hilary við tí ótrúgva manninum, Ritt við tí dýra hotellkamarinum, Anniku, sum rak sum bukka millum sengur ella Liljuna Weihe, tann grussan í Kringvarpinum?

 

Tú hitti Dánjal Johan, skipara av Tvøroyri, og gjørdist smaskforelskað, ja, so forelskað, at tú giftist og broytti navn frá Poulsen til Mortensen, og tú flutti úr Havn til Tvøroyrar. Men gavst tú tá? Nei, als ikki, tú fórt undir at hava skúla heima við hús við Sílánna, tríggjar flokkar hevði tú inni í stovuni, og tú helt fram sum lærarinna næstan til tín doyggjandi dag.

Mundi tú lesa yrkingina, sum Frúgv hevði skrivað í Tingakrossi 1. januar 1902: Konufólkið til árar, kanska at stýra! var heitið á yrkingini:

 

Hann:

“Vilja tit kvinnur ein ljósari dag,

so dvøljið ikki, men komið av stað

og sláið tykkum í lag við okkum!”

 

Hon:

“Hoyr, eru tit ørir í knokkum?

 

Kunnu vit, kunnu tit, so sigur tú mær …

Nei, nei! Eg gevi tær einki svar.

At stemma – eg! Á, gakk burt tín veg,

er slíkt tó nakað fyri meg?

 

Eg, mítt gamla dreiv,

havi byttu og sleiv,

har veit eg vist, at eg fari skeiv.

Slíkt er kunnugt hjá mær,

men at stemma við tær …

nei, hvar vilt tú tó hen? Kom mær ikki ov nær!”

 

Løgdu aðrar uppí:

“Mugu vit vera frí!

slíkt ókvinniligt er til at koma sær í.”

“Damir” spæla klaver,

seyma franska brodér,

men at stemma sum menn, tað jú gysiligt er!”

 

Tagdu hinar allar samlar,

bæði ungar kvinnur og gamlar,

hugsaðu nógv og umráddu seg.

Tá segði ein:”Jú, stemma vil eg!”

 

“Vilt tú?” segði hin, sum stóð longst burtur frá,

“hvat siga so tit aðrar, sum her standa hjá?”

Tá mælti tær allar av eins manns munni:

“Vit vilja stemma!” – Spælið var vunnið.

 

Tá upp brátt ein sum snarljós fór:

“Bíða nú, tað er meir: Vit sleppa sjálvar í kór.

Nú fyrstani síggi eg munin á.

Vit eiga sjálvar sess í borgarráð.

 

Og kanska meir: Vit ganga tær dyr,

sum ein aleina hevði lov til fyrr;

óvist, tað verður so mikið knoss,

at ein av okkum fær hansara pláss.

 

Tá umbýtt verður í holini,

ja, tá verður eldur í kolini.

Tá ein hvør gevur skomm fyri takk,

tá ið formaðurin er farin í stakk …

 

Takk fái hann, sum gav okkum slík boð.

Góð er væl súpan og gott tykist soð,

men lívið er meir enn eitt grunnesartroð.

 

Sjálvandi las tú yrkingina,.

Tú vart 37 ár tá, Johanna.

Og kanska hómaðist eitt lítið smíl í munnvikunum, tá tú las fundarfrágreiðingina í Fuglaframa um fundin, sum hevði verið um kvinnurætt og frælslyndi tann 8. juni í 1902, har heitt orðaskifti fór fram, um kvinnur skuldu fáa meira rættindi, um tær vóru nóg búnar at taka við hesari ábyrgdini, ella um tær skuldu uppvenjast.

Ein hugburður og menniskjafatan, sum minnir ikki sørt um ta fatan, sum kom fram, tá tosað var um at geva svørtum valrætt bæði í USA og Suðurafrika. Blaðmaðurin á Fuglaframa endar við at siga frá, at:

 

Her kom eitt kvikligt orðaskifti millum A. Jógvansson, S. Hansen, R. Rasmussen og Símun Skarð um, antin tað var beint at geva kvinnunum javnlíkan rætt við mannin alt fyri eitt ella at seta eitt mark fyri, hvussu langt tær skuldu sleppa.

 

Hetta orðaskiftið á fundinum hevði sjálvandi samband við, at tað í 1902 var givið ógiftum kvinnum, sum guldu minst 4 kr í skatti, loyvi at velja á kommunuvali.

Tú vart gift, og tú hevði starv, men tú slapst ikki at velja, Johanna. Kanska vart tú ein av teimum illu kvinnunum, sum talaðu at og vildi, at giftar kvinnur eisini skuldu sleppa at velja? Tí føroyskar kvinnur vóru eisini illar, tær vildu sleppa at vera javnbjóðis partar av samfelagnum.

Mundi tú lesa Oyggjarnar, blaðið hjá Súsonnu Patursson? Helst gjørdi tú tað, Johanna, um ikki annað so fyri at síggja allar tær góðu uppskriftirnar upp á rabarbur og hvannir og annað, sum tú mundi hava í tínum vakra urtagarði uttan fyri húsini við Sílánna.

Men har var annað at lesa enn uppskriftir í Oyggjunum, har sæst bæði á reglunum og serliga ímillum reglurnar, hvussu væl tær fylgja við í vánaligu korunum hjá kvinnum, har koma fram dreymamyndir um kvinnurnar í Amerika, sum eru so høgt í metum, so nógv øðrvísi enn her heima hjá okkum, hvussu nógvar pengar tær forvinna, at tær sleppa hagar, tær vilja, at læra og taka útbúgvingar. Í Oyggjunum verður tosað um valrættin, sum føroyskar kvinnur ikki hava enn.

Kanska fekst tú eisini íblástur og kendi teg stuðlaða av yrkingini hjá Føroya fyrsta mannliga feministi Jóannesi Paturssoni, tá ið hann í 1904 yrkti Tað frættist nú og fregnast um land og um bý, í sambandi við kommunala kvinnuvalrættin?

 

Tað frættist nú og fregnast

um land og um bý,

At konufólkaøldin, hon rennur so ný.

Um allan heimsins ring

nú kemur várligt lot;

nú verða konubrot.

 

Og helst las tú greinina, sum stóð í Oyggjunum 5. september 1906 við heitinum Kvinnu-valgrætt-stevni, har  ein Mantefiera verður nevnd, sum er undangongufrú hjá teim eingilsku, sum ikki vilja gjalda skatt, altantíð teim ikki er játtað stemmurætt.

Undangongufrá, ja, soleiðis verður tikið til í Oyggjunum, men í móðurmálsorðabókini eru slíkar als ikki til, har eru bara undangongumenn.

Jú, vist mundi bæði tú, Johanna, og aðrar við tær, fylgja væl við, hvat fór fram í alheimspolitikki. Tit vóru mitt í rokanum, tit kendu til suffragettirnar, sum settu alt á gos fyri at fáa valrætt, júst um hetta mundi.

Og tíbetur fingu vit valrættin – fingu, sigi eg? Nei, okkara formøður stríddust fyri rættinum og vunnu hann! Í 1915 var valrættur settur í gildi í Danmark fyri kvinnur.

Forslag til lov om Forandringer i Lov om Færøernes Lagting varð eisini viðgjørt í Føroyum, bæði í 1915 og -16. Helst vistu teir allir á tingi, at ongin orsøk var at mótmæla valrættinum, tí tað, sum serliga var kjakast um, var støðan hjá prósti og amtmanni á tingi.

Lóg um Føroya Løgting og Landsting kom í gildi 28. apríl 1916, sum gav kvinnum og ognarleysum yvir 25 ár valrætt til Føroya Løgting.

Tá vart tú 50 ára gomul, Johanna.

Og tvey ár seinni bjóðaði tú teg fram til sóknarstýrið, fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevði tikið sær rættin at bjóða seg fram at stýra saman við hinum.

Tá vart tú 52 ár.

Og tú vart vald og sat í sóknarstýrinum í fýra ár, og so vart tú 57 ár og hevði undirvísingina og kærleikan eftir. Tú átti tvey børn og ein mann og eina kúgv í kjallaranum, sum tú vart góð við.

Og vist gjørdu tit mun, hóast tað í nevndaráliti til uppskotið um nýggja løgtingslóg verður sagt um kvinnurnar: at als ongin orsøk er at bíða við at gera broytingar, til tær hava fingið valrætt, tær hava als ikki gjørt vart við seg alment, hóast grundlógarbroytingarnar hava stórt árin á teirra støðu í samfelagnum.

So líka sum man í Danmark ikki hevur tímað at bíða við at taka avgerð um støðu kongs í tinginum, so var ikki hildið vera neyðugt í Føroyum, at lata kvinnurnar koma við í eina avgerð um støðuna hjá prósti og amtmanni. Tað skulu menninir nokk taka sær av.

Tær hava ikki gjørt vart við seg alment siga teir í tinginum, tað fær meg at hugsa um, at seinasta kanning av, hvørjar keldur verða nýttar í fjølmiðlum Who makes the news frá 2015, kemur fram til, at kvinnur telja umleið 24% av teimum, sum verða umrødd ella siterað í miðlunum. Hvussu mundi tað síggja út í 1915?

Men kvinnurnar gjørdu kortini mun. Tá tær sluppu á fólkaatkvøðu í 1907 um rúsdrekkalógina, var bann sett fyri útskeinking, eitt mál, sum kvinnur høvdu stóran og aktivan leiklut í,  sjálvt um tær heldur ikki sluppu at vera við í Havnar Avhaldsfelagi saman við monnum, men sjálvar settu sítt egna á stovn í 1899; og tá ið tú og aðrar við tær, Johanna, á fyrsta sinni sluppu á løgtingsval í 1918, fekk Sjálvstýrsiflokkurin fyrstu ferð meiriluta á tingi.

Og tað er vist og sannheit, at kvinnur vóru tilvitaðar um sína støðu tá. Fyrsta fakfelag stovnað av kvinnum var Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. Stovnað í 1922 við teimum trimum, Magdalenu Olsen, Annu Hovgaard og Poulinu Niclasen Einarsson í nevndini. Tær vóru undangongufrúur, sum tikið var til í Oyggjunum.

Tá vart tú 56 ár, Johanna, og sat síðsta árið í kommunustýrinum, helst hevði tú ikki nógv við fisk at gera annað enn at gera hann til matna, men kanska fleiri av børnunum hjá fiskagentunum høvdu sitið inni í tínari stovu og lært at lesa?

Í 1927 fór ein fitt, lítil genta, sum æt Elin, at ganga í skúla hjá tær. Hon sigur soleiðis frá:

 

Tað frættist skjótt, at henda unga lærarinnan dugdi væl bæði at fáast við børn og at læra tey. Skúlagjaldið var fimm krónur um mánaðin, men tað stóð ongantíð á hjá henni at hava nóg mikið av næmingum. Summi børn gingu ókeypis, onkur mamman seymaði fyri lærarinnuna, og onkur drongur í grannalagnum bar mjólkina heim í handilin, áðrenn hann fór í skúla.

Skúlavegurin hjá mær var fyri tað mesta niðan gjøgnum bøin, tvørtur um Stóragil og síðan beint fram, til eg kom í skúlatúnið.

Lærarinnan kom út á trappuna eftir okkum, og tá ið vit høvdu latið okkum úr troyggju og tuflum, fóru vit inn í skúlastovuna, sum var hennara spísistova. Vit sessaðust kring borðið, og lærarinnan sat við borðendan. Hon var í vøkrum, síðum kjóla við høgum hálsi. Á bringuni hevði hon brosju og gullringar í oyrunum. Teir skygdu, tá ið hon vendi sær á. Hon hevði ljóst, purlut hár og lítlan topp. Men tað besta av øllum var, at hon var so blíð og smíltist, sum vildi hon siga: -Tit skulu ikki vera bangin, góðu børn!

Vit trivust væl her í skúlanum við Sílánna. Mestur var tað hennara tol, og at hon var góð við børn, sum fekk okkum at trívast. Tað var so trygt, næstan sum heima, at sita her í hennara hugnaligu stovu, prýðiligir urtapottar vóru í vindeygunum, myndir á bróstinum, messinglampan uppi yvir borðinum og í horninum stovuklokkan, sum sló hvønn tíma.

Tað var vakurt við Sílánna. Har vóru uppdyrkaðar traðir, hoyggjhús, fjós og snøgt laðaðir grótgarðar. Urtagarðurin hjá lærarinnuni var sera vakur við nógvum væl angandi urtum og berjarunnum.

 

Longu trý ár eftir at Elin var farin í skúla, andaðist Johanna bara 64 ára gomul.

Tað var 3. november 1930, og Elin Mortensen, sum jú var tann lítla gentan, sum fór í skúla hjá Johonnu, skrivar í bókini Heimbygd mín Tvøroyri um saknin eftir henda holla grundstuðulin, sum hevði verið so týðandi partur av teirra barnadøgum.

 

Long tíð gekk, áður enn vit fingu eina kvinnu á ting.

Í 1964, 48 ár eftir at valrættarlógin var samtykt, kom Malla Samuelsen inn á ting fyri Sjálvstýrisflokkin sum varafólk. Malla Samuelsen var við til at stovna Kvinnufelagið í Havn og sat í nevnd sum forkvinna og næstforkvinna frá 1952 til 1967. Hon var vald inn í Tórhavnar kommunu á kvinnulista, sum Kvinnufelagið í Havn læt gera í 1956.

62 ár seinni ella 2416 ár eftir, at grikkar funnu upp á demokrati, komu tvær beinleiðis valdar kvinnur á ting: Jona Henriksen fyri Javnaðarflokkin og Karin Kjølbro fyri Tjóðveldisflokkin.

Í dag umboða kvinnurnar 30 % av tingfólkunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit liggja niðast á listanum, um vit samanbera norðurlendsku tingini. Ovast liggur Svøríki við 43,6%, síðan Finnland við 42,5%, Ísland við 40 %, Noreg við 39,6%, Danmark við 39,1 %, Grønland við 35,5% og Føroyar við 30%.

Og hvussu stendur til í kommunustýrunum her hjá okkum? Jú, illa! Í kommununum sita 72 % menn og 28 % kvinnur. So tað gongur bæði seint og aftur á hond, hóast vit hava átt nógvar kvinnur, sum hava slóðað fyri. So her verður nóg mikið hjá okkum at gera, nú kommunuval verður í heyst.

Hví man so vera? Jú kanska tí at tað skuldu ganga meira enn 2000 ár, áður enn kvinnur fingu lut í fólkaræðinum? Og kanska eisini tí at vit ikki kenna okkara egnu søgu, okkara kvinnusøgu, vit kenna ikki fyrimyndirnar. Og vit eru alt ov vanar við at verða settar út á eitt síðuspor, at verða skrivaðar út úr søguni.

Korini bæði áðrenn og eftir at Jóhanna okkara var farin undir grønu torvu vóru hørð. Javnaðarflokkurin var stovnaður trý ár, áðrenn Johanna doyði, og slagorðini vóru: frælsi, javnaður og brøðralag, tí sosialismuni ætlaðu teir eisini at taka patent uppá, men tað sluppu teir ikki, tí vit eiga Rosu og Alexandru og Claru og Emmu, og her hjá okkum eiga vit Magdalenu og Annu og Poulinu og Andreu og Ingeborg og Vígdis og mangar aðrar við teimum.

Og vistu tit av, at Kvinnufelagið í Havn gjørdi semingsuppskot í 1955 í sambandi við læknastríðið í Klaksvík, sum var sent sóknarstýrinum og húsmøðrafelagnum í Klaksvík og Læknafelagnum og Landstýrinum. Hava tit nakrantíð hoyrt tað gitið í nakrari søgu um læknastríðið? Nei, ha?

Nær gjørdust ógiftar kvinnur myndugar, nær fingu vit rætt at arva, nær sluppu vit at ganga í hægri skúla, nær sluppu vit at gjalda skatt, nær fingu vit myndugleikan yvir børnunum, nær fingu giftar konur rætt at ráða yvir sínum egnu pengum, nær fingu kvinnur rætt at fáa almenn størv, nær sluppu vit at vera prestar, nær gjørdust giftar kvinnur myndigar, nær sluppu tær at sita í óskiftum búgvi, nær fekk elsta dóttir rætt at arva garð? Og soleiðis kundu vit hildið fram,

Í Svøríki eru tær farnar at geva søguligt tíðarrit út, Historiskan eitur tað.

Her hava vit sannliga eisini brúk fyri at kenna okkara søgu, vit mugu síggja okkara leiklut sum aktørar í søguni og ikki longur góðtaka at verða trýstar út á eitt síðuspor.

Heitið á tíðarritinum havi eg longu givið tykkum.

Johanna, skal tað sjálvandi eita.

 

 

 

 

 

 

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s